Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nógv trýst var á ferða­ sam­bandinum um Skopunar­ fjørð sunnudagin, tá sein­ summar-tiltak var á Sandi. Her standa 77 bilar og bíða – ella upp í hálvan triðja Teista! Atli vaks upp við Bader Fólk hjá P/F Petur Larsen í Fuglafirði hava ferðast næstan kring allan knøttin í tænastu sum Bader-mekanikarar Vilmund Jacobsen Petur Larsen byrjaði sum Bader- umboð í Føroyum í 1971, men áðrenn tað var hann í Føringahavnini í Grønlandi í 10 ár. So, hann tók fakt­ iskt sítt Bader-umboð heim við í Grøn­landi. Sonurin, Atli Larsen, arbeiddi í nógv ár saman við pápa sínum, og tá Petur Larsen gavst vegna aldur, tóku Atli og beiggin, Rógvi, yvir. Í fyritøkuni í dag starvast eini 27 fólk. - Vit hava eisini havt eina aðra fyritøku, PL Stórbilar í Hvalvík, og her arbeiddu eini 10 fólk, men hesa fyritøku hava vit selt, sigur Atli Lar­ sen. Ein stórur partur av arbeiðnum í Fuglafirði er smiðjuarbeiði, og síð­ an eru einir seks mans, sum ferðast kring um í Føroyum og uttanlands – til virkir og skip – at umvæla Bad­ er-­flakamaskinur. - So vítt eg kann minnast, høvdu flestu fiskavirkir í Føroyum onkra Bader-maskinu. Atli Larsen sigur, at einaferð, hann taldi virkini, sum í sínari tíð virk­aðu fisk í Føroyum, vóru hesi eini 32 ella 33 í tali, tá tey vóru flest. Í dag eru kanska 10 virkir eftir. Men, er arbeiðið við at servisera Bad­er í Føroyum minni ella meira, enn tað var í sínari tíð, nú vit hava nógv færri, men eisini rættiliga stór virkir, eitt nú makrel-og sildavirkir? - Tað er trupult at siga. Tá vit høvdu tey mongu smærri virkini kring landið, komu vit ikki so ofta út til tey, tó at vit altíð høvdu ríki­ ligt at gera, og vit tá bara arbeiddu í Føroyum. Tað vóru einir tveir og tríggir mans, sum tóku sær av hes­ um. Munurin er kanska heldur, sigur Atli Larsen, at tað í dag verða størri um­vælingar gjørdar. - Tú tekur kanska eina linju út og set­ir hana í stand, meðan restin koyr­ir við síðuna av. Hetta ger fakt­ iskt, at vit hava ríkiligt at gera alla somlu tíðina. Tað er tí trupult at siga, um tað er meira ella minni at gera nú, enn tað var í sínari tíð, tá virk­ini vóru nógv fleiri og smærri. Atli Larsen sigur, at umborð á skip­unum eru ivaleyst fleiri mask­ in­ur nú enn áður. - Tað eru flakatrolarar við flaka­ mask­inum, og so eru tað eisini skip, sum bara heysa og reinsa, men ong­ ar flakamaskinur hava umborð. Skip­ini, Enniberg og Gadus, skera fram­vegis flak umborð, meðan eitt nú Akraberg avhøvdar, reinsar og heil­frystir. Hann vísir á, at onkur av upp­ sjóv­ar­skipunum hava flakamask­in­ ur umborð, men her er ikki so nógv tal­an um Bader, tí Bader hevur ser­ liga lagt seg eftir virkjunum á landi. - Umborð á skipi er plássið ikki so stórt, og tí eru tað ofta aðrar mask­inur, sum verða brúktar har, legg­ur hann aftrat. Kring knøttin Fólk hjá P/F Petur Larsen hava ferð­ast næstan kring allan knøttin í tæn­astu sum Bader-mekanikarar. - Vit hava verið í eitt nú USA, Alaska, Grønlandi, Íslandi, Pólandi, Litava, Fraklandi, Svøríki, Noreg, Dan­mark – ja, eg havi enntá verið í Bangladesh og sett maskinur upp, sig­ur Atli Larsen. Hann vísir á, at tað er blivið eitt rætti­liga spennandi arbeiði at veita tæn­astur til virki kring knøttin, sum arbeiða við Bader. - Í dag hava vit eitt fantastiskt sam­starv við Bader í Danmark. Tað var tann tíð, tá tað líka sum var ein gjógv millum partarnar, men so­leiðis er ikki longur. Vit hava verið í Danmark og hava ferðast runt til virkir saman við donsku um­boðunum, og samstarvið er nú eis­ini blivið til tað, at vit skulu til Dan­markar at seta Bader-maskinur í stand har. Spurdur, um teir onkuntíð kunnu gera eykalutirnar til Bader- mask­in­urnar í smiðjuni í Fuglafirði, sum teir annars skuldu keypt úr útland­inum, sigur Atli Larsen: - Ja, tað gera vit faktiskt rætti­ liga ofta, men tað eru nakrir lutir, sum ikki eru so lættir at gera. So eru tað aðrir lutir, sum væl ber til at gera. Vit eru eisini rættiliga kapp­ingarførir í prísi - eisini í tí, vit gera til Bader-maskinurnar. Vit hava góðar handverkarar at gera tey tingini. Vit hava eisini fitt av lut­um liggjandi á goymslu – bæði lutir, sum vit sjálvir gera til Bader- mask­inur og lutir, sum vit keypa, men sum vit vita skulu skiftast av og á, sigur Atli Larsen hjá P/F Petur Lar­sen í Fuglafirði. BAKKAFROST: Tá amerikanska sendikvinnan, Carla Sands, vitjaði Bakkafrost herfyri, fegnaðist hon um samhandilin millum Bakkafrost og USA, og hon fegnaðist serliga um, at Bakkafrost er farið undir virksemi í USA. Býráðs­hús fær heiðurs­løn Býráðshúsið í Eysturkommunu vann í síðstu viku altjóða heiðursløn í Global Architecture & Design Awards 2018 (GADA) Vilmund Jacobsen Dómsnevndin gav býráðs­hús­in­ um fyrstu virðisløn í bólkinum, Public Buildings. Heili 748 verkætlanir úr 50 ym­ iskum londum kappaðust í GADA um virðislønir innan arkitektur, landslag, stórbýarsnið, vørusnið og innandura snið. - Býráðshúsið er ikki bert ein bygningur, sum er ímyndin av einari brúgv millum tvey bygda­ sam­feløg, men fellir eisini serliga væl inn í føroyska landslagið, tó í nútímans sniði. Tað er Osbjørn Jacobsen Arkit­ ekt­ar, sum eru partur av Henning Larsen Architects, ið hava staðið fyri at tekna býráðshúsið á oyruni í Norðragøtu. - Fleiri útlendsk tíðarrit innan byggilist hava eisini skrivað um býráðshúsið, vita tey í Eyst­ur­ komm­unu at siga. Atli Larsen er helst royndasti Bader-mekanikari í Føroyum, her í práti við FM1