Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 Ársins lampuhandil í kongaríkinum liggur ikki á Strøgnum, men í Sjógøtu á Tvøroyri. Dansk Belysning hevur valt El-handilin hjá Bærendsen Teknik til ”Årets belysningsbutik”. Skulu gera stórar í Vági Um vikuskiftið var Hav Nordic á Vági við útgerð til Bakkafrost, sum í næstum fer at gera stórar aliringar í Vági Vilmund Jacobsen Aliringarnir skulu gerast á økinum eystan fyri Marg­ høll­ina. Økið verður nú ruddað og gjørt klárt til hetta virksemi. Í Vágs kommunu vita tey at siga, at talan er um ali­ring­ ar, sum verða 200 metr­ar í ummál og 63 metrar í tvør­ mát. - Bakkafrost hevur higar­ til havt eitt øki í Oyrunum í Vági til gerð av aliringum, men hetta økið er ov lítið til stóru aliringarnar. Í Vágs kommunu leggja tey aftrat, at hetta er orsøkin til, at Bakkafrost nú fær eitt annað og størri øki eystan fyri Marghøllina at arbeiða á. Høgni verður vertur Vilmund Jacobsen Í døgunum 27. og 28. august, sum er í dag og í morgin, hittast norðuratlantisku fiskimála­ráðharrarnir til fundar í Føroyum, og tað er Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum er vertur fyri ráðstevnuni. Evnið á ráðstevnuni er “Sustainable Ocean Governance”. Undir vitjanini í Føroyum fara norður­atlantisku fiskimála­ráðharrarnir eisini at hava tvíliðaðar fundir sínámillum, har strandar­landa­ samráðingar og áleikandi mál um fiskirættindi hvør hjá øðrum verða viðgjørd. Men, fiskimála­ ráðharrarnir fáa eisini høvi til at uppliva føroyska náttúru og mentan, meðan teir eru í Føroyum. - Hetta er aðru ferð innan eitt gott ár, at russiski fiskimálaráð­ harrin, Ilya Shestakov, vitjar í Føroyum – og hetta er fyrstu ferð, at evropanevnd­ arlimurin í fiskivinnu­ málum, Karmenu Vella, vitjar í Føroyum. Í Fiskimála­ráðnum siga tey, at vit skulu aftur til desember í 2013, tá Føroyar seinast høvdu ein evropa­ nevndarlim á vitjaði. Tað var, tá Maria Damanaki, sum hin fyrsti nakrantíð, var á almennari vitjan í Føroyum. - Týsdagin hin 28. august – sum er í morgin - frá klokkan 12.15 til 12.45, verður tíðindafundur á Hotel Føroyum, har fjølmiðlarnir eisini fáa høvi til at seta spurningar til norðuratlantisku fiskimála­ ráðharrarnar, siga tey í Fiskimálaráðnum í dag. vilmund@sosialurin.fo SØRVÁGUR: Ungdómshúsið í Sørvági letur upp aftur mánadagin 3. september. Um heimasíðuna – www.sorvag.fo – sæst, nær hvør aldursbólkur er í húsinum, og hvørji kvøld húsið er opið. Seks umsóknir játtaðar til sild Fiskimálaráðið hevur nú játtað seks umsóknir í samband við vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild í 2018 Vilmund Jacobsen Í kunngerðini um fiskiskap eftir norðhavssild í 2018 eru nevniliga 3.700 tons sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir. - Vit fingu tilsamans 14 umsóknir um part av hesi kvotu, og tilsamans varð søkt um 19.850 tons. Eftir innan­ hýsis viðgerð og í sam­ráð við Hav­stovuna eru seks um­ sókn­ir játtaðar á til­sam­ans 3.700 tons av norð­havs­sild. Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at í viðgerðini í ár er eis­ini tikið atlit til játtanir til verk­ætlanir, sum hava fingið menn­ingarkvotur. - Í viðgerðini og í rað­ fest­ingini av umsókn­unum er serligur dentur lagdur á menn­ingar­virðið og møgu­ ligt ný­skap­anarvirðið í roynd­ un­um um­framt virðis­øk­ing av veiðini, verður lagt aftr­at. Um heimasíðuna hjá Fiski­málaráðnum – www. fisk.fo – fæst ein ábending um, hvat tey, ið hava fingið játt­aðar kvotur til vinnuligar fiski­royndir, ætla sær at brúka kvotuna til. Í viðgerðini og í raðfest­ ing­ini av umsókn­unum er ser­ligur dentur lagdur á menningar­virðið og møgu­ ligt ný­skap­anarvirðið í roynd­ un­um umframt virðis­øk­ing av veiðuni. - Í viðgerðini í ár er eis­ ini tikið atlit til játtanir til verkætlanir, sum hava fingið menn­ingarkvotur. Roynt verð­ur eisini at seta nakr­ar ser­ligar treytir í játtan­ar­til­ søgn­irnar, sum tryggja, at tað verður gjørt, sum ætl­an­ in við royndunum er, siga tey í Fiskimálaráðnum. Lagt verður aftrat, at frá­ greið­ingar skulu sendast Fiski­málaráðnum, tá roynd­ ir­nar eru gjørdar, og hetta skal verða í seinast lagi hin 31. desember 2018. Her verða sildabitar skornir á Tavuni í Leirvík