mánadagur 27. august 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Føroyski rennarin, Rebekka Fuglø, gjørdist leygardagin danmarksmeistari í 1500 metrar renning.
Føroyingar hava eisini skotið mál í fótbólti uttanlands, og so eru føroyskir bogaskjúttar á veg til EM
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Gilli Rólantsson og teir úr Brann
hava mist oddasessin í norsku
Eliteserien. Tað gjørdu teir eftir
2-0-tap
fyri
Vålerenga
í
gjár
samstundis sum Rosenborg vann
4-3-sigur á Strømsgodset. Hetta
merkir, at Rosenborg nú er tvey
stig
frammanfyri
Brann.
Gilli
Rólantsson spældi allan dystin
ímóti Vålerenga, har heimaliðið
skeyt bæði málini í seinna hálvleiki.
Næsti dystur hjá Brann verður
sunnudagin á heimavølli ímóti
Ranheim.
Tað er komin stígur í hjá
Viljormi Davidsen og teimum
í Vejle, sum fingu eina framúr
byrjan upp á Superliguna við sigri
í fyrsta dystinum, men síðani tá
er tað ikki blivið til sigur í teimum
næstu seks dystunum. Í gjár
bleiv tað til 2-0-tap á heimavølli
fyri OB. Ryan Laursen og Jeppe
Tverskov stóðu fyri málunum í
fyrra hálvleiki av hesum dystinum,
har Viljormur Davidsen aftur fekk
fulla spælitíð á vinstra bakki. Vejle
hevur seks stig fyri sjey dystir
og er triðaftast, einans eitt stig
omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Næsti dystur hjá Vejle verður
fríggjakvøldið á útivølli ímóti AC
Horsens.
Betur gekst hjá júst AC Horsens
og Halli Hanssyni hetta vikuskiftið.
Teir vunnu nevniliga 1-0 í Farum
í gjár, har teir vitjaðu hjá FC
Nordsjælland. Mikkel Qvist var
sigursharri við máli í fyrra hálvleiki.
Hallur Hansson spældi allan dystin
og fekk eisini eitt gult kort við sær
í vanliga stríðsavrikinum fyri teir
gulu, sum hava otað seg upp á eitt
sjeynda pláss við níggju stigum fyri
sjey dystir. Føroyingauppgerðin
ímillum AC Horsens og Vejle verður
fríggjakvøldið kl.19.00.
Finnur
Justinussen
var
enn einaferð á blettinum fyri
Næstved, tá ið liðið í gjár taptu 3-1
á útivølli fyri Silkeborg. Føroyski
landsliðsáleyparin legði gestirnar
á odda eftir smáar níggju minuttir,
men næstu løtuna svaraði Silkeborg
aftur við tveimum málum. Tað
hjálpti heldur ikki upp á støðuna,
at
Næstved
fekk
ein
mann
útvístan, og tað bleiv tá saman
um kom til eitt 3-1-tap. Næstved er
nummar átta í NordicBet Ligaen,
sum næstbesta deildin í Danmark
eitur. Við málinum hevur Finnur
Justinussen nú skotið fýra mál
hetta kappingarárið, og tað er nóg
mikið til at vera nummar trý á
toppskjúttalistanum í NordicBet
Ligaen.
Heini Vatnsdal og teir úr Fremad
Amager fingu trý kærkomin stig
á kontuna, tá ið tað í gjár var
botndystur ímóti Nykøbing FC.
Tað kom einans eitt mál í dystinum,
og tað fekk Fremad Amager. Heini
Vatnsdal spældi allan dystin í
miðverjuni.
Við
1-0-sigrinum
hevur Fremad Amager nú seks
stig og hevur lyft seg eitt stig
upp um niðurflytingarstrikuna.
Næsti dystur hjá Fremad Amager
verður sunnudagin á útivølli ímóti
Silkeborg.
Brandur
Hendriksson
kom
aftur á máltalvuna, tá ið FH í gjár
vann 3-1-sigur í Grindavík. Brandur
stóð fyri 3-1-málinum og var annar
føroyingurin á vøllinum saman
við Gunnar Nielsen, meðan Jákup
Thomsen var á bonkinum. Kaj Leo
í Bartalsstovu byrjaði inni fyri ÍBV,
men varð útskiftur 20 minuttir
fyri tíð í 4-1-tapinum fyri KR. FH
er nummar fimm við 27 stigum,
sjey stig frá 3. plássi og 11 stig frá
oddasessinum, meðan ÍBV hevur
22 stig og er seks stig omanfyri
niðurflytingarstrikuni.
Patrik Johannesen var aftur á
vøllinum, tá ið norska lið hansara,
Florø, í gjár tapti 1-0 á heimavølli
fyri HamKam. Føroyski áleyparin
varð innskiftur tá ið hálvur tími
var eftir. Florø er á næstaftasta
plássi, seks stig frá bjargingini
og eitt stig upp til upp- og
niðurflytingarplássið.
BOGASKJÓTING
Hesa vikuna er EM í bogaskjóting
í polska býnum, Legnica, og tríggir
føroyingar eru við í kappingini.
Teir eru Jóannes Poulsen og Nikkel
Petersen frá Ørvi í Runavík og
Jógvan Niclasen frá Tambar í Havn.
Teir tríggir luttaka í compound,
har tað eru 90 skjúttar við úr 33
ymiskum londum.
FORMIL 1
Kappkoyring var í Belgia í gjár, og
har var tað týski Sebastian Vettel
(Ferrari), sum tíðliga í kappingini
rændi fremsta plássið frá bretska
Lewis
Hamilton
(Ferrari)
og
helt leiðsluna allan vegin um
málstrikuna. Lewis Hamilton bleiv
nummar tvey, 11 sekund aftanfyri
Sebastian Vettel. Danski Kevin
Magnussen (Haas) bleiv nummar
átta og fekk harvið aftur stig til
samlaðu
grand
prix-kontuna,
har hann er nummar átta. Lewis
Hamilton, sum eisini er verandi
heimsmeistari, er framvegis á odda
í samlaðu grand prix-kappingini,
men nú er munurin ímillum hann
og Sebastian Vettel tódnaður niður
í 17 stig.
FR. ÍTRÓTTUR
Rebekka Fuglø úr Norðdepli vann
leygardagin danska meistaraheitið
í 1500 metra renning. Kappast varð
í Odense, og tað kom púra óvart á,
at føroyski rennarin streyk avstað
við gullinum. 25 ára gamla Rebekka
Fuglø úr Norðdepli rennur við
Treystinum í Klaksvík. Tá ið hon
luttekur í donskum kappingum
og harvið eisini í gjár, tá ið hon
kappaðist um DM á 1500 metrum,
er tað neyðugt, at hon umboðar eitt
danskt felag. Tí var hon meldað til
kappingina sum luttakari hjá Vejle
IF. Rebekka rann 1500 metra teinin
í tíðini 4:29.62, sum er nýtt føroyskt
met. Rebekka átti gamla metið.
Tað setti hon á Oyggjaleikunum í
Gotlandi í juni í fjør. Tá vann hon
gull í tíðini 4.30.20.
TRIATHLON
Í gjár varð skipað fyri FM í
sprinttriathlon.
Hetta
er
ein
teinur, ið er 750 metrar svimjing,
20 kilometrar súkkling og fimm
kilometrar renning. Tíðirnar vóru
hesar: 1. Andrass Joensen 1.13.15,
2. Hávardur Vatnhamar 1.18.26,
3. Jákup Petur Eliassen 1.19.51, 4.
Arnfinnur Helmsdal 1.33.56, 5.
Kári Simonsen 1.37.04 og 6. Evald
Rasmussen
1.45.00.
Kvinnur:
Súsanna Eliassen 1.48.46.
Rebekka er danskur meistari