Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Hóast tað hevði verið róð upp undir at fyrsti heimadysturin skuldi leik­ ast uttanlands, so var tað eitt stórt vónbrot fyri Rók Akralíð, tá ið boðini gjørdist veruleiki. Rókur Akralíð spældi sín fyrsta landsdyst í 2004, og hevur spælt eina ørgrynnu av dystum síðani - bæði heima og úti. Tað eru heilt aðrir karmar tá ið ein er á heimavølli, sigur royndi leik­arin. Tað, at øll stuðla upp undir landsliðið og flest øll í høllini halda við sær, gevur nakað eyka til leikar­ arnar á vøllinum, sigur Rókur Akra­ líð. Hann greiðir víðari frá at tað altíð hevur verið serliga stuttligt at spælt landsdystir í tættpakkaðu Høll­ini á Hálsi, og hann minnist ser­ liga aftur á ein ávísan dyst. Skelkaðu serbar á heimavølli At ein heimavøllur kann merkja ein fyrimunur á nógv mál var sjón fyri søgn í undankappingini í 2009. Tá spældu Føroyar móti Serbia, ið var ein av fremstu tjóðunum í hond­ bólti um tað mundi. Fyrri dysturin í Serbia endaði við einum avsmurningi, tá ið Serbia vann við 23 málum. Men í heima­ dystinum var gongdin ein heilt onnur. Í einari fullari høll á Hálsi hildu føroyingarnir munin niðri á tveimum málum heilt til sein­astu løtuna, og lótu ikki serbar sleppa avstað. Dysturin gjørdist sera dramatiskur við eitt nú einum reyð­ um korti til ein serba, ið var ørkyml­ aður av at føroyingarnir vóru so truplir at syfta. Endin var ein sigur á fimm mál til Serbia, men føroysku leikar­arnir høvdu prógvað at teir kundu spæla við móti teimum bestu í heiminum. Fer at sakna stuðulin Hetta skal aftur prógvast hesuferð, sigur Rókur Akralíð. Danmark eru olympiskir meistarar, og tú fært ikki størri heiður í altjóða hond­ bólti, vísir hann á. “Vit fara ikki inn fyri at tapa, men vit vita at avbjóðingin er risastór”, sigur føroyski landsliðsleikarin, ið ikki er í iva um at tað fer at hava ávirkan at Danmark hevur heima­ fyri­munin. Serliga fer hann at sakna tann stuðul, ið ein merkir í samfelagnum upp til dystin. Føroysku leikararnir eru vanir at vera millum føroyingar tá ið dystur er fyri framman, og tað er hugvekjandi at kenna stuðulin frá práti og fyrireikingum rundan um dystin. Tað gevur altíð nakað eyka, greiðir hann frá. Umstøðurnar eru annars góðar Men nú verður spennandi at síggja hvussu tað verður at spæla á heima­ vølli í Skjern, heldur Rókur Akralíð, ið ikki er í iva um at lands­liðið nú er til reiðar at taka feti at aftur spæla undankappingar. Føroyski hond­ bólturin er í stórari menning, og umstøðurnar, bæði fíggjarliga og ítrottar­liga eru mentar nógv síðani vit seinast sóu Føroyar royna seg móti teimum bestu. “Alt er meira skipað og pro­fessi­ o­nelt nú”, sigur royndi leikarin, ið ikki er í iva um at tað er á hesum støði at landsliðið skal spæla: “Vit hava eisini víst at tað er her vit hoyra heima, tá ið vit spældu okk­ um til hesa undankappingina. Nú er bert eftir at prógva tað”, sigur Rókur Akralíð avgjørdur. Kendar umstøður eru umráðandi Kjartan Johansen, ið hevur royndir úr hondbólti í bæði Danmark og Noregi, greiðir frá at tað at spæla á heimavølli aloftast er ein fyri­ mun­ur ítrottarliga. Vanliga fær ein bestu úrslitini á heimavølli, og tað at tað eru kendar umstøður í eina høll, har ein er vanur at venja og spæla er umráðandi hjá leikarum. Tí heldur føroyski landsliðs­leik­ arin at tað er sera keðiligt at ikki skula spæla sín heimadyst í Før­ oyum. Hann vísir á, at bestu minn­ ini hann hevur sum hond­bólts­ spæl­ari er at spæla við landsliðnum í Føroyum. Dysturin móti Sveis lýsir týdningin Hetta slapp hann eisini at royna við U21 landsliðnum í januar 2017, tá ið hann og liðfelagarnir vunnu seg víðari til HM-endaspælið í Algeria. Tað, at kappingin var á heima­ vølli, hevði nógv at siga, heldur Kjartan Johansen. -“Eg haldi at dysturin móti Sveis sigur nógv í sær sjálvum” sigur lands­liðsleikarin og sipar til at Før­ oyar høvdu tapt við 11 málum móti júst Sveis í einum dysti, ið eisini var leiktur í Sveis. Gott hálvt ár seinni eydnaðist tað so at vinna á teimum – Í Føroyum í einari fullari høll av føroyingum. Vónar at Skjern kann kennast sum heimavøllur Tað er tó trupult at siga hjá Kjartani Johansen hvussu tað fer at ávirka úrslitið, nú tá ið heimadystur skal leikast í Danmark, men hann vónar at høllin kann koma at kennast sum ein heimavøllur. Tað verða óivað fitt av føroyingum til dystin, men tað kann ongantíð vera tað sama sum um dysturin var í Føroyum. Undir øllum umstøðum verður tað løgið at spæla heimadyst á heima­vøllinum hjá Danmark, sigur Kjartan Johansen, áðrenn hann greiðir frá hvat hann væntar av komandi landsdystunum. Trupul roynd hjá landsliðnum at prógva seg “Á A-landsliðnum snýr tað seg um úrslit og einki annað”, tekur Kjartan Johansen til, men viðgongur sam­ stundis at hetta er fyrstu ferð í langa tíð, at Føroyar eru við í slíkari undan­kapping, so tað fer eisini at snúgva seg um at prógvað at lands­ liðið hoyrir til á hesum støði. Hetta verður ein trupul roynd, tí Føroyar eru endaðar í einum sera sterkum bólki, so landsliðið fær veruliga roynt hvussu tað er at spæla móti heim­sins bestu tjóðum, greiðir Kjartan Johansen frá at enda. sjurdur@sosialurin.fo Søgan vísir týdningin av heimavøllinum Føroyar skulu spæla sín fyrsta heimadyst í komandi undankappingini til EM í hondbólti í Danmark orsakað av at eingin høll í Føroyum lýkur altjóða krøv. Hondbóltsføroyar harmast í felag og tað gera leikararnir eisini. Rókur Akralíð og Kjartan Johansen hava báðir roynt at spælt stórar landsdystir í Føroyum og greiða frá hvussu stóran týdning ein heimavøllur kann hava Kjartan Johansen (nr 10) fegnast eftir sigurin á heimavølli móti Sveis Rókur Akralíð hevur drúgvar royndir at spæla landsdystir í Føroyum HONDBÓLTUR