mánadagur 27. august 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir europeiska luttøku á hvørjum ári síðani 2012, er líkt til at altjóða luttøkan
hjá tvífaldu føroyameistarunum úr Víkingi fer at gleppa komandi kappingarár
RÓGVI DAM EB/STREYMUR:
Eitt stig ikki gott nokk á
heimabana, men eitt sera
sera flott mál frá Pætur.
Saman standa vit sterk.
BJØRG OLSEN SKÁLA:
Veit ikki hví vit (næstan)
altíð spæla javnt móti
Eb/Str., men eitt stig er
eitt stig, og telur meira
enn einki. Go Skála
JOHN REID NYBO VÍKINGUR:
Dreingir, nú byrjar hettar at blíva píniligt!
Kunnu tit ikki bara skora nøkur mál, er tað
veruliga so ringt? Eg hevði also roknað við
at vit, um ikki annað fingu stig í hesum
báðum seinastu dystinum. Hvør einasta
venjing framyvir skal bara til at fáa
mennirnar at finna máli, hitt haldi eg er so
nøkulunda. WLYV
JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN:
Flongdu
føroyameistarnar eina
ferð afturat í Gøtu. Tað
er við at blíva ein góður
vani. Vuvuzelairnar hjá
Ultras vóru ikki nógv
verdar í dag. Pakka tær
bara vekk, tað ljódar av h.... til. SUÐRINGAR
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB:
Intet nyt fra vestfronten.
Eri burtustaddur.
André Olsen
Tvífaldu
føroyameistararnir
úr
Víkingi hava havt eina serstakliga
ringa viku seinastu vikuna. Sunnu
dagin fyri eini viku síðani, tapti
Víkingur
ógvuliga
óvæntað
á
heimavølli móti 07 Vestur, sum
gjørdi at Víkingur dragnaði nakað
í stríðnum um europeiska luttøku.
Síðani tapti Víkingur hóskvøldið
aftur á heimavølli, tá Suðuroyingar
fóru úr Gøtu við trimum stigum,
og tá B36 leygarkvøldið streyk av
stað við Løgmanssteypinum, tókt
ist seinasti seymurin negldur fyri
Víking í stríðnum um altjóða lut
tøku til komandi kappingarár.
Trilvandi úrslitini hjá B36 í
landskappingini seinastu tíðina,
hava gjørt, at tað serliga hevur
verið innanhýsis kapping millum
Víking og B36 um, hvat av teimum
báðum feløgunum skuldi fara
tryggja sær seinasta europeiska
plássið til komandi kappingarár,
og tá B36 við Løgmanssteypinum
longu hevur tryggjað sær altjóða
luttøku, skulu eyguni hjá Víkingi
nú venda eftir øðrum liðum.
Í løtuni – nú tað bert resta sjey
umfør í landskappingini – er tað
serliga NSÍ og KÍ, ið ávikavist eru
sjey og níggju stig frammanfyri
Víking, sum Víkingur skal hyggja
eftir. Tað tykist ósannlíkt at Víking
ur skal fáa nakað av teimum báðum
liðunum aftur.
Fríggjakvøldið fer at vísa seg
at vera ein lagnuløta hjá Víkingi
til komandi kappingarár. Tá møtir
spæla KÍ og Víkingur í Klaksvík,
sum kann verða ein ógvuliga av
gerandi dystur fyri lagnuna hjá
Víkingi. Vinnur Víkingur tann
dystin, er hugsandi at Víkingur
kann fáa samband aftur við NSÍ og
KÍ, meðan ein ósigur til Víking helst
ger, at tað fer at vera fullkomiliga
vónleyst hjá Víkingi at enda
millum trý tey ovastu tá kappingin
í oktober endar.
Rýkur Víkingur út úr europe
iskum fótbólti komandi kappingar
ár, er talan um fyrsta kappingarárið
síðani 2011, at Víkingur ikki luttekur
í altjóða fótbólti.
Trupult at steðga NSÍ
Hóskvøldið vóru eisini tveir aðrir
dystir leiktir. Á Argjum helt góða
gongdin hjá NSÍ í seinnu hálvu
fram, tá NSÍ vann 2-0 á útivølli móti
AB við málum frá Jens Joensen og
Klæmint A. Olsen. Sigurin hjá NSÍ
bar við sær, at NSÍ nú hevur vunnið
allar dystirnar í seinnu hálvu, har
tað serliga er merkisvert, at allir
dystirnir eru vunnir, uttan at mál
er skotið móti NSÍ. Tí tykist tað í
løtuni óhugsandi at Víkingur kann
fanga NSÍ aftur á stigatalvuni, sum
fleiri annars væntaðu í summar
steðginum.
Nú eru trý feløg í
ongamannalandi
Seinasti dysturin var í Hólmanum
á Eiði millum EB/Streym og Skála,
ið bæði eru í líknandi støðu í lands
kappingini. Felags fyri EB/Streym
og Skála er, at tey hvørki eru hótt
av botnstríðnum, ella eru nær við
at blanda seg í oddin av deildini.
Sjálvur dysturin endaði eisini við 1-1
javnleiki, eftir at EB/Streymur hevði
verið á odda 1-0 í hálvleikinum. 1-1
javnleikurin inniber, at felagsliðið úr
Suðuroynni, TB/FCS/Royn, nú hevur
fingið samband við EB/Streym og
Skála á stigatalvuni, og tí er í løtuni
stórur spenningur millum tey trý
feløgini um hvørt av teimum fer at
enda sum nummar seks, sjey og átta
í kappingini.
andre@sosialurin.fo
TAÐ SÆR
SVART ÚT HJÁ
MEISTARUNUM
Stigatalvan:
1.
HB
20 dystir
52 stig
2.
KÍ
20 dystir
44 stig
3.
NSÍ
20 dystir
42 stig
4.
Víkingur
20 dystir
35 stig
5.
B36
19 dystir
34 stig
6.
EB/Streymur
20 dystir
19 stig
7.
Skala
20 dystir
19 stig
8.
TB/FCS/Royn
20 dystir
18 stig
9.
07 Vestur
19 dystir
10 stig
10.
AB
20 dystir
9 stig
FÓTBÓLTUR