mánadagur 27. august 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Tað var KÍ, ið vann fyrstu finaluna
leygardagin, tá ið U15 dreingirnir
spældu um Cadburysteypið.
Klaksvíksdreingirnir vóru við
yvirlutan meginpartin av dysti
num, og komu eisini fram um 2-0.
B36 minkaði um munin, og løgdu
trýst á fyri at fáa útjavnandi málið,
men KÍ var sterkast, og avgjørdi
dystin til 3-1 við einum mótálopið
stutt fyri leiklok.
KÍ - B36 U15 dreingir
3-1 (1-0)
1-0 Dávid Biskupstø Andreasen 8’
2-0 Jens Mortan Samson 42’
2-1 Mattias Weihe Joensen 61’
3-1 Jens Mortan Samson 70+3’
Dagsins leikari: Jens Mortan Samson (KÍ)
KÍ: Jóhan Ákason Jacobsen, Jákup
Vilhelmsen, Mortan Rasmussen, Rógvi
Eyðbjørnsson Jacobsen, Símun Kalso,
Dávid Biskupstø Andreasen, Jens Mortan
Samson, Jacob Vitalis, Dávid Matras,
Ragnar Tróndheim, Silas Jacobsen,
Dánial Højgaard, Tóki á Lógv, Silas
Gaard, Hans Elttør, Tummas á Lakjuni.
B36: Eyðbjørn Østergaard, Jens Olsen,
Brynjar Jansson, Sigurð J. Rasmussen,
Martin Agnarsson, Mattias Weihe
Joensen, Rói Hansen, Fríði á Borg, Jón
Rói Høgnesen, Jógvan Gullfoss, Rói
Wilhelm Fossabrúgv, Herman B. Nolsøe,
Kjartan Thomassen, Jónas J. Iversen,
Høgni Lindenskov, Kjartan Thomsen
Næsta finalan á skránni var U15
finalan hjá gentum, og aftur vóru
tað B36 og KÍ, ið skuldu dystast um
Eilif Arge steypið.
Her vóru genturnar hjá B36
greitt omaná leikliga, hóast KÍ
hótti við mótálopum í løtum. Eftir
at B36 legði seg á odda 2-0 var lítil
ivi um hvar steypið fór at fara, og
B36 gav tríggjar eyka orsøkir til
tess, tá ið støðan gjørdist 3-0, 4-0
og 5-0 seinastu átta minuttirnar av
dystinum.
B36-KÍ U15 Gentur
5-0 (1-0)
1-0 Lív Rúnadóttir 33’
2-0 Elsa Egholm 50’
3-0 Ester ellingsgaard 62’
4-0 Ester Ellingsgaard 64’
5-0 Lív Rúnadóttir 68’
Dagsins leikari: Jana Mittún (B36)
B36: Hanna Dahl Hansen, Elsa Egholm,
Ester Ellingsgaard, Birita Pætursdóttir
Rasmussen, Gunnrið Poulsen, Bára
Fisker Heinesen, Jana Mittún, Jórunn
Justinussen, Lív Rúnadóttir, Rósa R.
Ziskasen, Súsanna L. Hansen, Jovina av
Skarði, Barbara Hammer Anjudóttir
KÍ: Ró Simonsen, Bergit Svarvadal,
Joan Poulsen, Lóa Samuelsen, Anitha á
Dalinum, Bjarnhild í Búð Justinussen, Eivør
á Kósini, Jónrið Joensen, Malena Olsen,
Jórun Najma Patawary, Maria Olsen
U17 dreingirnir skuldu so spæla
seinasta dystin millum liðini bæði,
og her gjørdist talan um spennandi
og dramatiska finalu um Blaðbera
steypið.
Eftir at KÍ fekk ein leikara út
vístan, tóktist B36 at vera omaná,
og tað eydnaðist teimum eisini at
leggja seg á odda 1-0.
Men KÍ ressaðist og bæði javn
aði og legði seg fram um 2-1 í einum
seinna hálvleiki, har KÍ var leikliga
omaná. Tað eydnaðist kortini B36
at javna við brotssparki so at dyst
urin endaði 2-2.
Í
longdu
leiktíðini
gjørdist
brekkan hjá teimum tíggju klaks
víkingunum brøtt, tá ið B36 legði
seg á odda við flottum frísparki.
Støðan var ov trupul hjá KÍ og
dysturin varð avgjørdur, tá ið B36
skoraði eftir enn eitt brotsspark,
so at endaliga úrslitið gjørdist 4-2
til B36.
B36-KÍ U17 Dreingir 4-2
eftir longda leiktíð (1-1)
1-0 Tórur Hentze Hardlei 14’
1-1 Ari Mine Jacobsen 31’
1-2 Jomn Johannesen 45’
2-2 Andrass Johansen 66’ (br.)
3-2 Rani Berg í Soylu 90’
4-2 Kristian Krog Hentze 93 (br.)
Dagsins leikari: Jonas Warner (B36)
B36: Sámal Johannesen, Ludvík
Breckman, Jonas Warner, Dánjal
Haraldsen, Tórur Hentze Hardlei,
Andrass Johansen, Niels Johnsson,
Sámal Jákup Jóhannusarson, Àki Hentze,
Pætur Eliasen, Andreas Thomsen,
Markus J. Hellisdal, Kristian Krog
Hentze, Jógvan Vitalis, Rani Berg í Soylu,
Petur S. Guttesen.
KÍ: Fríðálvur Klakk, Òli Eyðsteinsson
Poulsen, Martin Vágsheyg Baldvinsson,
Kristian Svabo Eliasen, Jákup Idarsson
Beck, Olaf Karstensson Hansen, Ari
Mine Jacobsen, Børge Petersen, Dávid
Matras, Mortan Rasmussen, Aleks H.
Jacobsen, Ári Andrasson Klettskarð,
Heðin Jóhansson Hávarsá, Jens Mortan
Samson, Jan Eli Ragnarsson
FÓTBÓLTUR
B36 vann tvær finalur, meðan KÍ vann eina í teimum
trimum ungdómssteypafinalunum leygardagin
Ungdómsfinalurnar
B36 OG KÍ
SPÆLDU
TRÍGGJAR
FINALUR