mánadagur 27. august 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Siðaskifti hevur verið í kvinnu
kappingini í fótbólti. Tað sást í
fjør, tá ið sigursvandu KÍ kvinnur
nar stóðu eftir við ongum, og EBS/
Skála vann bæði FM og steypa
kappingina.
Í
summar
hava
EBS/Skála
kvinnurnar luttikið í europeisku
meistarakappingini.
Úrslitini
kundu havt verið betri, men heima
á landi vísir eingin seg at standa
teimum í Sundalagnum og á Skála
kurl, tá ið tað stendur á.
Leygardagin vunnu tær steypa
finaluna 2-1 ímóti HB. Tað bar við
sær, at tær triðju ferð á rað vunnu
týdningarmikla kapping. Í fjør
vunnu tær greipuna. Spurningurin
er nú, um tað eisini í ár fer at
eydnast teimum at vinna greipuna.
Møguleikin er stórur, men stiga
talvan vísir, at tær mugu arbeiða
fyri sakini. EBS/Skála hevur 33 stig,
og bæði HB og KÍ hava 31 stig.
Hóskvøldið verður næsta umfar
í landskappingini. Tá fær HB vitjan
av KÍ, meðan EBS/Skála verður
stórfavorittur á heimavølli ímóti
B68. Triði dysturin verður millum
B36 og ÍF/Víking.
Sigursmálið í tøkum tíma
Sigursmálið skoraði EBS/Skála, tá
ið tað restaðu nítjan minuttir. Tað
var akkurát í røttu løtuni.
Ellivu minuttir undan steðgi
num varð ein av EBS/Skála spæl
arunum víst av vølli. Milja R.
Simonsen hjá HB sneiddi framvið
málverjanum. Áðrenn hon fekk
stilla kanónina, var annar av mið
verjunum, Silja Johannesen, komin
aftur á strikuna í roynd at verja
fyri.
Milja R. Simonsen smekkaði til,
og dómarin metti, at verjuspælarin
nýtti hondina og armin at verja
fyri á sovornan hátt, at hann ikki
hevði annað at velja í enn at vísa
verjuspælaranum av vøllinum og
at peika á brotssparksblettin.
Milja R. Simonsen umsetti
brotssparkið ósvikaliga trygt, og
so vísti máltalvan 1-1.
Durita
Hummeland
hevði
longu í sjeynda minutti lagt EBS/
Skála framum.
Greipuvinnararnir frá í fjør
vóru
sera
ágangandi
fyrstu
løtuna, tá ið tað eydnaðist teimum
at fáa hol á. Lea Lisberg spældi í
høgru fram til Birnu Mikkelsen,
sum legði høgt innfyri málið,
har Durita Hummeland, sum var
framrættað í vinstru, setti høvdið
undir bóltin, ið sigldi omanfyri HB
málverjan og í netið.
So var tað, at HB javnaði við
brotssparki, og so var vegurin hjá
HB fram ímóti sigri væl breiðari
og slættari, enn hann var hjá mót
støðuliðnum, sum í ein knappan
tíma sá mótbrekkuna fyri sær, sum
tað var at spæla tíggju ímóti ellivu.
Tað plagar at geva seg til kennar
fram ímóti dystarenda, tá ið annað
liðið leingi hevur verið undirmann
að.
Tí var tað akkurát í rættari løtu,
tá ið EBS/Skála legði seg framum
við rimmar máli. Tað var týðuligt,
at málið bar íblástur, styrki,
úthaldni og sjálvsálit við sær. EBS/
Skála genturnar stríddust sum
úlvar á skóg, og fagnaðurin var
ovurstórur, tá ið dómarin bríkslaði
fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti
2-1 til EBS/Skála.
Perlan hjá Margunn
Tað er sjáldan, at sovorðið mál
verður skorað í føroyskum fótbólti,
sum sigursmálið hjá Margunn
Lindholm var.
Á mannfólkasíðuni
er tað heima á landi bara
Adrian Justinussen, sum vísir
sovorðin avrik. Annars er neyðugt
at leita til útlendskan fótbólt og
serliga Ronaldo og Messi fyri at
síggja skot og mál av hesum slag
num.
Margunn Lindholm var sannur
brandur á EBS/Skála miðvøllinum.
Dømi um hetta var støðan, tá ið
hon skoraði sigursmálið. Hon
sneiddi framvið fleiri og aftur og
fram, áðrenn hon einar seks metrar
uttanfyri brotsteigin og eitt sindur
til vinstru varð feld.
Hon tók sær av øllum deyðbólt
unum – hornaspørkum og fríspørk
um – og eisini hesum. Hon gav sær
góðar stundir, áðrenn hon við
fínum ristarsparki og einum dismi
av papageykasparki sendi bóltin
heilt upp í handara málhornið.
-Eg veit ikki akkurát, hvat
eg hugsaði. Tað ráddi um at
raka
innanfyri
málkarmin,
um
møguleiki
skuldi
vera fyri at skora
mál. Tað eydnaðist, og
kenslan var framúr góð, tá
ið eg sá bóltin sigla heilt upp
í handara krókin, sigur Margunn
Lindholm.
22 ára gamla Margunn Lindholm
er úr Saltnesi. Barnaárini spældi
hon við B68, men síðani 2013 hevur
hon umboðað EBS/Skála. Har hev
ur hon vunnið sær týðandi leiklut,
og hon hevur spælt á bæði U-17 og
U-19 landsliðunum. Trý tey síðstu
árini hevur hon ellivu ferðir verið
á landsliðnum.
Umframt at eiga gott skot –
bæði við høgra og vinstra – var
Margunn Lindholm sera drúgv á
miðvøllinum, har hon vann flestu
nærdystirnar. Hon dugdi væl at
sneiða seg leysa av mótstøðu
spælarunum, og hon var ofta við í
góðum samanspæli.
Tí var tað ikki undarligt, at hon
eftir dystarlok varð kosin at vera
besti spælari í finaluni.
Liðavrikið
Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri
síðstu ferð, var fagnaðurin øgiligur
millum EBS/Skála spælararnar,
sum høvdu megnað tað, sum tær
høvdu droymt um, men sum sá út
Kvinnufinalan
Hóast EBS/Skála kvinnurnar vóru undirmannaðar
í næstan ein tíma, so megnaðu tær at vinna á HB
og annað árið á rað at vinna steypakappingina
MARGUNN
SKEYT VIÐ
SKØRPUM
FÓTBÓLTUR