Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 til at vera langt burtur, tá ið HB javn­aði, og tær vórðu tíggju ímóti ellivu. Stuðulin hjá E B S / S t r e y m a k v i n n ­u ­n u m hevur altíð verið heilt stórur, og soleiðis var hann eisini leyg­ a­r­dagin, tá ið róp­ ini støðugt geltu, og tólvti mað­urin vann kapp­ing­ina móti við­halds­fólk­un­ um hjá mót­støðu­lið­ num. -Hetta var eitt liðavrik. Vit runnu fyri hvørja aðra og arbeiddu sera hart. Tað er framúr, at hetta vísti seg at bera úrtøku við sær. Vit eru ovurfegnar um sigurin í steypakappingini, sigur 30 ára gamla Rakul Magnussen, ið er aldurs­forseti á EBS/Skála liðnum. Hon var skansi í miðverjuni. Eftir at miðverjin Silja Johannesen hevði sæð reyða kortið, varð 16 ára gamla Lea Lisberg, sum fyrstu løtuna var vongverji í høgru, flutt í miðverjuna, har tær báðar – Rakul og Lea – stóðu seg væl. 20 ára gamla Durita Hummeland skoraði fyrra EBS/Skála málið. At tær so tíðliga vóru undirmannaðar bar við sær, at tað hjá teimum tíggju, sum vóru eftir á vøllinum, var neyðugt at arbeiða uppaftur meiri. -Talan var um rættiliga tætta og spennandi avbjóðing. Hjá okkum sá tað gott út, tá ið vit løgdu okkum framum, men so vendi tað heilt, tá ið vit fingu reytt kort ímóti okkum, og tær javnaðu við brots­ sparki. Í steðginum royndi Mathias Davidsen, venjarin, at lyfta okkum upp og at sannføra okkum um, at tað fór at bera til, hóast vit vóru undirmannaðar, sigur Durita Hummeland, og hon heldur fram: -Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru vit omaná, og tá ið Margunn skoraði, loysnaði tað eitt sindur. Vit runnu nógv, men kanska var tað skjótasti spurturin av øllum hjá mær, tá ið vit runnu yvir til Mar­gunn fyri at fegnast um framúr málið, ið vísti seg at vera nóg mikið til at vinna finaluna. Ein annar av lyklaspælarunum hjá steypavinnarunum var mál­verj­ in Anna Sunadóttir Hansen. Tað er ikki so langt síðani, at tað ljóðaði, at hon ætlaði sær at gevast at spæla fót­bólt. At hon framvegis verjir mál­ið fegnast tey í EBS/Streymi um. Hon hevði fleiri heilt góðar bjarg­ingar, og hon útstrálaði frið og álit millum liðfelagarnar. -Kanska tóku vit okkum ov nógv av løttum, eftir at vit bein­an­vegin løgdu okkum framum. Tá vunnu tær seg til nógvar góðar møgu­leik­ ar, men eftir steðgin løgdu vit fyri sum eitt óløgi, og tað ber illa til at lýsa kensluna, sum streymaði í kroppinum, tá ið Margunn Lind­ holm skoraði fantastiska málið til 2-1, sigur Anna Sunadóttir Hansen. Ansy Sevdal Jacobsen er lið­for­ maður hjá EBS/Skála og tók tí ímóti steypinum. Hon arbeiddi nógv á mið­vøllinum, og hon hevði onkrar royndir ímóti málinum: -Tá ið vit mistu Silju varð dags­ skráin broytt til, at tað nú ráddi um at verja støðuna. Tá ið Margunn Lind­holm so skoraði hatta rimmar málið, batnaðu fyritreytirnar hjá okkum heilt nógv. Margunn vísir okkum viðhvørt sovornar perlur, og tað var framúr, at hon átti eina at vísa í steypafinaluni. Eg eri fegin og ógvuliga stolt av øllum liðnum, sigur Ansy Sevdal Jacobsen. HB vónbrotið var stórt Í HB leguni sást vónbrotið at vera meitlað í andlitunum á spælar­un­ um. Í bæði fyrra og seinna hálvleiki høvdu tær stórar málmøguleikar, sum tó einki spurdist burturúr. Heidi Sevdal og Milja R. Simon­ sen vóru í fremstu røð støðugar hóttanir, men tær høvdu ikki marginal­irnar við sær. Milja til­ tuskaði HB brotssparkið, sum hon sjálv umsetti til 1-1. Í fleiri øðrum førum eydnaðist tað ikki í heilt góð­ um støðum at vinna úrtøku. Fleiri ferðir rann Milja frá verjuni og framvið málverjan vinstru­megin, og í tí eina førinum var málið opið, tá ið hon við vinstra beini sendi bóltin skeivu megin stólp­an. Í tí eina førinum sneiddi hon til høgru. Hon hevði møguleika at skjóta, men hon valdi at bíða og spældi so upp á tvørs til Heidi Sev­ dal, sum ikki heilt var í javnvág, tá ið hon úr fýra metrum og mitt fyri royndi at stýra bóltin í málið, men tað miseydnaðist, tí verjan bjargaði á málstrikuni. Í fleiri førum var Heidi Sevdal í eyð­kenda lagnum, tá ið hon sneiddi inn frá høgru og við vinstra beini sendi bóltin við kós ímóti handara síðu­neti, men marginalirnir vóru ikki við. Bæði Milja og Heidi vóru leys­ar í ein móti einum støðum við EBS/ Skála málverjan, men Anna Suna­ dótt­ir Hansen vann tví­dyst­ir­nar. -Hetta er triðja árið á rað, at vit tapa steypafinaluna við einum máli. Í 2016 var tað við 3-2 ímóti KÍ, í fjør var tað við 3-2 ímóti EBS/ Skála, sum vit nú taptu 2-1 ímóti. HB hevði málmøguleikar at vinna steypakappingina fyri fyrstu ferð síðani 2001, tá ið tað endaði 3-3,og HB vann brotssparkskapping ímóti KÍ. Síðani tá hevur HB verið í seks finalum og tapt allar. Tí kunnu vit ikki siga annað, enn at vit eru sera vónbrotnar. Serliga tá ið havt verður í huga, at vit høvdu so nógvar heilt stórar málmøguleikar, sigur HB málverjin Simona Heine­ sen. EB/Skála – HB 2-1 (1-1) Steypafinala kvinnur Leygardagin 25. august 2018 kl. 16.15 á Tórsvølli 1-0: Durita Hummeland 7. 1-1: Milja Simonsen br 34. 2-1: Margunn Lindholm 71. Dómarabólkur: Aron Sofus Vest, Arni Rasmussen, Kristian Gunnar Joensen og Janus Fossdalsá (fjórði dómari) EB/Skála: Anna Sunadóttir Hansen – Lea Lisberg, Rakul Magnussen, Silja Johannesen, Eyðbjørg Ellingsgaard (Íðunn Magnussen, 57.) – Kára Djurhuus, Ansy Sevdal Jacobsen, Margunn Lindholm – Birna Mikkelsen, Randi Fagradal (Sunnvá Johansen, 92.), Durita Hummeland Gult kort: eingin Reytt kort: Silja Johannesen 34. (beinleiðis reytt) Venjari: Mathias Davidsen Hjálparvenjarar: Sunnuvá Vesturdal og Óli Eidesgaard HB: Simona Heinesen – Julia Naomi Mortensen (Liljan av Fløtum, 83.), Sarita Mittfoss, Janita Ole-Jacobsen (Julia Helena Henriksen, 71.), Nadja Johannesen – Ása á Reynatúgvu, Sara Lamhauge, Rebekka Benbakoura – Heidi Sevdal, Milja R. Simonsen, Elin Maria Isaksen (Jónvá Hentze, 67.) Gult kort: eingin Venjari: Allan Dybczak Hjálparvenjari: Liljan av Fløtum FÓTBÓLTUR