mánadagur 27. august 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
B36-BALLÓNIR ENDAÐU Í NOREG
B36 gjørdi nakar B36-ballónir til steypafinaluna. Tær blivu settar saman í
nøkur bunti, og sleptar upp undir takið á Tórsvølli við dystarbyrjan. Hetta
gekk tó ikki heilt sum ætlað fyri ein av bólk av ballónunum. Tær sníktu
seg út um takið og fóru eina langa ferð. Í gjár komu boð á Facebook frá
Noreg, har nøkur fólk hava fingið vitjan av hesum B36-ballónunum. Úr
B36 hava tey verið skjót at boða frá, at tað er frá steypafinaluni í gár.
Tróndur Arge – Tórsvøllur
”Endiliga!”. Soleiðis ljóðaði yvir
skriftin í Sosialinum 17. august 1991.
Á forsíðuni sæst Tummas Eli Han
sen lyfta veðrahornini, sum eina
staðfest av, at B36 hevur vunnið
steypafinaluna móti HB. Tá fyri
fyrstu ferð síðani 1965.
Undan steypafinaluni dagførdi
Sosialinum tiltiknu myndina, tá
Tummas Eli Hansen (B36) og Kaj
Leo H. Johannesen (HB) tóku sjó
manstak. Nú 27 ár seinni hava vit
eisini dagført myndina av vinnara
num. Nú við Odmari Færø sum lið
skipara.
-Hetta er fyrstu ferð, at eg taki
ímóti einum steypi sum liðskipari.
Hetta er heilt fantastiskt, sigur Od
mar Færø.
Ein tann mest dramatiska
finalan nakrantíð
Finalan um Løgmanssteypið, sum
bleiv spæld frammanfyri beint
yvir 3.200 áskoðarum á Tórsvølli,
hevði fýra mál, tvey reyð kort og
tvær burturvísingar, longda leiktíð
og brotssparkskapping. Hartil eru
søgurnar nógvar. Annað árið á rað
hevur B36 spælt við níggju monn
um móti 11 ein part av eini granna
uppgerð, og vunnið.
Hevði B36 ikki javnað langt inni
í yvirtíðini, so hevði fantastiska
frísparkið hjá Adrian Justinussen
staðið eftir sum prikkurin yvir
i’num. Nú er tað Róaldur Jakobsen,
sum annað árið á rað hevur søkt
eitt HB-lið við tveimum spælarum
í yvirtal.
Hartil kom krúnprinsurin á
vøllin at handa heiðursmerkini,
meðan Askel V. Johannesen, løg
maður, ikki fekk orðið fram, tí
mikrofonin ikki riggaði.
Spældu vanligu kortini
Bæði Heimir Guðjónsson og Jákup
á Borg spældu mest væntaðu kort
ini, tá liðini blivu sett. Hjá HB var
einki ivamál, meðan B36 hevði sett
Róald Jakobsen á bonkin, meðan
Lukasz Cieslewicz skifti og sá út
sum, at hann ætlaði á vøllin. Hetta
er alt spæl, tí hann er skaddur í
minst tveir mánaðir, váttar hann
nú fyri Sosialinum.
Fyrri hálvleikur er ikki ogv
at skriva heim um. Steypafinaln
er blivin ein stórhending og tað
sást til tíðir, tá spælararnir vóru
ov grammir í tvídystunum. Hetta
kundi lættliga havt givið bæði eitt
og tvey gul kort.
Sjey ørir minuttir
Tað sum áskoðararnir ikki fingu í
fyrra hálveiki, fingu teir upp á sjey
minuttir í seinna hálvleiki. Fyrst
leggur Tróndur Jensen HB á odda
við góðum skotið úr 25 metrum.
Bara minuttir seinni er 1-1, eftir
at Kaimar Saag vinnur B36 brots
spark, sum Odmar Færø skorar
uppá. Í HB er ónøgdin við brots
sparkið stór.
Spælið er akkurát tikið upp
aftur, tá Adrian Justinussen medd
ar eitt fríspark í málið úr 35 metr
um. Nakað sum bara hann kann.
Ein sonn frísparksperla frá topp
skjúttanum í føroyskum fótbólti.
Í sjey minuttir er Tórsvøllur
kramur um fantastiskan spenning.
Rok, útvísingar og
Hannes Agnarsson
Restina av vanligari leiktíð roynir
B36 at trýsta. Í løtum er nær við,
men tá innskifti Robert Heðin
Brockie verður útvístur, eftir bara
ein minutt, so sær svart út hjá árs
talsfelagnum. Enn verri er, tá tað
blívur ilt millum spælararnar og
Benjamin Heinesen eisini verður
útvístur.
Við níggju monnum megnar
B36 tó at skora. Við næstan
seinasta sparki
num í vanligari
leiktíð,
verður
eitt
hornaspark
sent innfyri, har
innskifti
Hannes
Agnarsson skorar.
Nú er longd leiktíð,
men B36 skal spæla við
níggju monnum móti 11.
B36 við níggju –
roynt tað fyrr
Í fjør kom B36 i steypafinaluni
við millum annað, at vinna á HB í
hálvfinaluni. Í seinnu hálvfinaluni
var B36 í júst somu støðu. Við átta
útispælarum stóðu teir í tveimum
rekkjum á fýra og vardu. Teir fingu
eitt fríspark, sum Róaldur Jakobsen
skoraði upp á. Í evstu løtu kom so
tiltikna málið úr 72 metrum.
Tað var sum síggja eina endur
tøku tí dystinum, tá B36 í eini 4-4-0
uppstiling vardu javnleikin heim.
Tað stóð nógv á eina løtu, men fyri
hvønn minutt bleiv verjan betri,
meðan HB-spælið gekk seint.
Eftir dystin fekk FM1 orðið á lið
skiparan hjá
B36, Odmar Færø. Hann greiddi
skemtiliga frá, at hann faktist ikki
visti av, at B36 hevði fingið tveir
spælarar útvístar.
- Tá vit standa á miðjuni og
skulu byrja brotssparkskappingina,
sigi eg at vit eru bara tíggju. Tá
fái eg at vita, at vit eru also bara
níggju, tí Benjamin Heinesen eisini
er blivin útvístur. So kaotiskt
upplivdi eg seinastu løtuna, sigur
Odmar Færø, sum bleiv kosin til
dagsins spælara.
- Eg helt eisini, at vit blivu
øgiliga trýstir í longdu leiktíðini,
men nú gevur tað
sjálvnadi
meining,
sigur Odmar Færø og
flennur.
Róaldur við
avgerandi
sparkinum
Í
brotssparkskappingini
er B36 omaná, eftir at Rói
Mørk Hentze hevur bjargað
brotssparkinum
frá
John
Frederiksen. Tað endar við, at tað er
Róaldur Jakobsen, ið stendur eftir
við avgerandi brotssparkinum.
- Eg havi vant eitt ávíst spark
í vikuni, men eg broytti meining í
evstu løtu. Eg vil ikki siga júst hvar
eg ætlaði at skjóta, men tað var
gott, tí eg endaði við at skora, sigur
Róaldur Jakobsen.
Gleðin og fagnaður mundi
ongan enda tikið. Odmar Færø og
liðfelagirnir hava nú skrivað sína
egnu søgu. At hon í støðum líkist
søguni frá 1991, passar nú bara væl
til sjómanstakið og upptaktina her
í blaðnum.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
B36 er steypavinnari
Fyri fyrstu ferð hevur Odmar Færø tikið ímóti einum steypi
sum liðskipari. Hetta er eisini fyrst ferð síðani 2006, at
B36 vinnur Løgmanssteypið. Samanberingarnar við B36
og Tummas Eli Hansen í 1991 eru til at fáa eyga á
FÓTBÓLTUR
”ENDILIGA!”