Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Her greiðir Robert Heðin Brockie frá upplivingini leygarkvøldið, tá hann bleiv útvístur eftir bara ein minutt á vøllinum: -Hatta var ein heilt løgin upp­ living, sum eg faktiskt ikki ord­ liga eri komin yvir enn. Tað byrjar alt við at eg fái boðini rímiliga tíðliga í seinna hálvleiki um at halda meg heitan fyri at verða klárur at koma inn í mið­verjuna. Eg komi so inn í 85. minutti, har vit senda Odmar fram í álop­ ið, meðan eg skal verða einsa­ mallur í miðverjuni hesar sein­ astu minuttirnar. Í fyrsta opna spæli­num kemur ein langur bóltur úr HB verjuni. Eg royni at time’a bóltin sum fragast, men glíði samstundis sum eg skal fara upp í luftbóltin. Tá eg reisi meg aftur, er HB-spælarin eitt fet frammanfyri meg, og tí velji eg so at hála eitt sindur í troyggjuna hjá honum, fyri ikki at lata hann sleppa. Robert Heðin um at sita í skiftirúminum: -Tá eg fekk reyða kortið, var eg vísur í at alt var yvirstaðið, og at skyldin lá á mínum herðum. Eg skundaði mær at renna av vøllinum, fyri at vit kundi fáa so nógva tíð sum gjørligt at spæla í. Eg setti meg inn í skift­ingar­rúmið og var heilt skelkaður. Alt gekk so skjótt. Hugsaði at fara beint avstað. Aftaná eina løtu hoyri eg, at alt byrjar at kóka á vøllinum. Tá var eg sikkur uppá, at støðan var 3-1 til HB. Men so kom onkur inn og segði at støðan var 2-2. SMS- boðini tikkaðu inn uttan íhald, meðan eg sat har. Teir næstu 30 minuttirnar, tordi eg ikki at hyggja eftir. Eg sat inni í skiftingarrúminum og taldi minutt­ir, og hopaði at ikki hoyra nakran rópa ímillum minuttirnar. Tá eg fekk at vita at eykatíðin var liðugt, fór eg út at hyggja eftir brotssparkskappingini. Tí var tað ein serliga góð kensla fyri meg og mína samvitsku, tá Róaldur setti handan seinasta bóltin í málið. Eg eri bara heilt ótrúliga glaður fyri megnar innsatsin frá mínum liðfeløgum. Robert Heðin um útvísingina av Benjamin Heinesen: -Eg sá ikki Benjamin fyrr enn aftaná boðini um 2-2 málið, so tá eg sá hann fekk eg beinanvegin hesa "deja vu" kensluna, frá hálvfinaluni í fjør móti HB. Men eg fekk meg ongantíð ordliga til at trúgva upp á, at tað fór at eydnast aftur, sigur Robert Heðin Brockie, um serligu upplivingina leygarkvøldið. 21. umfar B36 0 7 HB 0 6 6 7 7 7 4 7 6 9 7 7 6 8 4 8 4 7 7 7 6 5 4 3 RÓI M. HENTZE TEITUR M. GESTSSON ALEX MELLEMGAARD JÓGVAN RÓI DAVIDSEN BJARNI PETERSEN MEINHARD E. OLSEN BARTAL WARDUM ODMAR FÆRØ ERLENDUR MAGNUSSON LASSE ANDERSEN ANDRIAS H. ERIKSEN Róladur Jakobsen (Inn 73.min) Hannes Agnarsson (Inn. 80.min) Robert H. Brockie (Inn. 85.min) Jógvan Skeel Nolsøe (Inn 78.min) Dan í Soylu (Inn 78.min) John Frederiksen (102.min) 5 7 7 7 4 1 Dómari: Kári á Høvdanum Hetta var avgjørt ikki ein løtt uppgáva, og Kári hevði úr at gera. Í løtum dømdi hann væl, men tað vóru eisini støður, har kortini kundi komu nakað fyrr. Sum heild dømdi Kári væl, men vantandi revsingarnar ávirka eisini. Tá tað er sagt, so heldur færri, enn for nógv kort. 6 Robert Heðin útvístur eftir ein minutt B36 - HB 2-2 (0-0) eftir longda leiktíð 0-1: Tróndur Jensen 56. 1-1: Odmar Færø br 60. 1-2: Adrian Justinussen 63. 2-2: Hannes Agnarsson 95. Brotssparkskapping 2-3: Lasse Andersen 3-3: Odmar Færø 3-4: Magnus Egilsson 4-4: Alex Mellemgaard 4-4: John Frederiksen kiksar 5-4: Meinhard E. Olsen 5-5: Adrian Justinussen 6-5: Erlendur Magnusson 6-6: Dan í Soylu 7-6: Róaldur Jakobsen B36: Rói Mørk Hentze – Andrias H. Eriksen (Hannes Agnarsson, 80.), Bjarni Petersen (Robert Heðin Brockie, 85.), Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Michal Przybylski (Róaldur Jakobsen, 73.) – Kaimar Saag Gult kort: Bjarni Petersen, Odmar Færø, Rói Mørk Hentze Reytt kort: Robert Heðin Brockie 86. (beinleiðis reytt), Benjamin Heinesen 93. (beinleiðis reytt) Venjari: Jákup á Borg Hjálparvenjari: Fróði Clementsen HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Brynjar Hlöðversson (John Frederiksen, 102.), Tróndur Jensen – Adrian Justinussen, Grétar Snær Gunnarsson, Símun Samuelsen (Dan í Soylu, 78.) - Ari Mohr Olsen (Jógvan Skeel Nolsøe, 78.) Gult kort: Brynjar Hlöðversson, Bartal Wardum, Grétar Snær Gunnarsson Venjari: Heimir Guðjónsson Hjálparvenjari: Rasmus Nolsøe ODMAR VISTI IKKI AT BENJAMIN VAR ÚTVÍSTUR - Tá vit standa á miðjuni og skulu byrja brotssparkskappingina, sigi eg at vit eru bara tíggju. Tá fái eg at vita, at vit eru also bara níggju, tí Benjamin Heinesen eisini er blivin útvístur. So kaotiskt upplivdi eg seinastu løtuna, sigur Odmar Færø, sum bleiv kosin til dagsins spælara. MAGNUS EGILSSON SÍMUN SAMUELSEN TRÓNDUR JENSEN BRYNJAR HLÖÐVERSSON ADRIAN JUSTINUSSEN ARI M. OLSEN GRÉTAR S. GUNNARSSON ELI F. NIELSEN BENJAMIN HEINESEN KAIMAR SAAG MICHAL PRZYBYLSKI