Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Evropeiska hondbóltssambandið boðar frá, at Føroyar, vegna vantandi umstøður, ikki sleppa at spæla EM- dystir á heimavølli. 39 ára gamli stríðsmaðurin á Víkinga- miðvøllinum, Hans Jørgen Djurhuus, takkar fyri seg sum fótbóltsspælari. Tríggir dystir eru í Betrideildini, har NSÍ heldur silvurkósina við sigri á AB, meðan TB/FCS/Royn óvæntað vinnur á Víkingi. Steypafinalu­ vikuskifti er á Tórsvølli, har B36 fer við tí mesta í ungdómsdeildini. Í U21 vinnur HB eftir brotssparkskapping á EB/Streymi. Við dreymafrísparki syrgir Margunn Lindholm fyri 2-1-finalusigri á HB og at EBS/ Skála endurvinnur steypakappingina hjá kvinnum. Fríðrikur Krúnprinsur handar B36 heiðursmerkini, sum við níggju monnum ímóti 11 vinnur ógloymandi finalu um Løgmanssteypið ímóti HB. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Emma Hansdóttir Aldur: 17 Yrki: Fótbótlsspælari (B36 U18) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. 2010 2. Skjern 3. Ronni Møller-Iversen 4. Lewis Hamilton 5. Íslandi 6. Ljósið 7. Andreas F. Hansen 8. Sámal Erik Hentze (Bagge) 1. Hvat ár tók Christian F. Andreasen við sum forseti í Fótbóltssambandi Føroya? 2. Í hvørjum donskum býi spæla føroysku hondbóltsmenninir EM-heimadyst ímóti Danmark? 3. Hvør spælir í troyggju nummar 7 hjá KÍ í Betrideildini hjá monnum? 4. Hvør er verandi heimsmeistari í formil 1? 5. Úr hvørjum landi er nýggi landsliðsvenjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti? 6. Í Tórshavn eru tvey stór fimleikafeløg. Havnar Fimleikafelag er annað, hvussu eitur hitt? 7. Hvussu eitur nýggi venjarin hjá hondbóltsmonnunum hjá KÍF? 8. Pápi B36-málverjan á myndini, Róa Mørk Hentze, er kendur venjari. Hvussu eitur hann? Hvat var taktikkurin hjá tykkum til finaluna? - Vit avtalaðu, at vit skuldu leggja høgt press fyrsta korterið og á tann hátt fáa tamarhald á dystinum. HB-liðið er eitt gott lið, men vit vistu, at um vit spældu okkara spæl og gjørdu tað, ið vit duga allerbest, so høvdu vit góðar møguleikar at vinna dystin. Høvdu tit væntað, at tit fóru at vinna so stórt? - Nei, vit hugsaðu ongantíð um málmun. Vit vildu bara vinna hesa finaluna, tí tað er so nógv stuttligari at vinna enn at tapa. Um vit vunnu við einum máli ella við fimm málum var líkamikið. Tú skeyt tvey frísparksmál - hvat hugsaði tú áðrenn tú skeyt? - Eg hugsaði um abba mín. Hann eitur Napoleon Joensen og spældi við B36 fyrr í tíðini. Hann segði við meg áðrenn finaluna, at fekk eg eitt frískpark í góðari frástøðu, so skuldi eg skjóta upp á mál. Tað gjørdi eg so tvær ferðir á rað. Og bólturin fór báðar ferðirnar beina kós í málið. Hvussu var upplivingin annars at spæla í so góðum umstøðum? - Tað var veruliga stuttligt at spæla handa dystin. Tórsvøllur er ein sera inspirerandi fótbóltsvøllur. Áskoðararnir heppaðu bæði liðini gjøgnum allan dystin, og eg havi ikki upplivað tað áður, at so nógv fólk eru savnaði fyri at hyggja eftir gentufótbólti. Hvat er tað, sum ger hetta liðið hjá B36 so gott? - Vit hava góðar venjarar, sum ganga høgt upp í teirra arbeiði. Genturnar á liðnum hava ymiskar dygdir. Vit hava bæði arbeiðshestar og teknikkarar. Vit hava spælarar, ið eru torførar at spæla ímóti, og vit hava spælarar, ið eru torførar at fáa bóltin av. So fjølbroytni á liðnum er heilt sikkurt okkara sterkasta síða. ”Hetta bjargaði kappingarárinum hjá okkum. Hetta var verðinsklassi.” - Jákup á Borg, B36-venjari, eftir finalusigurin á HB ”Tað eru fólk, ið hava betri evnir enn tú, men tað er eingin umskyldningur fyri at nakar skal venja harðari enn tú.” - Derek Jeter, baseball-spælari 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Myndin hesa vikuna Tað var ikki tað góða spælið, sum fór avstað við yvirskriftunum, tá ið FC Barcelona vann 1-0 í Valladolid leygardagin. Tað var ein út av lagi vánaligur vøllur, sum fór avstað við størsta uppmerkseminum