Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. august 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. august 2018 · Nr. 98 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Frí­sparks­ perlur og steypa­ kemparar Steypafinalurnar í ár hava prógvað, at tað loysir seg stríðast, hóast tað gongur tær ímóti. Bæði B36 og EB/Streymur/Skála vóru í undirtal ein part av finaluni, men standa eftir sum vinnarar. EB/ Streymur/Skála fekk bæði reytt kort og brotsspark ímóti sær, men vendi øllum við einum fantastiskum frísparki. Fari so langt, sum at kalla tað fyri eitt perfekt fríspark. Kann tað gerast betri enn hatta? Í finaluni um Løgmanssteypið sóu við aftur, at tað ber til at vinna í undirtal. Annað árið á rað hevur B36 megnað at skora og vunnið samanlagt við níggju móti ellivu í eina part av dystinum. Í báðum førum hevur talan verið um HB sum mótstøðulið. Eg skal ikki skriva her, at tað er í ordan at tað blívur rokaliga á vøllinum, men tað stendur also nógv upp á spæl. Hartil er hetta tann ultimativi dysturin, tí talan er eisini um eina grannauppgerð. Eg veit ikki um eg sigi for nógv, men mær dámar also at spælararnir leggja nógv fyri í at vinna. So er spurningurin bara hvat Krúnprinsurin heldur um tað heila? Steypavikuskiftið hjá Fótbóltssambandinum tykist at rigga avbera væl. Einasti kritikkurin er, at áskoðararnir ikki sleppa at renna á vøllin, og at steypið er so heilt fantastiska ljótt og óføroyskt. Eg skilji, at tá Krúnprinsurin er á vitjan, so er tað nakað serlig. Um hetta ikki er tað nýggja, so er alt í ordan. Steypið hinvegin, tað burdi also fingið eitt serføroyskt íkast. Mær dámar væl vedrahornini, mest tí tað er ein partur av hvørji vit eru. Annars til lukku til annar steypavinnararnar :) Tróndur Arge – Tórsvøllur Jógvan Rói Davidsen og Magnus Egilsson úr HB, eru nýggur í landsliðshópinum, sum skal spæla móti Malta og Kosovo. Fyrsti dysturin er á heimavølli móti Malta fríggjadagin 7. september, og tríggjar dagar seinni skal føroyska liðið spæla á útivølli móti Kosovo. Lars Olsen segði millum annað, at Fróði Benjaminsen er givin á landsliðnum, meðan spælarar sum Patrik Johannesen, Ári M. Jónsson og Jónas Tor Næs ikki eru tøkir vega skaða. Hartil hevur hann ikki úttikið spælarar á U21-landsliðnum, sum skal spæla móti Póllandi samstundis. -Um ein U21-landsliðsspælari ikki byrjar inni hjá okkum, so haldi tað er betri at teir spæla við U21-landsliðnum og eru lyklaspælarar har, sigur Lars Olsen. Hann segði eisini, at hann sá góðu gongdina hjá HB í landskappingini, sum eitt gott grundarlag fyri at taka Jógvan Róa Davidsen og Magnus Egilsson út fyri fyrstu ferð, umframt at Tróndur Jensen er aftur í landsliðshitanum. Jógvan Rói spentur Fyri 26 ára gamla Jógvan Róa Davidsen ehvur landsliðið altíð verið ein dreymur. -Eg minnist tá vinmenninir vildu hava Premier League troyggir, tá vildi eg havi føroysku landsliðstroyggjuna. Hetta er eitt lítið plástur á sárið, eftir tapið í steypafinaluni, sigur Jógvan Rói Davidsen. Liðfelagin hjá honum, Magnus Egilsson, er eisini spentur. Hann hevur í ár spælt væl á vinstra bakki hjá HB. -Hetta eri eg sjálvandi fegin um. Eg havi roynt ikki at hugsa um tað, men fekk í gjár boð um at eg var úttikin, sigur Magnus Egilsson. trondur@sosialurin.fo Jógvan Rói og Magnus við fyri fyrstu ferð Landsliðið úttikið: Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur í dag kunngjørt hópin til landsdystirnar í nýggju Nations League móti Malta og Kosovo í næsta mánað. Tveir nýggir mans eru í hópinum