týsdagur 28. august 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. august 2018 · Nr. 99
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hallur av Rana
Sum smágenta plagdi Linda
Vest Niclasen at eygleiða
stóru flogførini, sum hvønn
dag komu og fóru frá flog
vøllinum, ið lá skamt frá
barndómsheiminum í Sør
vági. Hon plagdi at kaga
upp í himmalin, meðan flog
skipararnir settu ferð á, so at
stóru og tungu maskinurnar
fingu lyft seg upp frá lítla
fjørðinum vestantil í Før
oyum og settu kós móti
fremmandum londum.
Pápi Lindu, Jørgen Nicla
sen, var eisini mangan á ferð
uttanlands í samband við
familjufyritøkuna í Sørvági
ella politiska yrki, og var
Linda von við at fylgja væl
við nær flogførini komu, so
at tey kundu taka stuttu leið
ina niðan á flogvøllin at taka
móti heimkomna pápanum.
Meðan hugurin hjá øðr
um leitaði sær til tey støð, ið
ferðafólkini fjakkaðu til, so
vóru ta maskinurnar, ið berg
tók Lindu Vest Niclasen. So
nógv, at Sørvágsfjørður og
flogfør enn fylla ein stóran
part av hennara lívi.
Gott tjúgu ár aftaná, at
smágentan plagdi at gána
upp móti himlinum, hyggur
hon nú niður á bygdina. Dal
andi oman gjøgnum skýggini
inn eftir Sørvágsfirði kagar
hon sum stýrismaður um
borð á Atlantic Airways nú
yvir heimbygdina, har hon
plagdi at standa og fylgja við
innflúgvingini, meðan flog
farið trygt setur seg á vøllin.
Ein barnadreymur er vorðin
veruleiki.
Verður ikki flottari
Fyri 25 ára gomlu Lindu
Vest
Niclasen
gjørdist
barnadreymurin veruleiki,
tá
ið
hon
fríggjadagin
fyri fyrstu ferð setti seg
í flogklivan á Airbus 319,
Atlansflog RC456 við kós
móti
Keypmannahavn.
Um tímarnir undan ferðini
vóru merktir av nervum, so
hvurvu allir tá hurðin fór aft
ur til flogklivan.
- Eg var øgiliga spent
tann dagin. Eg hugdi hvussu
veðrið var, læs upp á manna
gongdirnar hjá Atlantic Air
ways og gjørdi alt, so at eg
var klár til hendan túrin.
Men tá eg so kom umborð
og hurðin til flogklivan lat
aftur, hugsaði eg als ikki
yvir, at flogfarið var fult
av ferðafólkum. Tað ein
asta, ið var í huganum tá,
var at fara upp frá í øllum
góðum og lenda trygt aftur
í
Keypmannahavn,
sigur
Linda Vest Niclasen um
fyrsta túrin sum stýrimaður
umborð á einum av flogfør
unum hjá Atlantic Airways.
Enn hevur Linda Vest
Niclasen ikki teir flogtímar
og royndir, ið krevst fyri at
lenda í Vágum, men situr hon
sum stýrimaður við síðuna
av flogskiparanum, tá hann
byrjar
innflúgvingina
til
Vága floghavn. Og fyri eina
unga kvinna, ið er uppvaksin
í Sørvági, er tað ein heilt
serlig kensla at flúgva inn
gjøgnum Sørvágsfjørð ein
góðveðursdag.
- At fara vesturum Vág
oynna í 4.000 fót, snara um
Tindhólm og dala inn gjøgn
um Sørvágsfjørð og lenda á
bana 12 er nokk mín yndis
innflúgving. Tað fær smílið
fram hvørja ferð. Men tá
veðrið er ringt og fólk eru
bangin situr man ikki og
smílist. Tá miðsavnar man
seg um uppgávuna, brúkar
vitanina um veður og vind,
royndirnar hjá flogskipara
og felagnum, upplýsingar
frá torninum og greinar
støðuna við skiparanum.
Sum flogskipari er tað eisini
nógv meira mennandi enn at
flúgva suðureftir hvønn dag,
har sólin altíð skínur og man
ikki skal taka støðu til veður
ella vind, sigur Linda Vest
Niclasen.
Byrjaði sum flogterna
Tað var tá Linda Vest Nicla
sen var liðug í student, at
hon fekk hug at royna seg í
flogvinnuni. Dreymurin um
at flúgva var enn á lívi, men
fyri at vita, um flogvinnan
var nakað fyri seg, valdi hon
at fyrst at royna seg sum
flogterna.
- Eg var leingi í iva um
hetta lívið var nakað fyri
meg. Tað er ein øgiliga hørð
og óviss vinna. Man er nógv
burtur og tað passar illa
saman við einum familjulívi.
Men tá eg var liðug í student,
valdi eg kortini at søkja starv
sum flogterna hjá Atlantic
Airways fyri at fáa eina fatan
av flogvinnuni, greiðir Linda
Vest Niclasen frá.
Tíðin sum flogterna um
borð á flogførunum hjá før
oyska
tjóðarflogfelagnum
var ein so mikið góð uppliving
og arbeiðsumhvørvið gott,
at Linda Vest Niclasen ikki
longur var í iva. Ein framtíð
í flogvinnuni bíðaði.
Hvør túrur ein
próvtøka
Linda Vest Niclasen søkti inn
á ein skúla fyri flogskiparar
í Danmark, meðan hon helt
fram í starvinum sum flog
terna hjá Atlantic Airways.
Talan var um nøkur spenn
andi, men hørð ár í skúla
num.
- Tað krevst ein sterkur
vilji fyri at gerast flogskipari.
Tað er ein øgiliga krevjandi
lesnaður, tí man hevur onga
summarferiu og einki viku
skifti. Tað verður koyrt á
uttan íhald, sigur Linda Vest
Niclasen um lestrartíðina og
leggur afturat.
- Hvør túrur í flogfarinum
var sum at vera til eina próv
tøku, tí man bleiv dømdur
hvørja ferð. Tað er hart og
um viljin ikki er til staðar,
so er tað neyvan møguligt at
gjøgnumføra.
Fekk dreymastarvið
Viljin hjá Lindu Vest Niclasen
var til staðar og í vár kundi
hon fegnast um, at hon var
útbúgvin
flogskipari.
Nú
galt tað einans um at finna
eitt starv í einari vinnu, ið er
merkt av høgum arbeiðsloysi
og harðari kapping um tey
góðu størvini.
- Tá man er liðug í skúla
num er bara eitt í huganum
hjá næmingum og tað er at
sleppa út at flúgva. So man
søkir bara alt tað, ið man
kann. Men sum føroyingur
er dreymurin sjálvandi at
sleppa at flúgva fyri tjóðar
flogfelagið, sigur Linda Vest
Niclasen.
Um hetta mundi var
Linda Vest Niclasen enn í
starvi sum flogterna umborð
hjá Atlantic Airways, so tá
HR-leiðarin
hjá
Atlantic
Airways ein dagin ringdi til
hennara, hugsaði hon, at
tað helst var í samband við
onkran túr sum flogterna.
- Tað var einki løgið í tí, tí
tað kundi vera okkurt í sam
band við starvið sum flog
terna. Men so segði hann,
at hetta vóru eini skjót boð,
tí hann vildi bara siga, at eg
hevði fingið starvið, minnist
BARNADREYMURIN
GJØRDIST VERULEIKI
- At fara vesturum Vágoynna í 4.000 fót, snara um Tindhólm og dala
inn gjøgnum Sørvágsfjørð og lenda á bana 12 er nokk mín yndis
innflúgving. Tað fær smílið fram hvørja ferð. Men tá veðrið er ringt
og fólk eru bangin situr man ikki og smílist. Tá miðsavnar man seg
um uppgávuna, brúkar vitanina um veður og vind, royndirnar hjá
flogskipara og felagnum, upplýsingar frá torninum og greinar støðuna
við skiparanum. Sum flogskipari er tað eisini nógv meira mennandi enn
at flúgva suðureftir hvønn dag, har sólin altíð skínur og man ikki skal
taka støðu til veður ella vind, sigur Linda Vest Niclasen, sum hevur
fingið dreymastarvið sum stýrimaður umborð á Atlantic Airways
- Mett verður, at
einans fýra prosent av
øllum flogskiparum eru
kvinnur, so støðan er
munandi betri í
Føroyum enn aðrastaðni