týsdagur 28. august 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. august 2018 · Nr. 99
TÍÐINDI
Linda Vest Niclasen aftur á.
Boðini komu óvart á hana
og svaraði hon HR-leiðara
num, at hon mátti líka seta
seg, áðrenn hon fekk svara.
- Eg mátti seta meg niður,
tí tað var sum at vinna lotto.
Tað er so sjáldan, at man í
hesi vinnuni sleppur beint
frá skúlabeinki til tað starv
ið, ið man ynskir, sigur Linda
Vest Niclasen.
Frá flogternu til
stýrimann
Seinasti túrurin hjá Lindu
Vest Niclasen sum flogterna
var 11. juni í ár. Tríggjar dagar
seinni setti hon kós móti
Suðurfrakland, har hon í
seks vikur fekk venjing í at
flúgva Airbus flogførini hjá
Atlantic Airways.
Tá venjingin í Frakland
var liðug gekk leiðin til Aal
borg, har vant varð at lenda
eitt ferðamannaflogfar. Ein
venjing, ið flogskiparar skulu
gera seks ferðir, áðrenn tey
sleppa at flúgva við ferða
fólki.
Fríggjadagin í síðstu upp
rann so endiliga dagurin, tá
Linda Vest Niclasen fekk
møguleikan at sita í flog
klivanum og flúgva eitt
flogfar frá Føroyum til Dan
markar. Í dag er hon ein av
tveimum kvinnuligu flog
skiparum hjá Atlantic Air
ways.
- Mett verður, at einans
fýra prosent av øllum flog
skiparum eru kvinnur, so
støðan er munandi betri í
Føroyum enn aðrastaðni,
sigur Linda Vest Niclasen.
Fyrstu tíðina heldur ungi
flogskiparin til í Keypman
nahavn, har hon fyrst og
fremst fer at flúgva charter
rutu-túrar fyri Atlantic Air
ways. Tað inniber, at Linda
Vest Niclasen sleppur víða
um í síni fyrstu tíð sum flog
skipari.
- Tá eg flúgvi charter,
so kann man fáa túrar alla
møguliga staðni. Í september
kann eg flúgva til støð sum
Malta,
Rhodos,
Dublin,
Pristina í Kosovo, Lissabon,
Róm, Napoli, Manchester og
Preveza. Einastu flogvøllirnir
eg ikki sleppi at lenda á enn
eru Føroyar, Reykjavík og
Innsbruck, tí har krevst eitt
ávíst tímatal og góðkenning
fyri at kunna lenda, sigur
Linda Vest Niclasen.
hallur@sosialurin.fo
- Eg mátti seta meg niður, tí tað
var sum at vinna lotto. Tað er so
sjáldan, at man í hesi vinnuni sleppur
beint frá skúlabeinki til tað starvið,
ið man ynskir
- Hvør túrur í flogfarinum var
sum at vera til eina próvtøku, tí
man bleiv dømdur hvørja ferð. Tað
er hart og um viljin ikki er til
staðar, so er tað neyvan møguligt
at gjøgnumføra