Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. august 2018 · Nr. 99 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skráin bleiv broytt fyri at eftirlíka ynskjunum hjá krúnprinsbørnunum at sleppa at nýta nýggju fimleikadraktirnar, tey fingu. Danjal av Rana Øll, sum hava verið og ferðast við smá­um børnum kenna til avbjóð­ ing­arnar við at draga tey runt í býn­um at hyggja eftir hesum og has­um. Hóast hugurin kann vera stór­ur um morgunin, so hvørvur hann ofta rættiliga skjótt. Soleiðis mundi eisini vera hjá krún­prinsfamiljuni, tá tey í farnu viku vitjaðu í Føroyum. Eingin ivi er um, at nógvir føroyingar gleddu seg til at síggja Christian, Isabellu, Vincent og Josephinu, børnini hjá krúnprinsparinum. Og nógv fingu eisini høvi. Tá Dannebrog legði at bryggju í Havn, í Klaksvík og á Glyvr­um, stóðu tey á brúnni og veittr­aðu, og gingu í land saman við for­eldrunum. Tey vóru eisini sam­an við foreldrunum á øllum vitj­an­un­um fyrrapartar, men sum dag­urin leið, sást eisini á børn­un­ um, at tey fóru at leiðast. Tí sluppu tey yvirhøvur undan at vera við foreldrunum seinna­ part­arnar, undantikið Christian, prins­ur, sum var við pápa sín­um, mill­um annað á Glasi og í Sjó­vinnu­ hús­in­um. Danskir miðlar vildu vita, um hetta var eitt tilvitað val hjá foreldr­ unum, at spakuliga fyri­reika elsta sonin til leiklutin sum krún­prins­ur og seinni kongur, men Mary, krún­ prinsessa vísti hesum aftur. - Heldur er tað tað, at hann er tað eldri enn systkin síni. Hann orkar betri at fylgja við, er meiri áhugaður í fólki og samfelagsviðurskiftum og hevur størri vitan enn systkin síni. So tað er hansara egna val, segði hon. Meðan foreldrini vóru til veitslu­døgurða í Norðurlanda­hús­ in­um, hugnaðu børnini sær í svimji­ høll­ini í Gundadali, og leygardagin, tá krún­prinsfamiljan vitjaði á Skála­fjørð­inum, mátti øll skráin broyt­ast. Ætlanin var, at børnini skuldu fara við mammu síni til BØRNINI HUGNA SÆR Í BYLGJUNI KONGALIG VITJAN