Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. august 2018 · Nr. 99 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – FSF húsið Føroyska A-landsliðið í fótbólt skal 7. og 10. septembur spæla móti Malta og Kosovo. Hetta eru fyrstu dystirnir í nýggju Nations League kappingini, sum skal avloysa týdn­ ing­arleysu venjingar­lands­dyst­irnir. Hetta er samstundis okkara størsti og besti møguleiki nakran­ tíð, at vinna okkum til eitt enda­ spæl. Vit skulu kappast við 16 tey lægst styrkismettu londini í Evropa um eitt atgongumerki til EM 2020. Vit eru í bólki við Malta, Kosovo og Aserbadjan. Fyri at koma víðari skal Føroyar vinna bólkin. Tað eru fýra bólkar, sum síðani spæla hálvfinalur og síð­ani eina Nations League finalu. Vinnari verður við til EM 2020 enda­spælið, sum verður kring alt Evropa. Tað ljóðaði ørt, tá Christian F. Andreasen, forseti í Fótbólts­sam­ band­inum, fagnaði A-landsliðnum eftir sigurin í Grikklandi í 2014 við at siga, at málið nú er EM 2020. Tá visti hann, at hendan kappingin var í gerð. Nú skulu vit kappast við tey 16 londini í Evropa, sum vit mest kunnu samanbera okkum við ítróttarliga. -Eg trúgvi upp á tað, og tað vænti eg eisini at spælararnir gera, sigur Lars Olsen, føroyskur lands­ liðs­venjari. Fyrsta landsliðsúttøkan Mánadagin bjóðaði Fótbóltssam­ bandið til tíðindafund, har lands­ liðið til dystirnar móti Malta á Tórs­vølli, og Kosovo á útivølli bleiv úttikið. Nýggir í hópinum eru Jógvan Rói Davidsen og Magn­us Egilsson úr HB. Hartil eru spæl­ arar sum Heini Vatnsdal (Frem­ad Amager, Danmark), Alex Mellem­ gaard (B36) og Gunnar Vatnhamar (Vík­ingur) við aftur. Sermerkt er, at Fróði Benjamin­ sen ikki er við, meðan spælarar sum Pól Jóhannus Justinussen og Árni Frederiksberg hava boðað frá, at teir ikki eru tøkir. Eisini hevur lands­liðs­venjarin valt at lata U21- landsliðs­spælararnar verða á U21- landsliðnum, sum skal spæla móti Póllandi 7. septembur. Nations League dysturin móti Malta verður 7. septembur á Tórs­ vølli, meðan dysturin móti Kosovo 10. septembur er á útivølli. trondur@sosialurin.fo Lars Olsen um landsliðsúttøkun Lars um at Fróði Benjaminsen ikki er úttikin: - Eg havi tosað leypandi við Fróða. Hann boðaði frá, at hann fór at gevast, men byrjaði so aftur. Tað er tað sama, sum er hent nú. Hann er komin nakað upp í árini sum fótbóltsspælari, og vit leita eftir einum avloysara á hansara plássi. Fróði hevur gjørt tað ótrúliga gott fyri landsliðið, eisini í tíðini, sum eg havi verið venjari. Hann blívur ikki yngri, men tað er fantastiskt, at hann blívur við enn. So hetta er ein roynd at leita eftir einum avloysara, og venjingarlegan í Marbella vísti, at vit hava fleiri møguleikar. Lars um samansetingina á miðvøllinum: Eg havi eina mynd í høvdinum, har eg hugsi hvussu tað kann koma at síggja út. Men eg kann ikki læsa meg fastan á nakað, tí venjingin undan dystunum kann eisini broyta tað. Eg vil tó siga, at fyrri hálvleikurin í fyrsta dystinum í Marbella, har René Shaki Joensen spælir á verjukenda miðvøllinum, er góður. Hann hevur kropsligur fyritreytirnar, at gera tað gott á miðjuni. Hann kann takla, hann er harður, skjótur á fótum, men tað er ein lítil vansi, at hann í seinastu hevur verið áleypari hjá Grindavík, og verður fluttur runt á vøllinum. Harvið er ikki sagt, at hann kemur at spæla júst á miðvøllinum, tí hann kann eisini spæla á vonginum og á bakkinum. Her eru fleiri spælarar, ið tú kanst flyta runt við. Eg havi ein mynd av hvussu vit gera, men venjingin kann broyta tað. Tað kunnu eisini koma onnur ting í vegin, eitt nú skaðar. Lars um U21-spælararnar: Tað eru U21-landsliðspælarar, sum banka uppá. Tað er positivt, at teir dominera í deildini. Eg havi valt at lata U21- landsliðsspælararnar spæla á U21-lands­liðn­ um, so leingi eg ikki kann siga, at teir høvdu byrja inni hjá okk­um. Tá teir eru ov gamlir til U21-lands­ liðið, so eru hatta spæl­arar, sum vit hyggja eftir. Tað er týdn­ing­armikið, at teir fáa altjóða royndir. Teir skulu eisini til at læra hvussu vit gera tað, tí tað er øðrvísi at spæla á U21 og A-landsliðnum. Tað er bara til líknandi samlingar, at vit kunnu læra teir tað. Eg vænti, at longu í novembur koma vit at síggja fleiri teirra í hóp­in­ um, har vit fara at royna at FÓTBÓLTUR Lars Olsen hevur úttikið til fyrstu dystirnir í Nations League kappingini, sum er okkara størsti møguleiki nakrantíð at koma til eitt endaspæl. Onkur kanin kom úr hattinum OKKARA STØRSTI MØGULEIKI FYRI EINUM ENDASPÆLI Nations League: Jógva Rói Davidsen og Magnus Egilsson, mynd FSF