Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. august 2018 · Nr. 99 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 gera teir til reiðar til A-landsliðið. Lars um nýggju menninar: Alex Mellemgaard var við á Marbella og spældi móti Likten­ stein. Har gjørdi hann tað væl og spæl­ir væl við B36. Hann hevur verið tætt við fyrr, men tá sum vinstri miðvallari. Tað plássið kann hann eisini spæla. Alex er ikki ein gamal spælari, og hann kann brúka tíð at mennast. Jógvan Rói Davidsen og Magnus Egilsson hava gjørt tað væl í HB. Teir eiga stór lut í góðu gongdini í ár frá hvør sínum bakkplássi. Her í Føroyum hava vit heldur ikki nógv­ ar bakkar, so nú hyggja vit nærri at teimum. Lars um spælskipanina: Mær dámar best at spæla við fýra í verjuni. Tað er rætt, at vit hava spælt nakrar dystir við trimum í miðverjuni. Tað var mest tí vit vistu, at vit blivu kroystir aftur móti eitt nú Portugal og Sveis. Hevur tú so tríggjar spælarar, sum standan frammanfyri málið og rudda vekk, men tað gekk eitt sindur útyvir okkara spæl. Sum eg plagi at taka til, vit skulu sjálv­andi hyggja at mótstøðu­liðn­ um, men tað týdningarmesta er at fáa okkara spæl at rigga. Tað gera vit best í 4-3-3, 4-4-1-1 ella 4-4-2. Lars um dreymin at koma til EM-endaspælið: Eg vil ikki siga, at tað er ein dreym­ ur. Eg meini at tað er realistiskt. Hin­vegin, so hugsa hini londini heilt víst tað sama. Tað verður javnt, men eg havi kensluna av, at um vit raka dagin, so kunnu vit vinna á teimum. Hinvegin, raka vit ikki dagin og spæla bara 75 prosent av tí sum vit kunnu, so kunnu vit eis­ini tapa. Eg trúgvi upp á tað, og tað vænti eg eisini, at spælararnir gera. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Vildi hava føroysku troyggjuna Jógvan Rói Davidsen er úttikin til føroyska A-landsliðið á fyrsta sinni. Liðskiparin hjá HB er nýggj­ur í hópinum saman við lið­ felag­anum Magnusi Egilsson til Nations League dystirnar móti Malta og Kosovo. Eftir steypa­ ósig­ur­in er hetta eitt lítið plástur á sárið. -Ja, tað er tað hóast alt, men eg havi hitt í kroppinum enn. Í dag eri eg glaður og stoltur. Eg kann ikki lúgva meg frá, at eg var bittur eftir steypa­finaluna, men eg fekk eitt smíl tá boðini komu, sigur Jógv­an Rói Davidsen. 26 ára gamli høgri bakkurin hev­ur altíð havt ein kærleika til lands­liðið, men hevur ikki hugsað so nógv um møguleikan. -Eg hugsaði nógv um tað fyrr, men kanska ikki so nógv nú. Eg eri ikki ungur, men javnaldarnir hjá mær hava verið á landsliðnum síð­ani teir vóru 18 ár. Eg kann siga, at míni vinmenn skuldu altíð hava troyggir frá Premier League, men minnist væl at eg skuldi hava føroysku troyggjuna. So tað hev­ ur altíð verið okkurt í tí, sigur Jógv­an Rói Davidsen. Hann leggur afturat, at hann hevur tað “ókey”, hóast HB tapi tapti steypafinaluna móti B36 leygar­kvøldið. - Eg flúgvi ikki so høgt, og av tí sama so detti eg heldur ikki so langt. Eg havi tað ókey, sigur Jógv­an Rói Davidsen við einum smíli. trondur@sosialurin.fo Hópurin: Gunnar Nielsen, FH (ICE) Teitur Matras Gestsson, HB Kristian Joensen, KÍ Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, B36 Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN) Jógvan Rói Davidsen, HB Sonni Ragnar Nattestad, Molde BK (NOR) Alex Mellemgaard, B36 Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN) Gunnar Vatnhamar, Víkingur Magnus Egilsson, HB Kaj Leo í Batrtalsstovu, ÍBV (ICE) Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR) Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE) Tróndur Jensen, HB Sølvi Vatnhamar, Víkingur Hallur Hansson, AC Horsens (DEN) Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE) Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR) Finnur Justinussen, Fremad Amager (DEN) Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER) Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Skráin fyri Nations League: Føroyar - Malta (7. septembur, klokkan 19.45) Kosovo - Føroyar (10. septembur) Føroyar – Aserbadjan (11. oktober, klokkan 19.45) Føroyar – Kosovo (14. oktober, klokkan 17) Aserbadjan – Føroyar (17. novembur) Malta – Føroyar (20. novembur) Jógvan Rói: Hetta er størsta lopið 24 ára gamli Magnus Egilsson úr HB er á fyrsta sinni úttikin til A-landsliðið. Hann er millum teir 23 spælararnar, sum skulu spæla Nations League landsdystirnar móti Malta og Kosovo 7. og 10. septembur. - Landsliðið hevur altíð verið ein dreymur. Sjálvandi hevur tað tað, og vónandi er tað eisini tað fyri allar teir føroysku spæl­ ar­arnar. Eg havi verið við gjøgn­ um øll ungdómslandsliðini, men lopið upp til A-landsliðið er væl størri enn hini. Tað er eitt sindur undarligt beint nú, men eg eri ordi­liga stoltur, sigur Magnus Egils­son. Eins og liðfelagin úr HB, so er talan um eitt vikuskiftið við niðurtúri og upptúri. Leygar­ kvøldið tapti HB steypafinaluna fyri grannunum úr B36, men sunnu­kvøldið komu landsliðsboð. -Eg havi tað fínt. Vit høvdu sjálv­andi dyst leygardagin, men eg royni at læra at deila uppliving­ar­ n­ar upp. Hatta er farið og hetta er nú. Tað var eitt sindur undarligt, men sjálvandi bleiv eg glaður. Eg haldi, at mann skal duga at skilja í millum, so eg eri stolur og glaður nú, sigur vinstri bakkurin hjá HB Hann spældi eitt skifti í fjør í lægru deildunum í Føroyum, tí hann ætlaði sær niður at lesa. Tá tað ikki bleiv til nakað og hann valdi at flyta aftur til Føroya, so av­gjørdi hann at royna seg við fót­bóltinum aftur. - Eg hevði eitt kappingrár í 2016, har tað gekk sum so gott. Eg avgjørdi at fara niður at lesa, tað var tá eg fór at spæla hugna­ fótbólt, men flytti so heim. Tá be­ stemmaði eg mær fyri, at um eg skuldi nakað við fótbóltinum, so mátta tað verða nú. Síðani tók eg arbeiðishandskarnar uppá, sigur Magnus Egilsson. trondur@sosialurin.fo Magnus Egilsson: