Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 24 TRÓNDUR ARGE F ult umfar verður fríggja­ dagin og leygardagin í Betri deildini hjá monn­ um. Dystirnir eru fram­ skund­aðir, tí bæði føroyska A-landsl­iðið og U21-landsliðið hava al­tjóða uppgávur fríggjadagin 4. sep­tem­ber. Longu fríggjakvøldið er dystur í Klaksvík, har KÍ tekur móti Vík­ ingi. Seinastu tvey árini hevur hetta verið dysturin um FM, men hesa ferð eru tað víkingarnir sum ren­na aftaná, fyri at klára Evropa til komandi kappingarár. Leygardagin er steypa­finalu­ dystur við Løkin, har steypa­vinn­ ar­arnir seinastu tvey árini møtast. NSÍ hevur í løtuni viðgongd í lands­ kapp­ingini, meðan B36 skal koma niður á jørðina aftur, eftir at hava vunnið Løgmanssteypið. HB lá eftirá í steypafinaluni, men tað er eisini ein møguleiki fyri, at teir standa við meiri enn aðrari hondini á FM-steypinum, um úrslitin bra spæla eitt sindur við teimum. 07 Vestur er í holt við eina bjarg­ ingar­ætlan, men hon krevur helst stig á Skála, meðan Suðringar fáa vitjan av EB/Streymi. KÍ – Víkingur Fríggjadagin klokkan 18 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ Umfarið verður skotið í gongd longu fríggjakvøldið, tá KÍ fær vitjan av Víkingi. Bæði KÍ og Vík­ ingur hava brúk fyri stigum, um tey skulu klára málsetningin. KÍ skal helst vinna allar dystirnar, um teir skulu hava nakran møguleika at bjóða HB av í FM-stríðnum, með­ an Víkingur er nú skal yvirhála NSÍ, fyri at koma í Evropa komandi kapp­ingarár. Helst tolir KÍ at blíva numm­ar tvey ella trý, meðan Vìk­ ingur er væl fyri fíggjarliga, so talan er ikki um nakran fíggjarliga van­lukku, men í báðum førum er talan um eitt afturstig í mun til bestu støðuna. hesi bæði liðini hava spælt nógv­ ar spennandi dystir seinastu árini. Einki bendir á, at talan verður um minni spennandi dyst hesaferð, hóast bæði liðini hava havt eitt sindur av mótgongd síðani summar­steðgin. KÍ hevur tapt fyri bæði HB og B36, meðan Víkingur hevur seinast tvey umførini tapt fyri 07 Vestur og Suðringum. Okkurt bendir á, at hetta kann blíva ein javnur dystur. Higartil hava liðini vunnið innanhýsis dyst­ in á útivølli, men nú kundi verið, at tað verður umvent. SOSIALURIN TIPPAR 2-1 HB – AB Leygardagin klokkan 15 DÓMARI: SIGURÐUR H. ÞRASTARSON HB skal reisa seg aftur, eftir tapið í steypafinaluni. Talan verður aftur um eina grannauppgerð, men hesa ferð móti AB, sum kem­ur í Gundadal at vitja. Hóast HB tapti steypafinaluna, so var talan ikki um ein avbera vánaligt avrik í van­ligu leiktíðini. Onkur sjúka er í leguni í løtuni, men helst verða bæði Magnus Egilsson og Grétar Snær Gunnarsson báðir tøkir til dystin móti AB. HB hevur í alt kapp­ingarár líkst sær sjálvum, so tað verður væntandi at flestu spælar­arnir frá steypafinaluni ganga aftur. Fyri argjamenn kemur tað illa við, at Rasmus Dan Sørensen er farin niður at lesa, og spælir ikki við rest­ina av kappingarárinum. Hartil verður Hans Jákup Annfinsson, sum er útleigaður frá HB til AB, ikki at síggja á vøllinum. Hóast tað ikki stendur í leigusáttmálanum, tí tað er ikki lov, so talan um eina avtalu millum feløgini, at HB ‘arin ikki spælir móti HB, so leingi hann er út­leigaður frá HB. Líknandi tilfeldi hava verið at sæð í fjør við Trygva Askham og Pæturi Petersen, sum tá vóru út­leigari frá B36 til EB/Streym, meðan Aksel Danielsen spældi við EB/Streymi móti KÍ. Her er HB stórfavorittur at vinna, men spennandi verður at síggja hvussu spælararnir hjá HB takla tapið í steypafinaluni. SOSIALURIN TIPPAR: 3-0 NSÍ – B36 Leygardagin klokkan 15 DÓMARI: LARS MULLER Við fimm sigrum á rað hevur NSÍ bjóðað av um silvurkrúnurnar. Runa­víkingar eru bara tvey stig aftan­fyri KÍ. Pílarnir tykjast at peika rættan veg, og hetta minnir ikki sørt um, tá Ikki við: Teitur D. Olsen (hælsinan), Hans Jákup Annfinsson (útleigaður frá HB), Rasmus Dan Sørensen (givin, farin í skúla í Danmark) Við aftur: Heðin Stenberg Ikki við: Benjamin Heinesen (leikbann), Robert Heðin Brockie (leikbann). Lukasz Cieslewicz (langtíðarskaddur), Jónas Tór Næs (ryggskaði, 2-3 vikur), Róaldur Jakobsen (langtíðarskaddur) Ivasamur: Bjarni Petersen (fótlið) Ikki við: Arnar Dam (fjakka, ikki við restina av árinum), Marni Djurhuus (leikbann, 4 gul), Leif Niclasen (brotið fótin), Rói Olsen (brotið fótin), Arnbjørn T. Hansen (lærkrikin), Oddur Højgaard (knæið, 2-3 vikur), Jóhannus Hansen (langtíðarskaddur) Ikki við: Sebastian Pingel (knæið, langtíðarskaddur) Ivasamir: Magnus Egilsson (sjúkur), Grétar S. Gunarsson (sjúkur) Ikki við: Hákun Edmundsson (lærkrikin) Ivasamur: Deni Pavlovic (hondin) LIÐ TÍÐINDI B36 KÍ HB AB EB/STREYMUR Upptakt 21. umfar: TVÆR FERÐIR TOPP FIMM FÓTBÓLTUR: Upptakt 21. umfar Um vikuskiftið verður 21. umfar í landskappingini. Tvær topp fimm uppgerðir eru á skránni, meðan oddaliðið kann reisa seg eftir skelkin í steypafinaluni