Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 23 HELGI HOYDAL – HONDBÓLTSLANDSLIÐSSPÆLARI S lapp eg sjálvur at velja, so hevði eg altíð spælt á heima­vølli. Ítróttafólk plaga at fáa bestu úrslitini á heimavølli. Á einum vølli og í einum umhvørvi, har tú sum ítrótta­fólk kennir teg heima. Á ein­um vølli og í einum umhvørvi, har tað eru liðfelagarnir og tú, sum seta treytirnar. Manslandsliðið sleppur ikki at spæla komandi undankapping á heima­vølli. Tí havi eg skrivað hesi orðini. Tað er fyri at geva innlit í, hvussu eg sum hondbóltsspælari havi tað við at spæla heimadystir á úti­vølli, verði eg so heppin at verða út­tikin. Eg veit eisini, at fleiri aðrir spælar­ar standa við somu kenslu. Framstigini eru stór Seinastu árini hava verið spennandi í hondbóltshøpi. A-landsliðini hava rokkið sínum bestu úrslitum nakran­tíð. Ungdómslandsliðini fáa góð úrslit. Hondbólturin mennist um so at siga alt landið. Áhugin økist. Fleiri spælarar leggjast aftur­ at. Tað er eingin ivi um, at tey kom­ andi árini verða spennandi. Tað er nú eitt gott ár, síðan før­ oyskur hondbóltur fekk sítt veru­ liga gjøgnumbrot á altjóða palli­ num, sambært viðhaldsfólkum og fjøl­miðlum. Føroyar spældu sítt fyrsta HM-endaspæl í Algeria, har U21-landsliðið var við. Tað var ein ótrúlig uppliving. Ikki minst, tí vit vunnu tveir teir fyrstu dystirnar, og vunnu okkum upp millum 16 tær bestu hond­ bóltstjóðirnar í heiminum í hes­ um aldursbólkinum. Men ein for­ treyt fyri úrslitunum í Algeria var heimavøllurin í Føroyum. Einki var óført Fara vit hálvtannað ár aftur í tíðina, spældu vit á U21-landsliðnum á heima­vølli í Føroyum. Vit spæl­ du undan­kappingina, sum gav okkum luttøku í sjálvum HM-enda­ spæli­num. Kappingin varð spæld í Høllini á Hálsi í Havn í januar 2017. Ein kókandi høll bar okkum spælar­ar fram, og úrslitini siga søguna. Eitt atgongumerki til HM. Eg havi ofta hugsað, hvussu tað hevði verið, um vit spældu hesa undan­kappingina í Sveis, Finnlandi ella í Ísrael. Mín niðurstøða er, at vit høvdu ikki fingið eins góð úrslit á úti­vølli. Hygg bara at úrslitunum hjá okkum á útivølli. Tey hava ikki verið eins góð sum á heimavølli. Eftir heimsmeistara­ skapið í Afrika Vit komu heim úr Algeria á ólav­ søku, og tað var ómetaliga stuttligt at hitta øll, sum høvdu fylgt so væl við. Eisini fólk, sum eg ikki visti høvdu áhuga fyri hondbólti. Niður­støðan var, at nú skuldi hond­bólturin í Føroyum setast á ein katapult og skjótast so langt fram sum tilbar. Ætlanirnar vóru stór­ar, og fólk fóru at tosa um, hvussu stórt tað hevði verið, um A-landsliðið fór at spæla seg til eitt enda­spæl í framtíðini. Tankin um, at eitt føroyskt A-landslið fer at vera við til eitt endaspæl, kom heldur ikki burtur­ úr ongum. Tað eru framúr góðir spælarar, sum nú mynda ung­dóms­ lands­liðini. Spælarar, sum kunnu røkka ómetaliga langt. A-landsliðið hevði um sama mundi eisini verið í einari menn­ ingar­kapping í Bulgaria. Føroyar vunnu kappingina, sum gav eitt atgongu­merki til undankappingina til evropameistaraskapið. Tá varð greitt, at Føroyar skuldu spæla altjóða dystir á heimavølli á heysti í 2018. At spæla heimadyst ímóti Danmark í Danmark Tann undankappingin byrjar nú í okto­ber. Og sum kunnugt hevur tað verið eitt tógvið stríð hjá hond­ bólts­sambandinum, at finna eina góð­kenda høll í Føroyum, sum kann hýsa heimadystunum. Evropeiska hondbólts­sam­ bandið, EHF, vil ikki geva Føroyum undan­taksloyvi. Tí eri eg farin at hugsa um tey góðu orðini, eg havi fingið við á hondbóltsleiðini. Tað, at einki var óført, er nú snara 180 stig. Nú er alt torført. Tað er ein katastrofa, at vit ikki sleppa at spæla okkara heimadystir í Føroyum. Kenslan at standa á heima­vølli, syngja tjóðsangin og síggja Merkið í høllini, kann ikki sam­metast við nakað annað. Eg unni øllum hond­bólts­ spælar­um at spæla landsdystir á heima­vølli. Tað er ein uppliving, sum ongantíð verður gloymd, og sum eg sjálvur minnist við stórari gleði. Men nú skulu Føroyar spæla heimadyst ímóti Danmark í Dan­ mark. Eg kann vissa øllum, at teir, ið skulu spæla dystin, fara at gera alt, sum teir eru mentir at røkka einum so góðum úrsliti sum tilber. Eisini sjálvt um dystirnir verða spældir á úti­vølli. Heimavøllur ella útivølli, vit berjast fyri Føroyar óansæð, hvar í heiminum vit eru. Men lat ongan iva vera um, at eg hevði heldur viljað spælt í Før­ oy­um, um eg slapp at velja. Helgi Hoydal Liðskipari á U21-landsliðnum í Algeria HONDBÓLTUR Tað er ein katastrofa, at vit ikki sleppa at spæla okkara heimadystir í Føroyum. Kenslan at standa á heimavølli, syngja tjóðsangin og síggja Merkið í høllini, kann ikki sammetast við nakað annað Helgi Hoydal skrivar: TÁ HEIMAVØLLURIN VERÐUR ÚTIVØLLUR Í samband við at føroyska hond­bólts­lands­liðið má spæla sín­ar heimadystir í EM-undan­ kapp­ingini í Danmark, so hevur lands­liðs­spælarin, Helgi Hoydal, sett orð á kensluna av at spæla á heima­vølli á útivølli. Helgi Hoydal hevur leingi verið kendur í hond­bólts­um­ hvørvinum, har hann hevur verið drúgvur spælri fyri H71 gjøgn­um øll ungdómsárini, og tey árini hann hevur spælt við besta lið­num hjá hoyvíkingum. Helst mundi hann blíva lands­ kend­ur, tá hann sum liðskipari og týðandi strikuspælari hjá før­ oyska U21-landsliðnum, var við at vinna føroyska liðið til HM- enda­spælið í Algeria. Hann gekk eisini á odda í Algeria, har føroyska liðið millum ann­að vann á Kili og Suðurkorea, meðan avrikini móti serliga Týsklandi og Fraklandi vóru fram­úr. Fyri kortum staðfestið EHF, sum er evropesiska hond­bólts­ sam­bandið, at Føroyar sleppa ikki at spæla sínar EM-undan­ kapp­ingar­dystir á heima­vølli. Landsdysturin móti Danmark skal nú spælast í Skjern Bank Arena í Danmark. At spæla á heimavølli móti Dan­mark í Danmark, hevur fing­ið Helga Hoydal at seta hesi orðini á kensluna, sum hann og aðrir hond­bólts­spælarar hava. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Helgi setur orð á kensluna