hósdagur 30. august 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018
SOSIALURIN 100
22
EYÐUN KLAKSTEIN
S
pælifilmurin Nina, sum
føroyski leikstjórin Maria
Winther Olsen hevur
skrivað og leikstjórnað,
verður við á stóru donsku
filmsstevnuni CPH PIX, ið verður
hildin frá síðst í september og
nakað inn í oktober.
Filmurin var frumsýndur í
Norðurlandahúsinum í juni, og
síðani hevur verið arbeitt við at
fáa filmin við á filmsstevnur kring
heimin.
– Vit hava sent filmin til fleiri
filmsfestivalar, og tað kann verða
leingi at bíða eftir svari. Nú kom
fyrsta svarið, tað var eitt »ja«. Eg
eri sera glað fyri, at filmurin verður
við á CPH PIX, tí tað er hóskandi, at
danska premieran verður á hesum
filmsfestivalinum, sigur Maria
Winther Olsen.
– Nú filmurin er sloppin við á
CPH PIX, havi eg vónir um, at film
urin eisini kann sleppa við á aðrar
festivalar, sigur hon.
Einsemi á bygd
Spælifilmurin Nina snýr seg um
unga rithøvundin Ninu, sum flytur
til Føroya saman við sjekinum. Tey
búsetast á bygd – upptøkurnar eru
gjørdar í Mikladali – og har fer
Nina at kenna seg einsamalla, tí
maðurin starvast á sjúkrahúsi og
er nógv burtur. Tá ið Nina hoyrir
søguna um kópakonuna, fer hon at
hugsa um sítt egna lív og fær eina
svíðandi kenslu av einsemi.
Upptøkurnar til filmin vóru
gjørdar á sumri í 2017, og síðani
er eitt drúgt eftirviðgerðararbeiði
gjørt. Filmurin varð frumsýndur í
Norðurlandahúsinum í summar,
og føroyingar fáa eitt einstakt høvi
at síggja filmin í næstum. Nina
verður við á filmsstevnuni hjá
Filmsfelagnum, sum verður hildin
í Havnar Bio frá 5. til 9. september.
Vanliga mannagongd er, at filmar
av hesum slagnum hava eina frum
sýning, og síðani eru teir við á films
stevnum. Eftir tað verða teir sýndir í
biografi, og síðani kunnu teir koma
í sjónvarp og á stroymingtænastur.
– Eg eri spent at sleppa at vísa
føroyingum filmin, og sera nógv
fólk spyrja, nær tey sleppa at síggja
hann. Filmsfestivalarnir mugu
fyrst fáa høvi at vísa filmin, og
síðani kann hann fara í biografin.
Eg rokni við, at føroyingar sleppa
at síggja filmin næsta ár. Tey, sum
eru skjót í vendingini, kunnu síggja
filmin í Havnar Bio 5. september,
sigur Maria Winther Olsen.
Fegin
Maria Winther Olsen arbeiddi í
næstan trý ár við at spælifilminum.
Fólk, sum hava áhuga fyri films
framleiðslu, fara vanliga á films
skúla fyri at læra seg at gera film.
Maria valdi bara at fara undir
filmsframleiðslu fyri at læra seg
at gera film, og hon er fegin um
fyrstu móttøkuna, sum filmurin
hevur fingið.
– Filmurin hevur fylt alt í mín
um lívi í tvey ella trý ár, og tað er
stórt, at tað lukkaðist at gera hann.
Síðani frumsýningina hevur tað
verið eitt tómrúm, tí filmsarbeiðið
er liðug, men tíbetur hendir ymiskt
annað í mínum lívi, sigur Maria
Winther Olsen, sum er flutt til Før
oya og er við barn.
Nú kann hon í øllum førum
fegnast um, at fyrsta filmsstevnan
hevur boðið spælifilminum innar.
CPH PIX er størsta filmsstevna
í Danmark, sum í tvær vikur bjóðar
umleið 150 nýggjar filmar úr øllum
heiminum.
NÚ FER
NINA Á
FESTIVAL
Føroyski leikstjórin Maria Winther Olsen fegnast
um, at hennara nýggi spælifilmur er sloppin við
størstu donsku filmsstevnuna. Føroyingar mugu
bíða til næsta ár at síggja filmin Nina í biografunum
Marie T.
Søderberg
hevur
høvuðsleiklutin
í filminum Nina
Maria Winther Olsen hevur skrivað og leikstjórnað filmin
Filmurin Nina gongur fyri seg í føroyskari bygd