Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 21 ÁRNI GREGERSEN T að stendur greitt í sam­gonguskjalinum, at Føroyar skulu vera grønar viðvíkjandi orku á landi í 2030. Nakað er gjørt av kanningum og í løtuni verða vindmyllur sett­ ar upp kring landið. Tað sum stendur fyrst fyri er ein lund í Suðuroy og ein á Eiði. Hetta er tað, sum ítøkiliga hend­ir, men skal málið røkkast, so má ferð setast á. Fragreiðingar eru gjørdar til politiska myndug­ leikan um útlitini og hvat skila­ best er at gera, men nú skal sting­ ast víðari út í kortið. Landsstýrið er í hesum døgum á interneti á Viðareiði, har fyrst og fremst fíggjarlógin er til við­ gerða, men høvi verður eisini at kjak­ast um onnur politisk mál. Landsstýrisfólkini verða eisini kunnaði um konkret mál og eitt av evnunum hesaferð er orku­politikkurin. Umhvørvisstovan hevur saman við SEV og Dansk Energi gjørt frágreiðingar og tilmælir til, hvussu Føroyar lættast røkka mál­unum, sum standa í sam­ gongu­skjalinum. Greiða kós Sum støðan er í løtuni, so er tað fram­vegis vatn og vindur, sum vera grundarlag undir grønu før­ oysku elframleiðsluni. Vit hava rættuliga nógv av vatnorku og vindorkan er ávegis. Hon kann geva beinleiðis orku, men vind­ orkan kann eisini brúkast til at pumpa vatn niðanaftur í byrg­ ingar, so tað kann brúkast aftur. Bæði vatn og vind hava vit nógv av um veturin, men um summarið stendur verri til. Tá má streymur framleiðast a annan hátt og kanningar, sum arbeiðs­bólkar hava gjørt vísa, at sól­kyknur er rættasti mátin at velja. Broytingar eru hendar við hes­um mátanum og sólkyknu panel eru vorðin munandi bílig­ ari enn fyrr. Tí verður mælt til, at hetta verður brúkt til at trygg­ja nóg mikið av mátti um summar­ ið. Eitt annnað, sum arbeiðs­bólk­ ar­nir hava kannað, er møguleikin at fáa orku úr sjóvarfallinum. Royndir eru gjørdar við hesum, men enn er hendan tøknin ómeta­liga dýr – ja, munandi dýrari enn sólorkan. Á fundinum á Viðareiði skal politisk støða takast til, hvat skal gerast og avgerð skal eisini takast um, hvussu nógvir pengar skulu setast av komandi árini. Fyri at røkka málinum og heilt loysa føroyska samfelagið frá olju, so skulu milljarda íløgur gerast komandi 10 árini. Alt bendir á, at umframt vind­myllulundirnar, so skal útbygging gerast á Vestmanna- øki­num. Mett verður at einar tvær av byrgingunum skulu hækkast munandi, so goymslur­ nar vaksa. Um summarið skulu vatn og vind­ur so eftir ætlan supplereast við sólkyknum. Landsstýrið viðger orkuna á Viðareiði Ásetingin í samgongusskjalinum um at Føroyar skulu vera grønar í 2030, er nú á skránni hjá landsstýrinum á Viðareiði Á Eiði er tann stóra byrgingin, sum SEV gjørdi í áttati-árunum elektrifisera hitanýtsluna og alla ferðslu á landi. Slík stór og ógvusliga nýtsla av el­orku kann geva munandi størri fleksi­bilitet á økinum. Serliga verður hugt at elbilum, sum tá teir ikki koyra, eru bundnir í el­netið. Tá kunnu teir bæði brúk­ ast til at goyma elorku í, men teir kunnu eisini í selrigum førum, tá ið tørvur er á orku, lata tað orku, sum er goymd í bilunum. Men slíkar skipanir kunnu helst bert brúkast, tá ið brúkið av orku er ójavnt - í minuttir ella tímar. Hetta er ikki ein skipan, sum kann tryggja orku um summarið, tá ið okkum ofta manglar vatn og vind. Onnur framleiðsla Í Føroyum kenna vit fyrst og fremst til orkuframleiðslu við olju, vatni og vindi. Tað finnast aðrir alternativir mátar at framleiða við. Sól­kykn­ ur og sjóvarfalsorka eru fram­ leiðslu­hættir, sum kunnu gera, at før­oyska samfelagið á landi, kann gerast leyst av orkuframleiðslu við olju í 2030. Sólkyknur eru ein orku­ fram­leiðari, sum hóast eina verri samlaða orkuframleiðslu í Føroyum enn fleiri aðrastaðni í heiminum, júst geva íkast um summarið, tá lítið er av regni og vindi. Tøknin er væl ment, men vil hóast tað støðugt gerast enn betri at framleiða orku – eisini í føroyska um­hvørvinum. Hin møguleikin er sjóvar­fals­ orkan. Sjóvarfalsorka er rættiliga áhugaverd, tí framleiðslumynstrið er kent frammanundan langt inn í fram­tíðina, men sjóvarfalsturbinur eru enn á einum menningarstigi, har tað ikki er møguligt at dúva upp á hesa tøknina. Tað er tó skilagott at fylgja væl við menningini á økinum, og hugt eigur javnan at vera eftir, um og nær sjóvarfalsorka kann gerast ein partur av varandi elorkuframleiðsluni, stendur í frágreiðingini til landsstýrið. Hendan vindmyllulundin omanfyri Tórshavn, er ein partur av elveitingini í dag