hósdagur 30. august 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018
SOSIALURIN 100
20
ÁRNI GREGERSEN
T
að er ein stór avbjóðing
og fer at kosta nógv,
skulu Føroyar gerast
grønar á landi í 2030.
Ikki bert elframleiðslan skal
byggjast munandi út, men loysn
ir skulu eisini finnast, so til ber
at goyma orku, framleidd av vat
ni,vindi sólorku og øðrum.
Orkuframleiðslan av vindi
serliga er ikki konstant, so fyri
at gagnnýta so stóran part, sum
møguligt, so er neyðugt at goyma
orkuna, so hon kann brúkast, tá
mest er brúk fyri orkuni.
Hvussu stórar goymslurnar
skulu gerast fyri at orkuveitingin
ella mátturin kann vera javnur,
hongur saman við hvat fyri slag
av orku valt verður og hvussu stór
nøgd av orku, framleidd við olju,
loyvt verður at framleiða.
Hetta kemur alt fram í einari frá
greiðing, sum Umhvørvisstovan,
Dansk Energi og SEV hava gjørt
til landsstýrið.
Á frágreiðingini stendur tað, sum
tey flestu vistu frammanundan, at
størsta avbjóðingin, tá ið orka skal
framleiðast úr vindi og vatni, er
summarið.
Bæði vatn og vinndur eru av
markað um summarið, so neyðugt
er at finna aðra loysn til summarið.
Í frágreiðingini verður nevnt, at
sjálvt um vit ikki hava serliga
nógvar royndir við sólkyknum í
Føroyum, so er tað ein møguleiki,
sum kann loysa avbjóðingarnar
um summarið.
Hvørjir møguleikar eru
Spurningurin at goyma orku úr
vindi, vatni og øðrum varandi orku
keldum er ikki serføroyskur.
Møguleikarnir eru kannaðir
aðrastaðni. Summar skipanir
eru tildømis bygdar sum pumpu
skipanir, har vatn verður pumpað
niðanaftur við vindorku og goymt
í byrgingum, so vatnið kann gerast
umaftur til elorku.
Royndir eru gjørdar við slíkum
mekaniskt, við trýstluft, kemiskt
og við pumpuskipanum.
Hetta er mótsett eitt nú termisk
um orkugoymslum, har orkan til
dømis verður brúkt í upphitingar
skipanum og sostatt verður gjørd
um til hita.
Tað eyðkennir nógvar av hesum
teknologium, at tær hava stór
orkutap og fáa lítla nyttu burtur
úr orkuni.
Ein annar trupulleiki, sum er
eyðsýndur, tá ið talan er um at
goyma orku, er, at tær skipanir,
sum eru mentar, so at siga als ikki
eru mentar handilsliga enn – ella í
besta føri eru á einum menningar
støði.
Pumpuskipan og hitagoymsla
í upphitingarskipanum eru tveir
av teimum orkugoymsluhættum,
sum væl kunnu fáa ein leiklut í
føroysku orkuskipanini, tí at báðir
hættir byggja á kenda tøkni og lætt
kunnu brúkast at goyma orku frá
vindi.
Í frágreiðingini, sum er gjørd
um orkugoymslu, verður sagt, at
goymsla í uppjitingarskipanum
bert kann brúkast til upphiting.
Tann goymda orkan kann ikki
gerast umaftur til elorku.
Tosað hevur eisini verið nógv
um at goyma orku í battaríum.
Hetta er kend teknologi, men enn
er hon ikki ment so nógv, at hetta
er búskaparliga áhugavert.
Í framtíðini verður eisini hugsað
um aðrar møguleikar, sum gera alt
meira fleksibult, men sum tó hava
aðrar avbjóðingar við sær.
Eitt nú kunnu elbilar vera við
til at goyma orku og samstundis
fleksibult geva elskipanini stabili
tet, um so er, at battaríini kunnu
avløðast, tá elskipanini vantar
orku í styttri tíðarbil.
Tað eru sjálvandi avbjóðingar
at brúka hendan møguleikan, tí
avtalur mugu gerast við bileigar
arnar, sum samstundis mugu fáa
onkran fíggjarligan fyrimun.
Nýggjar menningarætlanir og
verkætlanir at vísa fram verða
royndar í løtuni. Undir heitinum
Smart Grid verður arbeitt við at
AT GOYMA ORKUNA ER
STÓR AVBJÓÐING SKULU
FØROYAR GERAST GRØNAR
Skal politiska endamálið um
einar grønar Føroyar røkkast,
so má ein loysn finnas,
hvussu orkan kann goymast
Sirið Stenberg er landsstýriskvinna við orkumálum
Vatnbyrgingarnar í Vestmanna skulu helst taka eitt sindur meira, so goymslurnar vaksa