hósdagur 30. august 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018
SOSIALURIN 100
19
Kókaðir nátaungar til fýra fólk
6 nátaungar
6 spísiskeiðir av grovum salti
SOLEIÐIS GERT TÚ: Fyrst av øllum
er umráðandi, at tú reinsar teir væl.
Siðani skalt tú hava eina stóra grýtu,
so nátaungarnir kunnu liggja í og verða
undir í vatni. Fyll grýtuna við vatni.
Skrædlaðir nátaungar skulu kóka í
hálvan annan tíma. Eru teir hinvegin
skáldaðir ella royttir, so skulu teir kóka
í tveir og ein hálvan tíma.
Grillaðir nátaungar til fýra fólk
6 skrædlaðir nátaungar
Salt og pipar
Kød og grill kryddarí
Staniolbakkar
Tvær øl
SOLEIÐIS GERT TÚ: Tað ber eisini
til at grilla nátungar, og tað eru ymiskir
mátar at gera tað upp á. Ein máti er
at leggja nátaungarnar í staniolbakkar,
kryddra tær væl við salti, pipar og
kød og grill kryddarí, og koyra vatn
í bakkan. Her kunnu teir steikjast í
ein tíma á 150 stig, og síðani áleið
20 minuttir á 200 stigum. Teir skulu
vætast leypandi, meðan teir liggja
á grillini, og her kanst tú antin nýta
vatn, ella tú stoytir onkra góða øl á
teir nakrar ferðir, fyri at fáa ein øðrvísi
smakk.
Soleiðis frystur tú nátar
Fekst tú ikki etið allan nátan í hesum
umfarinum, so kunnu teir frystast. Av
tí at náti er so feitur matur, so hevur
hann lyndi at tráðna í frystaranum eftir
eina tíð. Men ein góður háttur at frysta
nátar, so hann heldur sum longst, er at
vaska ein tóman mjólapakka, sum er
skorin upp á toppinum, leggja ein náta
í pakkan og síðani fylla mjólkapakkan
við vatni. Soleiðis verður hann
blokkfyrstur og heldur sær longri.
Vakumpakkaðir nátar halda sær eisini
væl í frystaranum. Tummilfingurregul
er, at verður nátin frystur á vanligan
hátt, so heldur hann sær um eitt ár í
frystaranum, tó tað er gott at hyggja
til hann áðrenn eitt ár er farið. Er hann
blokkfrystur, skuldi hann hildið sær í
frystaranum í nøkur ár.
Nú er besta
nátatíð...
V
it eru mitt í bestu náta
tíð, tí vanligt er, at dag
arnir báðu megin mán
aðarskiftið, august/
september, verða roknaðir sum
besta tíðin. Eitt sindur ymiskt er
frá ári til ár, nær nátungin flýgur
av rókini og á sjógvin, men nakrar
dagar eftir 20. august, kanska 22.,
23. ella 24. august, plaga menn at
taka teir fyrstu ungarnar á sjónum.
Ymiskt spælir inn sum ger, nær
ungin er búgvin at flúgva av rókini.
Í fyrsta lagi veldst um, nær nátin
verpur, og nær fuglurin legst at
bøla egginum. Í teimum oyggjum,
har traditiónin at taka nátaegg
framvegis livir, plaga menn at taka
egg um 20. mai. Náti bølir eggið í
einar 52-53 dagar, áðrenn ungin
kemur út, og tað er væl longri
enn fleiri onnur fuglasløg bøla.
Í fuglabókum verður sagt, at tað
tekur unganum umleið 49 dagar
at búnast og gerast floygdur. Enn
eru fleiri dagar eftir av nátatíðini í
ár. Higartil hava onkrir dagar verið,
tó at veðrið ikki hevur verið heilt
til vildar. Ein dagin fyrr í vikuni
fingu bestu bátar, vit hava hoyrt
um, væl yvir 200 nátar upp á bátin.
Hetta er heystartíð, og veðrið er
skiftandi. Hareftir verður eisini
veiðan. Flestu, sum veiða nátunga
á sjónum, taka bert til húsbrúks,
men tað eru eisini nøkur - og
kanska ikki so fá - ið taka so mikið,
at tey eisini kunnu selja burturav.
Nátungatíðin er ein hugnalig tíð
hjá teimum, sum gera nakað við
tað. Veiðan er serliga knýtt at
ávísum bygdum. Og tó. Leitar tú
tær ein túr í Álaker ella út í báta
havnina á Argjum í vertíðini, sært
tú eisini, at menn fáast við fugl
her. Nógv arbeiði er av at taka,
royta, svíða, reinsa og salta fugl
in, og tað kann eisini taka ein fitt
an part av einum degi at selja á
marknaðarplássinum í Vágsbotni
í Havn ella aðrastaðni. Her er tað
útboð og eftirspurningur, sum er
avgerandi fyri prís og ta tíð tað
tekur at sleppa av við fuglin. Eru
tríggir mans saman um vinnuligu
nátungaveiðina, eru gjarna tveir
mans á báti og ein í landi - ella ein
á báti og tveir í landi. Hetta veldst
alt um, hvussu tøkan roynist, og
hvussu nógv liggur niðurfyri at
royta og annars at fáa frá hondini
á landi. Hvussu skjótt tað gongur
at gera eitt hampiligt tal av fugli
klárt til grýtuna, veldst alt um,
hvussu roynd fólk eru, og hvørji
amboð tey hava at arbeiða við.
Flestu, sum gera nakað serligt
burtur úr nátatøku, eru gjarna væl
útgjørdi við neysti/ egningarskúri,
roytimaskinu og gassgrýtu. Eins og
seinnu árini ikki hava verið so blíð
við svartfuglin, lomviga og lunda,
er líkt til, at hetta eisini er gingið
út yvir nátan. Føðin hjá bæði fiski
og svartfugli er nebbasild, og í
fuglabókum verður sagt, at føðin
hjá náta er fiskur, krabbadýr og
slógv - ivaleyst slógv frá skipum
og bátum, tá fiskur verður kruvdur.
Tað er ilt at seta neyv tøl á, hvussu
støðan hjá nátanum er. Ávísar
kanningar eru og vera gjørdar,
men spurningurin er, um tær eru
nóg umfatandi til at geva eina
heildarmynd av støðuni. Greitt er
tó, at eins og svartfuglastovnurin
er minkaður, er stovnurin av náta
eisini minkaður - ella í øllum førum
verður minni vorpið og minni
kemur á sjógv í nátungatíðini. Við
berum eygum kann vera torført
at meta um støðuna hjá nátanum,
og tað er eisini torført at meta um,
hvussu nógv kemur á sjógvin nú í
mun til fyri nøkrum árum síðan.
Eingi hagtøl eru yvir veiði av
nátungum, ei heldur yvir veiði av
svartfugli, lomvigu, álku og lunda.
KRIFT UPP
AR
TIL
FÝRA
FÓLK
TIL
FÝRA
FÓLK