Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 18 NÁTAR BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO Tað er náta tíð og tað merkir, at kring landið setast fólk við døgurðaborðið at fáa sær leskiligar rættir við nátum. Her á síðuni kunnu tit síggja nakrar uppskriftir upp á døgurðar til nátar. Uppskriftirnar her stava frá starvsfólki í Miðlahúsinum, sum hava greitt frá sínum máta at matgera. Vælgagnist. Stoktir nátaungar 6 kruvdir og skrædlaðir nátaungar 200 gramm av margarini 1 teskeið av pipari 1-2 teskeiðir av salti 1 supputerning 3 súpuskeiðir av mjøli SOLEIÐIS GERT TÚ: Koyr salt og pipar á nátaungarnar. Smyr margarin á botnin á bakaraovnarskuffuni. Legg nátarnar við bringuni niður í skuffuna og set teir í ovnin á 175 stig. Lat teir standa í ovninum í 20 minuttir. Vend síðani nátaungunum, og stoyt vatn í skuffuna og gev teimum 20 minuttir aftrat í ovninum. Tá skalt tú stoyta 1 litur ella so við supputerningi í og legg folio útyvir. Set ovnin upp á 200 stig og gev teimum 20 minuttir aftrat. SÓS: Rør mjølið við 4 dl av vatni í eina grýtu. Tá teir eru stoktir, skal vætan frá teimum stoytast í mjølblandingina, meðan rørt verður í. Set grýtuna útá og rør í henni, til sósin kókar. Smakka sósina til við pipari og salti, og lita hana við soya. Stoktir nátaungar 8 feskir nátaungar 8 súrepli ¼ kg av sviskum 1 leyk Pipar og salt 1 supputerning SOLEIÐIS GERT TÚ: Skálda ella royt nátungarnar og tak innanúr teimum. Stoyt salt og pipar í teir og gníggja teir við salti eisini. Sker leykin í 8 stykkir og set eitt stykki í hvønn nátaunga. Hvør nátaungi skal somuleiðis fyllast við einum sundurskornum súrepli og 6-8 sviskum. Ovnurin skal setast á 175 stig, og ungarnir skulu leggjast á rist á bringuna. Hav skuffu við vatni undir ristini, so feitti rennir frá. Eftir ein tíma í ovninum skulu nátarnir vendast og hava ein tíma aftrat. Náti stoktur við steikisúgv 6 nátar AllAround kryddarí Hvítleykssalt og pipar 6 leykir SOLEIÐIS GERT TÚ: Nátungarnir skulu steikjast í steikisúgv. Set ovnin á 200 stig. Kryddra nátungarnar við allaround kryddarí, hvítleykssalti og pipari. Hendan uppskriftin krevur nógvan leyk, og her kann man føla seg fram. Ein skiva av leyki skal leggast á hvørja bringu og annars verður snittaður leykur lagdur ímillum. Teir skulu steikjast í umleið 45 minuttir á 200 stig. YMISKAR UPPSK Á NÁTADØGURÐA TIL FÝRA FÓLK TIL SEKS FÓLK TIL FÝRA FÓLK - Nátatíðin er í hásæti