hósdagur 30. august 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018
SOSIALURIN 100
17
GRINDAFORMENN
Jón Johansen
Hanus Højgaard
Magnus H. Magnussen
Bjarni Poulsen
TILTAKSGRINDAFORMENN
Torlakkur Hansen
Óli Joensen
ÁLITISGRINDAMENN
Á SANDINUM
Andreas Joensen
Andrias Sigurstein
Annfinn Norðfoss
Anfinnur Thorsteinsson
Beinur Poulsen
Bjarni Thomsen
Bjørn Hansen
Bogi Wardum
Búi Brattaberg
Erlind Magnussen
Eyðfinn Guttesen
Finnur Sørensen
Gullberg Gullfoss
Gunnvaldur Lützen
Hallgrím Joensen
Hans David Hansen
Hans J. Hermansen
Hans Vilhelm Lützen
Hákon Poulsen
Hørdur Wardum
Jóannes Patursson
Jónleif Sólsker
Kemm Poulsen
Kjartan Mohr
Kristian Bærentsen
Mads Guttesen
Magni Petersen
Óla Jákup Guttesen
Páll Jarnfoss
Petur Jákup Sigurstein
Salomon Jacobsen
Símun Joensen
Sjúrður Hansen
Sjúrður Holm
Tommy Hansen
Torfinn Hentze
Trygve Samuelsen
Kommunalu starsfólkini
fáa grind sum løn
Føstu partarnir sambært grindakunngerðini gjørdu, at minni
helmingurin av grindini í Havn 24. juli fór til grindafólkið
EIRIKUR LINDENSKOV
Í
kjalarvørrinum av grindini í Havn 24.
juli stóðst nógv kjak um, hvørt rætt
varð farið fram við grindabýtinum.
Tá býtt var vísti tað seg, at 171,5 skinn
vóru at skifta millum grindafólkið, meðan
172 fóru til føstu partarnar. Tað vil siga, at
tann minni helmingurin av teimum 343,5
skinnunum, sum vóru í grindini, vórðu býttir
til grindafólkið.
Orsøkin til tað er partvíst at finna í
grindareglugerðini, sum hevur ásetingar
um, hvussu stórar partar tey ymsu ábyrgd
arfólkini skulu hava.
Teir føstu partanri í hesi grindini vóru
hesir:
Finningarhvalur 14 skinn til 2 mans
(størsti hvalur)
Tórshavnar Havn 14 skinn til 0 mans
Meting/skelting 10 skinn til 10 mans
(meting av sýslumanninum)
Sýslumaður 7 skinn til 1 mann (2 prosent)
Grindaformenn 21 skinn til 6 mans (1
prosent í part)
Skaðasýn 2 skinn til 1 mann (meting av
sýslumanninum)
Skiftishjálp 8 skinn til 10 mans (meting
av sýslumanninum)
Politi + uppskr. á sandinum 13 skinn til 14
mans (meting av sýslumanninum)
Kranar/trukkar/Magn v. m. 13 skinn til 9
mans (meting av sýslumanninum)
Sløkkiliðiði 8 skinn til 10 mans (meting av
sýslumanninum)
Opararar/vaktar.ljós og ljóstøkni 12 skinn
til 8 mans (meting av sýslumanninum)
Grótbáturin upprudding 6 skinn til 0
mans (meting av sýslumanninum)
Tilsamans 128 skinn.
Síðani var »avlop at býta«.
Ellis- og sambýli 24 skinn
Spill ikki lagt út (svullar) v.m. 20 skinn
Tilsamans 44 skinn.
Fastir partar/avlop/spill: 172 skinn
Sosialurin hevur spurt hjá Tórshavnar
Sløkkiliði, hvør fær grindapartin, sum er
tillutaður Tórshavnar Sløkkiliði.
Sambært grindabýtinum í grindini í Havn
24. juli í ár, so fekk Tórshavnar Sløkkilið 8
skinn at býta til 10 mans.
Heini Østerø, sløkkiliðsleiðari sigur, at
tað bara eru starvsfólk hjá Sløkkiliðsstøðini,
sum luttaka í sambandi við grindina, sum fáa
av partinum hjá Sløkkiliðnum.
Tað finst eingin reglugerð fyri, hvussu
partarnir verða býttir innanhýsis millum
sløkkiliðsfólkið. Men partarnir verða býttir
við sínámillum avtalu frá ferð til ferð.
– Við hetta drápið vórðu 8 skinn tillutað
Sløkkiliðsstøðini, sum býtti grindina í 16
partar. 16 sløkkiliðsfólk vóru íalt til arbeiðis,
sigur Heini Østerø.
Hann sigur eisini, at fastløntu
starvsfólkini, sum eru á vakt, tá grind er í
vanligari arbeiðstíð, verða ikki trekt í løn,
men er talan um grind aftan á vanliga
arbeiðstíð, verður ikki stemplað inn.
– Við hetta drápið vóru 4 starvsfólk til
arbeiðis, tá grindaboðini komu, sum sostatt
fingu bæði vanliga løn umframt grindapart,
sigur hann.
– Sløkkiliðsfólk, sum eru á tilkallivakt,
verða tilkallað at gera hetta arbeiði og fáa
bert grindapart í løn. Eingin onnur løn
ella samsýning verður útgoldin hesum
starvsfólkum í sambandi við grind, sigur
Heini Østerø.
Sjálvbodnu sløkkiliðsfólkini fáa soleiðis
einans grindapart og onga aðra løn arbeiðið
í sambandi við grindadrápi.
Uppgávurnar hjá Tórshavnar Sløkkiliði
eru av stórum týdningi í sambandi við at
kunna avgreiða grindadráp í Sandagerði.
Uppgávurnar eru eitt nú:
- at sperra av
- leggja út sóknaronglar
- útflýggja mønustingarar
- endar at sleipa hvalir við
- sperra av við Vónakeiina
- útflýggja veirar at hiva við
- koma við kassum til hvølpar
- reinsa, klárgera og fáa til høldar alla
útgerð til næstu grind
Jónsvein Lamhauge, stjóri í Tórshavnar
Havn sigur, at tað eru starvsfólk hjá
Tórshavnar Havn, sum fingu tey 14 skinnini,
sum vórðu tillutað Tórshavnar Havn í
grindini í Sandagerði 24. juli í ár.
Hann sigur, at eingin reglugerð er
fyri, hvussu grindin verður býtt millum
starvsfólkini.
– Starvsfólkini hjá Tórshavnar Havn, sum
eru til arbeiðis í sambandi við grindadráp fáa
ikki løn, einans grindapart, sigur Jónsvein
Lamhauge.
Soleiðis verður grindin býtt
EIRIKUR LINDENSKOV
S
ambært »kunngerð um grind og ann
an smáhval« fer grindaskifti fram,
tá grindin er merkt. Tá skiftir sýslu
maðurin og leggur út, sum ásett í §§
29-40.
Bátur, sum finnur grind og fylgir henni til
grindaboð eru givin, og til aðrir bátar koma
til grindina, fær finningarfiskin.
Tá ið grind fyrst verður sædd frá landi, úr
luftini ella frá báti, sum ikki verður verandi
hjá grindini, til aðrir bátar koma, men boðað
verður frá henni, fer finningarfiskurin í
helvt til teirra, sum boðað hava frá henni, og
til bátin, sum er fyrstur til grindina. Á sama
hátt verður farið fram, tá boð verða givin úr
bygd í aðra, og bátur úr seinnu bygdini er
fyrstur til grindina.
Teir, sum eiga finningarfiskin, velja
sjálvir burturúr størsta hvalin ella smærri
hvalir við samlaðum skinnatali sum størsti
hvalurin. Síggja fleiri grind í senn, verður
finningarfiskurin býttur teirra millum.
Fyri vaktarhald verður um dagin latið 1/2
skinn til hvønn bátin, sum nýttur verður, og
1/2 skinn til hvønn mannin, og fyri vaktarhald
um náttina 1 skinn til hvønn. Metingarfólk
fáa minst 1 skinn í part sum samsýning og
annars eftir meting sýslumansins.
Sýslumaðurin fær 2% av samlaða skinna
talinum.
Grindaformenninir fáa hvør 1% av saml
aða skinnatalinum.
Skaðasýnisfólk fáa minst 1 skinn í part
sum samsýning og annars eftir meting
sýslumansins.
Sýslumaðurin letur skiftishjálparfólkum
og uppnevndum hjálparfólkum samsýning
eftir arbeiði og ábyrgd.
Hvør tann, ið veruliga hevur verið við í
rakstri ella drápi, á báti ella landi, hevur rætt
til drápspart. Drápsparturin er tann samsýn
ing, ið omanfyri nevndu fáa fyri arbeiði sítt.
Hetta arbeiðið fevnir um rakstur og dráp frá
báti ella landi, uppfisking og sleip o.a. beint
eftir drápið og upptøku av hvalunum.
Bátar, manningar og fólk frá uttanum
dømi hava rætt til drápspartar, hava tey
verið við í rakstri ella drápi o.ø.
Fyri at fáa drápspart skal ein hava fylt
14 ár.
Ein grindamaður kann bert rokna sær ein
part, sjálvt um hann hevur rikið við einum
báti og dripið í einum øðrum ella frá landi.
Eftir samráðing við grindaformenninar
kann sýslumaðurin, tá raksturin hevur
verið serliga trupul og vart leingi, lata ein
eyka part til rakstrarbátarnar.
Í teimum førum har grind hevur verið
goymd, kunnu bátar, sum vóru við í
drápinum, men ikki í rakstrinum, fáa dráps
part, hevur sýslumaðurin ella ein grindafor
maður biðið teir um at vera við.
Sýslumaðurin ásetir støddina á
drápspartinum.
Ein drápspartur verður latin hvørjum
manni á báti, tó í mesta lagi sum tilskilað
niðanfyri:
1) Til áttamannafør og størri før í mesta
lagi 8 drápspartar,
2) seksmannafør í mesta lagi 6
drápspartar,
3) fýramannafør í mesta lagi 5 drápspartar,
4) minni bátar enn nevndu í mesta lagi 3
drápspartar.
Kelda: Kunngerð um grind og annan
smáhval