Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 16 TEMA: Grind Grind Soleiðis verður grindadrápið skipað í Havn Sýslumaðurin hevur grindadrápið um hendi. Fyrisitingin hjá Tórshavnar býráð samstarvar við sýslumannin og grindaformenninar um mannagongdir og at skipa grindadrápið EIRIKUR LINDENSKOV S ýslumaðurin, Snarskivan, grinda­for­ menninir, álitis­grindamenninir fáa grinda­boðini sum skjótast so­leiðis, at drápið kann verða so væl skipað, sum til ber. Tá ið sýslumaðurin fær grinda­boðini, boðar hann í arbeiðstíð Snarskivuni frá og aftan á arbeiðs­tíð sløkkiliðsstøðini frá, og syrgja tey fyri, at boðini verða givin víðari sum skjótast. Grindaformaður á sandinum stílar – sam­an við álitisgrindamonnum og sløkki­ liðs­monnum – fyri girðing og at fólk halda seg uttan fyri hesa og ansar eftir, at kvirt er á sandinum og gevur boð um, nær tíð er at fara oman á sandin at skera á háls. Endi við endurskinum verður spentur fram við land­inum undir sjúkrahúsinum, har steinar liggja. Nakrir av álitisgrindamonnunum eru í frosk­mannabúna og hjálpa til við at seta á hval­ir, tá ið sleipað verður. Løgreglan ansar eftir, at ferðslan kann ganga, sum hon skal fyrst og fremst eftir lands­sjúkrahúsvegnum, men eisini eftir øðr­ um vegum har um leið, har fólk seta bilar frá sær og/ella steðga á at hyggja. Fyri ikki at pøsa grindina, og fyri at grindin skal vera so góður matur, sum gjør­ligt, er umráðandi ikki at reka hana ov harð­liga. Tað er týdningarmikið fyri drápið at spekja grindina við so spakiligum og hóv­ lig­um rakstri, sum til ber, og bert at brúka ekkolodd, astikk og annað eftir boðum frá grinda­formonnunum, men annars eiga allir grinda­bátar at hava fastakast. Grindamenn á sandinum melda seg til hjá uppskrivarum, sum eru í vesti við áskrift »uppskrivari«. Fyri at vissa seg um, at tú er skrivaður upp, verða grindamenn bidnir um at stilla seg í røð við uppskrivararnar. Tá tilmeldingin er liðug, skulu uppskriv­ ararnir alt fyri eitt, uttan drál, flýggja sýslu­ manninum listarnar til drápspart. Tá upp­ skrivingin er um at vera liðug, eigur ein av uppskrivarunum at fara til sýslumannin við listum fyri at fáa gongd á skrivingina og fyri at gera sítt til, at seðlarnir kunnu koma skjótt út. Uppskrivararnir hjálpa skrivifólkunum at lesa nøvnini. Grindaformenninir biðja sum vant egnaðar bátar at taka sær av sleipi, men kníp­ir við luttøku, verður álagt bátum at sleipa, áðrenn teir verða skrivaðir upp. Fyri at fáa bátarnar skjótt út aftur frá kaiini, eru stroppar klárir, tá tikið verður ímóti hvalunum. Flaki liggur við kaiina, har menn hjálpa at taka ímóti. Hivast má ikki við togi ella neilonendum. Eins og fyriskrivað í 10. grein í grinda­ kunn­gerðini er tað sýslumaðurin, saman við grindaformonnunum, sum hoyra hvalvágni til, ið skulu stíla fyri nær og hvar grindin skal verða hildin til, og hvussu fram skal verða farið við drápinum. Formannsbátarnir skulu hava flagg uppi og rópara. Grindin eigur, sambært gomlum siði, at verða løgd still, áðrenn hildið verður til. Skal ferð fáast á grindina, er neyðugt at leggja hana stilla á passandi dýpi uttan fyri eina linju millum Argjahøvda og Eystara mola helst uttan fyri grótkastið á Argjum. Meðan grindin liggur, skipa bátar seg eftir boðum frá grindaformonnunum. Teir størru bátarnir og skipini, sum eru hóskilig til sleiping, skulu tá liggja uttast og forða og annars útinna boðini, ið givin verða, og tí ræð­ur um at lurta eftir boðum á kanal 8 ella gjøgnum rópara. Bátar, sum koma, aftan á at grindin er løgd still, skulu ansa eftir ikki at órógva grind­ina. Liggur grindin innarliga, skulu hes­ ir bátar halda seg innan fyri eina linju mill­ um molan og ískaiina. Teir kunnu so koma uppí, tá grindin verður hildin til. Eingin bátur ella skip má fara inn um for­mannsbátarnar, uttan at tað er álagt av grindaformanni. Tá menn á sandinum eru klárir, halda formannsbátarnir grindini til. Eing­in grindabátur má tá vera so nær formanns­ bát­un­um, at hesir ikki óhindraðir kunna snara í bæði borð og harvið óhindraðir halda grind­ini til. Mint verður á, at ikki er loyvt at høgga og skera á háls úr báti, fyrr enn grinda­for­ menn­inir hava givið boð, og at hesi boð ikki skulu gevast, fyrr enn eingi útlit eru fyri, at grinda­menninir á sandinum fáa hendur á hvalirnar. Brot móti boðum og forboðum koma undir bót vísandi til 27. grein. Teir bátar, ið bróta boð frá grindafor­ monn­unum ella sýslumanninum, og sum fáa skaða av teirri orsøk, skulu ikki rokna við at fáa endurgjald fyri skaða. Grindaformaður stílar, saman við sýslu­ mann­inum, fyri drápinum. Frammanfyristandandi reglur eru gald­ andi, fyri at sjálvt drápið skal fara fram so siði­liga og ruddiliga sum til ber, og at grindin fæst so langt upp á turt sum til ber, og at menn á sandinum eru væl skipaðir, so at drápið verður pínuleyst, og grindin verður góður matur, sum vit jú ynskja. Tá grindin er komin á land, ella so nær landi, at hvalirnir liggja fastir, fara grinda­ menn­inir, undir leiðslu av og eftir boðum frá grinda­formanni, í holt við drápið. Álitismenninir á sandinum hava sóknar­ ongl­ar/blásturkrókar við sissal ella manilla línu. Grindaformaðurin ansar eftir, at eingin brúk­ar neilonlínu, ið, sum vitandi er, kann vera ógvuliga skaðilig. Høgt eigur at verða sum minst, har til ber eiga menn at royna nýggja ongulin, í staðin fyri at høgga, mett verður, at ikki er rætt at hála hvalirnar ov langt upp á turt, áðrenn teir verða dripnir, tí meira sett verður á end­ an, longri etur sóknarongulin seg inn í kjøtið og pínir hvalin. Tað er tí umráðandi, at teir, ið stíla fyri á sandinum, skipa fyri hóvligari upp­háling. Tilmeldingin fer fram umborð á Press­ar­ an­um ella øðrum egnaðum báti, sum liggur við vestaru boyuna uttan fyri oljutangarnar. Eru líkindini ikki til vildar, liggur hann á øðr­ um hóskandi plássi longri inni. Tilmeldingin byrjar eftir boðum frá grinda­formonnunum. Tilmeldað verður við bæði borð, bátarnir skulu tí koma í tveimum røð­um vestanífrá. Tríggir mans, sum eru í vesti við áskrift »uppskrivari« skriva upp. Bátar verða uppskrivaðir við havna­kenn­ ing­armerki, navni, bátastødd, bátaánara og tali av grindamonnum. Í grindareglugerðini § 3, stk. 3, stendur »Bátur, sum fer í grind, skal vera merktur við havnakenningartekni«. Bát­ur uttan havnakenningartekin skal venda sær til sýslumannin. Tá tilmeldingin er liðug, skulu upp­ skrivararnir uttan drál flýggja sýslu­mann­ in­um listarnar til drápspart og medvirka til, at seðlarnir koma skjótt út. Uppskrivararnir hjálpa skrivifólkunum at lesa bátanumrini/ báta­nøvnini. Grindaformaður setir vaktarmenn/hjálp­ ar­fólk, sum eru í vesti við áskrift »hjálp­ arfólk«, tá tað sæst, at grindin er komin í Sanda­gerði. Av trygdar- og reinførisávum sperra vakt­ armenninir av fyri óviðkomandi, spula, áðr­ enn hvalirnir verða heysaðir og spula av og á, meðan koyrt verður við trukkunum. Hval­ ir­nir eiga ikki at leggjast ov tætt. Vaktarmenninir opna allar hvalirnar, so teir ikki spillast. Eru stundir til tess, taka teir innanúr, so hvalirnir kølna skjótari, og grindin verður so góður matur sum til ber. Grindaformaður stílar fyri merking í raðfylgju og skundar undir hana sum mest, um neyðugt við eyka fólki. Umráðandi er at flýggja sýslumanninum seðlarnar sum skjótast. Seðlarnir koma út hjá Magn á Vestaru Bryggju. Kelda: »Skipan av grindadrápi í Havn«, torshavn.fo