Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 15 fat­andi kunningin frá almenn­ari síðu er, so ásannar Páll Nolsøe, at grinda­dráp helst altíð fer at elva til øsing millum fólk. - Grindadráp elvir til øsing, tí hval­ir hava ein næstan symbolskan týdn­ing fyri umhvørvisfólk. Hvala­ veiða er eisini eitt slag av symbol fyri ránsveiðuni av náttúruni og symbolið upp á hvussu menniskja oyði­leggur náttúruna, Tí leggja vit altíð dent á, at grindadráp er burð­ ar­dygt og vit týna ikki náttúr­una, sig­ur Páll Nolsøe. Best kendar fyri grindadráp Greiningar sum landsstýrið hevur gjørt av altjóða miðlaumrøðuni av Føroyum vísa heilt greitt, at tað er grindadráp, ið flestu útlendingar kenna Føroyar fyri. - Tað er torført at máta miðla­ um­røðu neyvt, men amboð finnast. Tær mátingar vit hava gjørt stað­ festa, at tað er eingin ivi um, at grinda­dráp er tað evni, ið Føroyar fær mest umrøðu fyri. Fótbóltur og ferða­vinnan fáa eisini nakað av um­røðu, men grindadráp er tað størsta, sigur Páll Nolsøe. Tá so nógv verður skrivað um grindadrápið, so hevur landsstýrið valt at spæla við opnum kortum, held­ur enn at royna at fjala grinda­ drápið fyri umheiminum. - Opinleiki er týdningarmikil fyri okkum. Tá vit venda okkum til miðl­arnar er týdningarmikið, at vit vísa, at vit ikki ynskja at skerja talu- og skrivifrælsi. Tvørturímóti virða vit fult út, at onnur hava aðrar meiningar, men vit ynskja at fáa rúm fyri okkum sjónarmiðum. Okkara opinleiki er ein av styrkj­ un­um í okkara politikki. Tað hevur eis­ini vakt aðrastaðni, at vit eru so opin um hetta. Um vit royndu at dylja grindadrápið, hevði tað bara gjørt ringt verri, sigur Páll Nolsøe. Kemur í bylgjum Eitt tíðarskeið gjørdu grinda­ mót­mælisfólk nógv burturúr at senda teldupostar til føroyskar og danskar politikarar, almennar stovn­ar og onnur fyri at mótmæla grinda­drápi, og afturi í fýrsunum fekk landsstýrið upp í posar av mót­mælisbrøvum sendandi. Sambært Páll Nolsøe verður lands­stýrið ikki díkt undir við mót­ mælum í sama mun long­ur. Tó hev­ ur hann frætt, at danska stjórn­in tíð­um fær hóp­in av mót­mæl­um send­andi. Men gongd­in seinnu ár­ini er, at mót­mæl­ini hava flutt seg út á sosialu miðl­ar­nar, og tað er fyrst og fremst sosialu miðlar, ið verða nýttir sum amboð at mót­ mæla grindadrápi. - Grindamótmælini koma í bylgj­ um. 2014 og 2015 vóru helst størstu ár­ini fyri grindamótmælum seinnu árini, men í ár hevur eisini verið nógv at gjørt, sigur Páll Nolsøe. Seinnu árini hevur tað serliga verið eitt amboð, ið hevur brúkt fyri at skapa umrøðu av føroyska grinda­drápinum, vísir kunn­ing­ar­ ráð­gevin hjá lands­stýr­in­um á. - Tað avgerandi er, at onkur hev­ ur fingið fatur á góðum mynda­ tilfari. Tað er tað, ið er týdn­ing­ar­ mest fyri at altjóða miðlar skriva um grindadráp. Hesaferð eru ábend­ingar um, at eitt ferðafólk hev­ur tikið myndirnar, selt tað til eina tíðindatænastu, ið síðan hev­ ur selt myndirnar víðari til aðrar miðl­ar, sigur Páll Nolsøe. Í fleiri ár skipaði Sea Shepherd fyri størri átøkum fyri at steðga grinda­drápi og hevði fleiri fólk í Før­oyum. Tað er tó ivasamt um hvussu stóran ávirkan tað hevði. - Myndirnar tá umhvørvisfólk blivu handtikin skaptu miðla­um­ røðu, men bylgjan sum er nú vísir, at hóast tey ikki eru her, so vakir grinda­dráp kortini ans. Tey fáa mynd­irnar, um tey eru her ella ikki. Í roynd og veru kunna tey bara senda eitt ferðafólk til Føroyar at taka myndir og mangan brúka tey tað, ið føroyingar sjálvir leggja út, sigur Páll Nolsøe. ENDAR P Trý sløg av miðlan Páll Nolsøe bólkar miðlaumrøðuna av Føroyum og grindadrápi upp í tríggjar bólkar. Sensationsjournalistikkur, vitjandi journalistar og filmar. Sensationsjournalistikkur: Sensationsjournalistikkurin er, at ein journalistur situr á redaktiónini á eini tíðindastovu saman við einum redaktøri. Tey fáa gott myndatilfar sendandi, nógv blóð er á myndunum, tað er dramatiskt, tað er eitt áleikandi mál og áhugavert hjá lesaranum at síggja. Tað er ein góð søga at selja og so rullar bólturin har frá. Vitjandi journalistar: Vitjandi journalistar eru vanliga tíðindafólk ella sjónvarpslið, ið koma til Føroyar og vilja lýsa grindadrápið meira í djúpdini og vilja tosa við førpoyingar. Filmar: Hetta er til dømis verkið The Islands and the Whales eftir Mike Day, har grindadrápið verður lýst á ein øðrvísi hátt. - Hvalaveiða er eisini eitt slag av symbol fyri ránsveiðuni av náttúruni og symbolið upp á hvussu menniskja oyðileggur náttúruna, Tí leggja vit altíð dent á, at grindadráp er burðardygt og vit týna ikki náttúruna - Tey fáa myndirnar, um tey eru her ella ikki. Í roynd og veru kunna tey bara senda eitt ferðafólk til Føroyar at taka myndir og mangan brúka tey tað, ið føroyingar sjálvir leggja út