Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 14 TEMA: Grind Grind - Tað er torført at máta miðlaumrøðu neyvt, men amboð finnast. Tær mátingar vit hava gjørt staðfesta, at tað er eingin ivi um, at grindadráp er tað evni, ið Føroyar fær mest umrøðu fyri. Fótbóltur og ferðavinnan fáa eisini nakað av umrøðu, men grindadráp er tað størsta. Tað sigur Páll Nolsøe, kunningarráðgevi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, sum síðan 2015 hevur havt høvuðsábyrgd av grindakunningini hjá almennu Føroyum. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO 2 017 var árið, tá heitið Fake News vann pláss í orðatilfeinginum hjá borg­ arum kring allan heim. Men hóast heitið er rímiliga nýtt, so er fyribrigdið at bera fram skeiv­ ar upplýsingar eins gamalt sum manna­ættin. Skeivir upplýsingar og vill­leið­ andi kunning kann eisini brúk­ ast til at lýsa nógv av tí tilfari, ið føroy­ingar kundu lesa og síggja í útlendsk­um miðlum fyri nøkr­um árum, tá hesi viðgjørdu før­oyska grinda­drápi. Hetta komst av, at tað í stóran mun vóru grinda­mót­ mælis­fólk, ið settu dags­skránna í útlendskum miðlum. Ein broyting hendi tó í 2015, tá almennu Føroyar løgdu á annan bógv. Ein nýggj strategi bleiv løgd, ið hevði til endamáls at rætta skeivar og villleiðandi upplýsingar, umframt at varpa ljós á føroysku sjón­armiðini. Altjóða umrøðu At landsstýrið ger nógv burturúr at veita kunning um grindadráp tá harðast leikar á, hevur verið sjón­ligt seinastu vikurnar, tá al­ tjóða miðlar sum amerikanska sjón­varpsrásin CNN, bretski public service stovnurin BBC og bretska bløðini the Daily Mail, the Sun og the Mirror bóru myndir av før­oyska grindadrápinum, ið eitt bretskt ferðafólk hevði tikið av grind­ini í Sandavági 30. juli. Har tað áður var vanligt, at grein­arnar vóru merktar av vant­ andi vitan um grindadráp og vóru einsíðugar, slapp landsstýrið hesaferð til orðanna. Páll Nolsøe, kunn­ingarráðgevi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, ið hevur grinda­kunningini hjá almennu Føroyum um hendi, vísir á, at hetta er úrslitið av nýggja leistinum hjá lands­stýrinum. - Samstundis sum whaling. fo bleiv dagførd í nýggjum hami í 2015, bleiv ein nýggj strategi løgd. Hon er, at landsstýrið skal hava góðan og greiðan boðskap og kunning um grindadráp, sigur Páll Nolsøe. Tað inniber millum annað, at starvsfólkini í Uttanríkis- og Vinnu­málaráðnum halda eitt vakið eyga við hvat gongur fyri seg í út­ lendsk­um miðlum. Um Før­oy­ar verða nevndar, so verður ein met­ ing gjørd av greinini. - Um tað so vísir seg, at hon er faktuel skeiv ella hevur ein ein­ síðu­gan vinkul, seta vit okkum í sam­band við viðkomandi miðil við rætt­leiðingum og okkara hugsan um málið, upplýsir Páll Nolsøe. Væleydnað átak At nýggi leisturin hjá lands­stýr­in­ um hevur eydnast, sæst best aft­ur í, at miðlar nú í størri mun venda sær til landsstýrið, áðrenn grein­ar um grindadráp verða almanna­ kunn­gjørdar, metir kunning­ar­ ráð­gevin. - Tað er úrslitið av, at vit løgdu ein nýggjan strategi í 2015. Stóri trupul­leikin var tá, at einasta keld­ an til flestu greinar var Sea Shep­ herd. Tá settu vit okkum fyri, at fyrst og fremst rætta upp á skeiv­ leikarnar, men eisini at syrgja fyri, at okkara boðskapur og sjón­ar­mið komu til sjóndar. Tað hevur eydn­ ast, sigur Páll Nolsøe. Sum heild metir Páll Nolsøe ikki, at altjóða miðlaumrøðu er merkt av teimum stóru skeiv­leik­ un­um longur, men at føroysku sjónar­miðini sleppa alsamt betri fram­at. - Teir faktuellu skeivleikarnir eru fáir nú og vit merkja í alt størri mun, at okkara sjónarmið eru við greinunum. Seinnu árini hava vit lagt merki til eina broyt­ing í tíðindaflutninginum. Tær ógvus­ ligu myndirnar og stóru og sterku lýs­ing­arorðini eru har enn, men tað stend­ur sum oftast í greinunum, at grinda­dráp er burðardygt og at alt­ernativið til grind er at innflyta kjøt, sigur Páll Nolsøe. Elvir til øsing Tað er eisini fatanin hjá kunningar­ ráð­gevanum, at fólk sum heild taka undir við føroysku sjón­ar­mið­un­ um, tá altjóða miðlar skriva um grinda­dráp. - Um hugt verður eftir við­merk­ ing­unum undir greinini sæst, at tað eru nógv fólk, ið taka undir við grinda­drápi og finnast at øs­ing­ini. So kunningin hjá okkum ger av­ gjørt mun, sigur Páll Nolsøe. Men óansæð hvussu góð og um­ FØROYAR BEST KE FYRI GRINDADRÁP - Tær ógvusligu myndirnar og stóru og sterku lýsingarorðini eru har enn, men tað stendur sum oftast í greinunum, at grindadráp er burðardygt og at alternativið til grind er at innflyta kjøt