Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 13 Tvey ár síðan síðsta fyrispurn­ ingin í Evropa­ tinginum - Í Brússel hoyra vit einki um grindadráp í løtuni. Eg havi fingið tríggjar teldupostar frá einstaklingum um grindadráp síðan Daily Mail skrivaði um tað, men tað hevur ikki verið ein fyrispurningur um tað í Evropatinginum í umleið tvey ár, sigur Kate Sanderson, sendikvinna Føroya til ES. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T að vakti ans í Brússel, tá fleiri fólk hjá Sea Shepherd í 2015 blivu hand­tikin fyri at royna at órógva grindadráp ymsastaðni í Før­oyum. Handtøkurnar og grinda­dráp blivu eisini reist á hægsta politiska stæði, tá fleiri ting­limir í Evropatinginum settu tá ES-kommissiónini fyrispurningar, um hvussu slíkt lat seg gera í einum øki, ið hoyrir til eitt ES-limaland Trý ár seinni ber enn einaferð til hjá umheiminum at síggja myndir og lesa greinar um grindadráp, men at síggja til hevur tað ikki somu ávirk­an longur. Í hvørt fall merkist tað ikki í føroysku sendistovuni í Brússel. - Í Brússel hoyra vit einki um grindadráp í løtuni. Eg havi fingið tríggjar teldupostar frá einstakl­ ing­um um grindadráp síðan Daily Mail skrivaði um tað, men tað hev­ ur ikki verið ein fyrispurningur um tað í Evropatinginum í umleið tvey ár, sigur Kate Sanderson, sendi­kvinna Føroya til Brússel, tá hon verður spurd hvørja politiska ávirk­an tað hevur fyri Føroyar, tá altjóða miðlar skriva um grinda­ dráp. Sendikvinnan metir, at tað skal munandi meira til enn nakr­ar blóðugar myndir, áðrenn tað eydn­ ast mótmælisfólkum at fáa eina størri undirtøku móti grindadrápi. - Blóðugar myndir av føroyska grindadrápinum eru at síggja í útlendskum miðlum hvørt ár. Ein einstøk grein fær ikki skapt tað stóra. Samanborið við fyri nøkrum árum síðan, so krevst tað ein betri samskipan, um mótmælisfólk ynskja at brúka miðlarnar til at fáa fólk upp úr stólunum. Orsøkin er, at blóðugu myndirnar úr Føroyum eru ikki óvanligar longur. Fólk hava sæð tær fyrr, sigur Kate Sanderson. Royal Caribbean Cruises boykotta Føroyar - Tað eru fleiri ferðamannaskip, ið sigla framvið okkum, har tað kanska hevði verið upplagt at steðgað á í Føroyum. Eg vil meta, at talan er um eini tjúgu skip árliga, sigur Anfinn Hjelm úr Tórshavnar havn. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO F erðamannaskip eru meira ella minni vorðin ein part­ur av býarmyndini í høvuðs­staðnum um summ­arið. Higartil hava 42 ferða­ manna­skip vitjað høvuðsstaðin í ár og við ársenda er talið voksið til 46 ferða­manna­skip. Tað talið kundi tó verið mun­ andi størri, tí sum nú er verða Før­ oyar boykottað av næststørsta reið­arínum av ferðamannaskipum í verðini. Amerikanska felagið Royal Caribbean Cruises Ltd. hevur síðstu trý árini sýtt sínum skipum at leggja at í Føroyum. Orsøkin er grinda­dráp. Anfinn Hjelm, vinnusamskipari í Tórshavnar havn, metir, at talan er um eini tjúgu ferðamannaskip, ið kundu hugsast høvdu lagt at í Føroyum, ið nú sigla framvið oyggj­unum. - Tað eru fleiri ferðamannaskip, ið sigla framvið okkum, har tað kanska hevði verið upplagt at steðgað á í Føroyum. Eg vil meta, at talan er um eini tjúgu skip árliga. Tey ynskja at bjóða gestum sínum tað best møguliga og við okkara landafrøðiligu støðu hava vit góð kort í hondini. Men av tí, at vit drepa grind, vilja tey ikki steðga her, sigur Anfinn Hjelm. Boykottið bleiv sett í verk í 2015, tá løgtingið gjørdi broytingar í grindalógini. Royal Caribbean Cruises Ltd. er tó ikki einasta felag, ið boykottar Føroyar. Anfinn Hjelm upplýsir, at so gott sum øll týsk reiðarí gera tað sama. Tórshavnar havn er javnan í sam­skifti við Caribbean Cruises Ltd. um at broyta avgerðina, men sambært Anfinni Hjelm er lítið at gera. - Vit eru javnan í samskifti við felagið, men har er hvørki at høgga ella stinga í. Grindadrápið er forðingin. Men sjálvt um vit góvust við at drepa grind, so er tað kortini eingin trygd fyri, at teir høvdu komi aftur, sigur Anfinn Hjelm.