Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 12 TEMA: Grind Grind Ongar nýggjar avlýsingar - Umboðsmenninir hava biðið um tilfar um grindadráp, ið teir hava fingið. Tað er nokk tí teir hava fingið fyrispurningar um hetta, men teir hava ikki fortalt mær hvat tað er. Vit hava so ongar nýggjar avlýsingar fingið, sigur Heri Joensen. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T ungmálmsbólkurin Týr er helst tann føroyski tón­leikabólkurin, ið hev­ ur verið mest víða um við tón­leikinum og hevur bólkurin seinni árini verið á konsertferð í mill­um annað USA, Russlandi og Týsk­landi. Týr er samstundis nokk eisini tann føroyski bólkurin, ið kennir best til trýst frá útlendskum mót­ mælisfólkum, ið mótmæla grinda­ drápinum. Tá bólkurin í 2016 var í Týsklandi blivu fleiri kon­sert­ir avlýstar og í USA royndu mót­ mælis­fólk at órógva kon­sert­irnar. - Tá vit vóru á konsertferð í Týsk­landi bleiv skipað fyri nøkrum smærri mótmælistiltøkum, men var lítil og eingin undirtøka fyri teim­um. Men á konsertferðini blivu umleið fýra konsert avlýstar vegna ágang frá mótmælisfólkum, upp­lýsir Heri Joensen, sangari í Týr. Hann greiðir frá, at konsertirnar blivu avlýstar, tí fyriskipararnir fingu hundraðtals teldupostar og boð frá mótmælisfólkum við ymisk­um hóttanum. - Tey fingu eina fatan av, at mót­ nælisfólkini vóru fleiri í tali, enn tey veruliga eru. So av ótta fyri, at tey ikki kundu veita trygd fyri trygdina hjá áskoðarunum blivu konsertirnar avlýstar. Tað var einans ein, ið bleiv avlýst, tí fyri­ skip­ararnir vóru ímóti grinda­drápi, sigur Heri Joensen. Fyriuttan avlýstu konsertirnar í Týskland hevur grindadráp ikki havt tí stóra ávirkan. Í USA blivu fyrireikararnir eisini hóttir, uttan at tað broytti nakað. - Amerikanarar eru ikki líka ávirk­aðir av slíkum sum týskarar. Týskarar ganga høgt upp í at vera polit­iskt rættir, og hetta er eitt mál, ið á skræðuni sær politiskt rætt út. Amerikanarar leggja minni í slíkt. Nógv­ir amerikanarar búgva eisini uttanfyri býirnar og veiða sjálvi ymisk djór, so tey skilja hvat før­ oyingar gera, sigur Heri Joen­sen. Kortini hava umboðsmenninir hjá Týr í Evropa og USA fingið til­far um grindadráp, tó uttan at Heri Joensen veit, hvat tað verður brúkt til. - Umboðsmenninir hava biðið um tilfar um grindadráp, ið teir hava fingið. Tað er nokk tí teir hava fingið fyrispurningar um hetta, men teir hava ikki fortalt mær hvat tað er. Vit hava so ongar nýggj­ar avlýsingar fingið, sigur Heri Joensen. Forsangarin í Týr vísir eisini á, at tá tað kom til stykkis, so førdi grinda­mótmælini í Týsklandi ein­ ans til, at Týr fekk ein størri pall. - Fjølmiðladekningurin av málinum var øgiliga positivur fyri okkum. Innanfyri tvær vik­ur ringdu í hvørt fall tríggir journ­al­ ist­ar til mín hvønn dag. Har var eisini talan um miðlar, sum einki hava við tónleik at gera annars, sig­ ur Heri Joensen. Kann ikki samanberast við 2015 - Eg hava fingið nøkur fá skriv frá fólkum kring heimin um grindadráp aftaná greinarnar, men tað er ikki nær námind tað sama sum í 2015, tá átakið var. Tað kann slett ikki samanberast, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur. HALLUR AV RANA 'HALLUR@SOSIALURIN.FO E in teirra sum seinnu árini hevur fingist nógv við at kunna danir og umheimin um føroyska grindadrápið er Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin. Í kjalarvørrinum av, at altjóða miðlar hava skrivað um føroyska grindadrápið seinastu vikurnar hevur hann eisini fingið nakrar fyri­spurningar og brøv frá mót­ mælis­fólkum, men vísir á, at tað er einki samanborið við fyri trimum árum síðan. - Eg hava fingið nøkur fá skriv frá fólkum kring heimin um grinda­dráp aftaná greinarnar, men tað er ikki nær námind tað sama sum í 2015, tá átakið var. Tað kann slett ikki samanberast, sigur Sjúrður Skaale, ið upplýsir at fólka­tingslimir fingu tá dagliga hundrað­tals av teldupostum um grinda­dráp. Sjálvur metir Sjúrður Skaale, at ráðstevnan um grindadráp, ið hann skipaði fyri á Fólkatingi á heysti 2015, hevur verið við til at broyta hugburðin hjá dønum. - Hon eydnaðist ótrúliga væl. Allir partar í kjakinum vóru bodnir við og vóru sjálvt Sea Shepherd til staðar. Einki bleiv fjalt og øll sjónarmið blivu løgd fram. Eftir ráðstevnuna stóðu føroyingar eftir sum vinnarar og mótmælisfólk sum taparar. Áðrenn ráðstevnuna vóru tað eisini nakrir danskir polit­ ikarar, ið vóru kritiskir til grinda­ dráp, men nú hoyrist einki um tað, sigur Sjúrður Skaale.