Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 11 - Tann umtalan sum er um Føroyar og grind er fleiri ferðir størri enn flestu føroyingar kenna til. Vit hoyra bara um tað, ið føroyskir miðlar ella størri altjóða miðlar skriva um. Men tað eru so nógvir smærri miðlar, ið skriva um hesi viðurskifti. Tað sigur Bárður Eklund, ið hevur ábyrgd fyri talgildu marknaðarføringina hjá Visit Faroe Islands. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO V isit Faroe Islands kann í ein ávísan mun síggj­ ast sum vindeyga hjá útlendingum til Føroyar. Tí tað er gjøgnum heima­ síð­una, lýsingarátøkini ella ymisk­ um sosialu miðlunum hjá felagn­ um, at nógvir útlendingar fyri fyrstu ferð lesa ella síggja nakað til tær átjan oyggjarnar. Baksíðan av tí er, at við teimum góðum upplivingum fylgir eisini nógv av tí ágangi, ið er rættaður móti Føroyum og føroyingum í samband við grindadráp. Bárður Eklund, ið hevur ábyrgd fyri tal­ gildu marknaðarføringina hjá Visit Faroe Islands, upplýsir, at tey fáa reglu­liga spurningar frá ferða­ fólkum um grindadráp. - Áhugin fyri grind og grinda­ við­urskiftum í Føroyum kemur bæði leypandi og í bylgjum. Vit fáa ítøkiligar spurningar frá fólki, um nær tey skulu vitja Føroyar, um tey ikki vilja síggja grindadráp, meðan tað eru onnur ferðafólk, ið gjarna vilja síggja grindadráp. Slíkir spurningar koma serliga aftaná ein grind hevur verið hildin til, sigur Bárður Eklund. Hóast flestu spurningar um grindadráp koma í kjalarvørrinum av einum drápi, so er tað kortini altíð nøkur, ið finna eldri greinar um grindadráp á netinum. - Summi finna upplýsingarnar á netinum, tí tá greinarnar eru skrivaðar leggja tær eitt talgilt spor eftir sær, ið aldrin hvørvur. So tá teir stóru miðlarnar skriva um Føroyar og grindadráp, so er tað nakað, ið fólk fara at síggja í fram­tíðini, sigur Bárður Eklund. Størri enn fólk vita Seinastu vikurnar hava fleiri stór­ir altjóða miðlar víst føroyska grinda­ dráp­inum ans. Men føroyingar muga ikki halda, at mótmælini móti grindadrápi í umheiminum ein­ans ger um seg, tá CNN, BBC og the Daily Mail skriva um málið. - Tann umtalan sum er um Før­ oyar og grind er fleiri ferðir størri enn flestu føroyingar kenna til. Vit hoyra bara um tað, ið føroyskir miðl­ar ella størri altjóða miðlar skriva um. Men tað eru so nógvir smærri miðlar, ið skriva um hesi viðurskifti, sigur Bárður Eklund. Hann vísir millum annað á, at føroyingar hava lætt við at lesa enskt og norðurlendsku málini, men at tað eru nógv fleiri tungumál til í verðini. - Tað mesta er skriva á enskum, men har eru fleiri hundrað onnur mál, har tað eisini verður skrivað um Føroyar. Tær greinirnar eru ikki nógv øðrvísi enn ensku grein­ arnar. So har hendir øgiliga nógv við­víkjandi kjakinum um grinda­ dráp, ið fólk ikki geva sær far um, sig­ur Bárður Eklund. Hava broytt strategi Fyri nøkrum árum síðan var tað ikki óvanligt, at mótmælisfólk móti grindadrápi sendu túsundtals av teldupostum til føroyskar og danskar politikarar, stovnar, fyri­ tøk­ur og onnur fyri at leggja trýst á almenna Føroyar. Tað tykist mót­støðufólkini at vera farin frá og royna tey ein annan strategi nú. - Fyrr handlaði tað nógv um, at mótmælisfólk royndu at eggja fólkum til at senda brøv til løgmann ella skriva undir mótmælisskriv á heimasíðum. Tá handlaði tað um at koma í dialog við føroyingar og siga sína hugsan, sigur Bárður Eklund og heldur fram. - Nú handlar tað ikki um at koma í dialog við okkum, men um at tey innanhýsis bera boðskapin víðari til onnur og sannføra fólk um at stuðla einum felagsskapi við peningi, so tey kunna halda á við sínum stríði. So tað føroyingar lesa í føroyskum miðlum um, at nú er hetta skrivað ella hetta rákið ger seg galdandi, er bara toppurin av ísfjallinum. Tað hendir so ræðu­lig nógv, sum føroyingar ikki síggja, um man ikki fylgir við í frá­merkj­ um, bólkum og miðlum, har tey eru aktiv. Svara teldupostum Ein partur av arbeiðinum hjá toym­inum handan Visit Faroe Is­ lands er at svara fyrispurningum frá útlendingum um Føroyar. Tá kann tað skjótt gerast møtimikið, um ov nógv tíð skal brúkast at svara mótmælisfólkum. Men Bárð­ur Eklund upplýsir, at slíkir teldu­postar verða svaraðir, um mett verður, at viðkomandi ynskir dialog. - Um vit føla, at hetta er ein per­sónur, ið hevur brúkt tíð upp á at skriva teldupostin, so svara vit teimum, grundgeva og vísa til aðr­ ar síður um grindadráp. Vit royna gera alt tað vit kunna fyri at svara fólki og vera blíð, hóast tey ikki altíð eru so blíð við okkum. Tað hend­ir seg viðhvørt, at tey eru glað fyri at hoyra fleiri sjónarmið, og at tað ikki var so svart hvítt sum tey lósu í eini grein. Hóast slíkar posit­ ivar søgur eru í minniluta, so eru tað tær, ið gera alt arbeiðið vert, sig­ur Bárður Eklund. Hóast grindadrápið sostatt tek­ur ein part av arbeiðsorkuni, ið kanska hevði verið betri brúkt at markn­aðarføra Føroyar, so hevur Visit Faroe Islands einki ímóti grinda­drápi. - Vit hava einki móti tí. At um­ heim­urin skrivar um tað hava vit onga hugsan um, tí tað er partur av okkara mentan. Tað einasta sum kann harma okkum er mátin, ið tað verður fortalt upp á. Hóast grein­ arnar ikki eru faktuelt skeivar, so kunna tær verða litaðar, tá man brúk­ar orð sum árliga grindadrápið og høgga í hvalirnar, sigur Bárður Ek­lund. - At umheimurin skrivar um tað hava vit onga hugsan um, tí tað er partur av okkara mentan. Tað einasta sum kann harma okkum er mátin, ið tað verður fortalt upp á. Síggja bara toppin av ísfjallinum