Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 10 GRINDADRÁP ENN EINAFERÐ Á BREDDAN Slíkar søgur koma javnan undan kavi, men hvussu stóra ávirkan hevur slíkt á føroyska samfelagið. Í temanum hesaferð lodda vit dýpið við ymiskar føroyingar, fyri at vita hvørja ávirkan ágangurin frá teimum, ið ynskja at steðga grindadrápi, hevur á føroyska samfelagið. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO S o hendi tað aftur. Altjóða miðlar sum CNN, BBC, the Daily Mail, the Mirror og onnur hava seinastu vikurnar enn einaferð borðreitt við blóðugum myndum úr Føroyum. Hesaferð frá einum ferðafólki, ið var til staðar, tá ein grind bleiv hildin til í Sandavági 30. juli. Við ógvusligum myndum verða lesarar lokkað at lesa meira um grindadrápi við ógvus­ligum yvirskriftum um blóðugan slát­ ur, óhugnaligan siðaarv, hópdráp o.s.fr. Slíkar søgur koma javnan undan kavi, men hvussu stóra ávirkan hevur slíkt á før­oyska samfelagið. Í temanum hesaferð lodda vit dýpið við ymiskar føroyingar fyri at vita hvørja ávirkan ágangurin frá teimum, ið ynskja at steðga grindadrápi, hevur á føroyska samfelagið. Sum Páll Nolsøe, kunningarráðgevi hjá lands­stýrinum, vísir á í samrøðu í temanum, so er almennu Føroyar vorðin munandi betri at seta dagsskránna í altjóða kjakinum um grindadráp, so at sjónarmiðini hjá mót­ mælis­fólkunum ikki standa einsamøll. Tað sæst eisini aftur í teimum greinum, ið verða skriv­aðar um evnið. Í stóran mun tykist eisini, at tann ágang­ ur­in, ið hevur verið á politisku skipanina er mink­aður, tí mótmælisfólk venda sær ikki í sama mun til politikarar fyri at leggja trýst á. Tað merkir tó ikki, at tey sum stríðast móti grinda­drápi hava givið upp, men einans at hátturin er broyttur. Bárður Eklund, ið hevur talgildu markn­ að­arføringina hjá Visit Faroe Islands um hendi, vísir nevniliga á, at tað sum flestu før­oyingar leggja merki til av mótstøðu móti grindadrápi, einans er toppurin av ís­fjall­ inum, meðan Tórshavnar Havn upplýsir, at Før­oyar framhaldandi er boykottað av næst­ størsta reiðarínum í heiminum. Grind 561 grindahvalir dripnir í ár HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Higartil í ár eru 561 grindahvalir dripnir í átta grindadrápum. Harumframt eru 45 springarar og 4 døglingar dripnir. Tað vísa hagtølini á heimabeiti.fo. Fyrsta grindadrápið í ár var í Syðru­ gøtu 22. mai, tá 145 hvalir løgdu beinini. Hetta er samstundis eisini størsti bólk­ urin, ið er dripin í ár. Størsta skinnatalið var tó grindin, ið bleiv hildin til í Sanda­ vági 30. juli. Hon taldi 135 hval og 1059,5 skinn, meðan tann í Syðrugøtu var 998 skinn. Havnarfólk og sandvíkingar hava havt góðar møguleikar at fingið eitt kók í summar. Tað eru einastu støð í landinum, har tvær grindir hava gjørt landgongd í ár. Í Sandavági vóru grindaboð 30. juli og 21. august, meðan tvær grindir løgdu beinini í høvuðsstaðnum 24. juli og 30. juli. Í Húsavík eru tveir bólkar av spring­ arum hildnir til í ár. Tann fyrri bólkurin bleiv hildin til 8. juni og taldi 11 springarar, með­an tann seinni bólkurin upp á 22 spring­arar bleiv hildin til 31. juli. Eingin grind hevur lagt beinini í Suð­ ur­oynni í ár, men týsnáttina kundu hvalb­ingar gleðast um, at fýra døglingar høvdu svomið upp á turt. Senda beinleiðis úr grindadrápi Fólk frá Sea Shepherd hava verið hjástødd til í hvørt fall trý grindadráp í summar, har tey hava sent beinleiðis frá rakstrinum og drápinum. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Í 2014 og 2015 vóru fólk frá altjóða um­ hvørvis­felagsskapinum Sea Shepherd mest sum ein natúrligur partur av før­ oyska summarinum. Tey sóust har sum tey vóru, og um ein grind bleiv hildin til, so varð fylgt væl við hvat tey gjørdu. Men hó­ast skipini hjá Sea Shepherd ikki longur eru at síggja í føroyskum sjóøki og fólk frá felagsskapinum ikki longur royna at steðga grindadrápinum, so hevur altjóða um­hvørvis­felagsskapurin kortini verið virk­in í Føroyum í summar. Fólk frá felagsskapinum hava verið hjá­stødd til í hvørt fall trý grindadráp í summ­ar, har tey hava sent beinleiðis frá rakstr­inum og drápinum. Upptøkurnar hava verið sendar beinleiðis á facebook- síð­una Sea Shepherd Faroe Islands Cam­ paign, har myndir eisini eru lagdar út. Á síðuni sæst, at fólk hjá felags­skap­in­ um hava verið til staðar til grindadrápini í Sandavági 30. juli, Hvannasundi 16. aug­ ust og aftur í Sandavági 21. august. Har­um­ framt vóru fólk hjá felagsskapinum eisini hjá­stødd, tá grindin í Havnini 30. juli bleiv skorin upp á Vestara bryggju. Facebook-síðan Sea Shepherd Faroe Islands Campaign er blokerað fyri brúk­ ar­ar í Føroyum. TEMA: Grind