Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 9 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN Vangamynd Símun Hansen, elektrikari í Havn. Giftur við Elin Hansen. Saman eiga vit ein vaksnan son. Miðflokkurin fyri øll! Eg velji Miðflokkin, tí hann stendur við givin lyftir! Hann stendur 100% saman um tey mest grundleggjandi samfelagsvirðini Miðflokkurin vil steðga brandskattinum av vinnuni og fólkinum í Føroyum. Flokkurin vil verja og tryggja, at okkara siglandi fólk, og tey sum arbeiða uttanlands, varðveita vunnin rættindi, og ikki blíva brandskatta/ straffa í Føroyum. Miðflokkurin vil steðga avkristnanini í Føroyum og stuðla og verja menniskjað frá móðurlívi til gravarbakkan. Føroyar hava tørv á einum sterkum Miðflokki! 100 billiónir kyknur boða sama boðskap: kynið er ikki komið av tilvild! Longu tá fyrsta kyknan varð veruleiki, varð kynið ritað í hana. Og síðani er sama kotan ritað inn í hvørja einastu kyknu, antin hevur tú eitt Y kromosom og er maður ella einki Y og er kvinna! Til eru minst 6500 genetiskir munir millum mann og kvinnu, og tað megna hormonir og skurðviðgerðir ikki at broyta. Hormonviðgerð er jú vandamikil og slík skurðviðgerð er beinleiðis oyðileggjandi fyri likamið. Og hvørgin teirra loysir nakran trupulleika. Nøkur siga seg ivast um "kynsligan samleika", og, sambart prát við Sosialin, stríðast hesi við tunglyndi, sjálvshatur og sjálvmorðstankar. Slík fólk tørva hjálpandi viðgerð, ikki kensluleysa accept. At veita teimum accept er at sleppa teimum uppá fjall! Ímynda tær mann ella kvinnu, ið kemur til lækna og fær staðfest ov høgt blóðtrýst. Sjálvandi roynir læknin alt fyri at basa trýstinum. Vektin niður, ósunt burtur, út at ganga, broyt matarvanar v.m. Og hann bjóðar um neyðugt heilivág, tí høga trýstið oyðileggur hjarta, æðrar, nýru, heila og nógv annað. Tú finnur ongan lækna, sum klappar sjúklingin á herðar og sigur: slappa av, hatta ordna vit, vit broyta blóðtrýstmarkið, tað er so synd í tær, vit mugu vísa samkenslu, tú er ósekur, lat okkum samtykkja at flyta normalitetsmarkið til, ja hvat heldur tú sjálvur, skulu vit siga 200 yvir 160? Ongin lækni so mikið sum vágar sær at hugsa slíkt! Tó, í aktuella málinum er stöðan júst so, her ætlar man at lógarfesta ábyrgdarloysi. Vit eru í stríði móti einari náðileysari ideologi, sum ofrar: • ófødda barnið • hjúnabandið • familjuna • kristna virðisgrundarlagið • kynsidentitetin v.m. ..... á einum fyrilitarleysum sjálvsøknum altari. Á komandi løgtingsvali má veljarin sláast fast, hvørji virði vit ynskja at grunda samfelag okkara á! Eg eri sannførdur um, at bæði samfelagnum og børnunum tørvar mammur og pápar, og bara ein av hvørjum. (Alexis Lundh) Arbeiðsmannafelagið FYLKING Aðalfundur felagsins verður leygardagin 15. september 2018 kl 18 í Tvøroyrar klubba. Dagsskrá sambart lógum felagsins og ló- garbroyting av grein 23 er á skránni. Arbeiðsmannafelagið Fylking PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Johannes Martin Eliassen, Sniðgøta 1, 700 Klakvík, føddur tann 26.04.1944, deyður tann 30.05.2018, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríðu Patursson, Frúutrøð 4, postboks 6, 110 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 194/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 27. august 2018. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Petur Slyne, Undir Kongavarða 58, 160 Argir, føddur tann 23. marts 1971, deyður tann 7. juli 2018, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Skansavegur 1, FO-100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 237/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 27. august 2018. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Nancy Mikkelsen, Bøgøta 34, 700 Klaksvík, fødd tann 01.01.1922, deyð tann 18.07.2018, og fyrr deyða hjúnarfelaga Emil Karl Mikkelsen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Páll Nielsen, Advokatvirkið, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 241/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 29. august 2018. fyrst og fremst www.in.fo DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á TROTABÚGV I konkursboet Sp/f Manpower Consulting, við Rætt 6, 650 Toftir, reg.nr. 4376, SKS 3-188/2012, har skifteretten stadfæstet tillægsopgørelse med en yderligere dividende på 2,67149 % til § 97-fordringer, og et yderligere kuratorsalær på 6.562,50 kr. inkl. MVG. Der bortses ved efterudlodningen fra fordringer, som ikke vil afkaste 100 kr. i ekstra udlodning. Udlodning finder sted den 5. oktober 2018, såfremt anke ikke er sket. Retten på Færøerne, den 28. august 2018.