hósdagur 30. august 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 100
8
SAMRØDA: Heini Zachariassen
- Tann stóri munurin er tann,
at mann lærir heilt ófatiliga nógv
fyrstu ferð. Tá eg hyggi aftur eftir,
hvat eg gjørdi tá, so haldi eg, eg var
ein lúsa amatørur. Mann blívur
bara nógv betur, tá mann hevur
fingið royndirnar. Tað haldi eg er
viktigt, sigur hann.
Meðan BullGuard handlaði um
trygd til telduskipanir, so handlar
Vivino um vín. Heini Zachariassen
helt stóra óútforskaða vínheimin
vera nógv meira tiltalandi og stutt
ligari enn trygdarforritan.
- Tá eg byrjaði Vivino, var tað
eisini eitt val, sum snúði seg um,
at eg hevði hug til at gera okkurt,
sum var eitt sindur stuttligari
enn BullGuard. Eg visti, tað skuldi
vera software, tí har eru mínir før
leikar. Tað bleiv so til vín, sigur vín
kongurin úr Hoyvík.
Dámar best at byggja
okkurt upp
Í vár segði Heini Zachariassen
stjórasessin frá sær í Vivino, tí
fyritøkan var blivið so mikið stór,
at hann meinti, at aðrar og betri
kreftir skuldu sleppa framat at
røkja stjórasessin. Maðurin, sum
skal føra Vivino víðari er fyrr
verandi varaforsetin í eBay, Chris
Tsakalakis.
Føroyski íverksetarin trívist
best sum tann, ið mennir hugskot
hjá einari fyritøku og kann byggja
okkurt upp frá grundini. Hetta
var eisini ein av grundunum til, at
hann segði stjórasessin í BullGuard
frá sær á sinni.
- Mær dámar væl at skapa og
byggja ting, sum betýða nakað fyri
onnur fólk og kann gera fólk glað.
At byggja nakað, sum onnur tíma
at brúka, er tað, sum tað handlar
um fyri meg, sigur Heini Zacharias
sen.
Honum dámar væl at byggja
okkurt upp, fyri so at síggja tað
vaksa seg stórt. Hann minnist
aftur á, tá Vivino byrjaði at koma
í fínt selskap við heimsumfatandi
appir sum Snapchat og Facebook
á topplistunum í online sølubúð
unum hjá Google og Apple.
- Eg havi altíð verið nokkso
ambitiøsur um hvat eg vildi, men
tá tað bleiv so stórt, so hugsaði eg
bara holy shit, sum hetta er vilt.
Hóast Heini Zachariassen ikki
er stjóri í Vivino meira, er hann
enn í nevndini og heldur fram við
nýggja starvsheitinum, sum hann
kallar Chief Evangelist.
Vilja vera heimsins
størsti vínmarknaður
Sum nú er, fungerar Vivino uppá
tann mátan, at brúkarar meta um
góðskuna á víninum við upp til
fimm stjørnum og einum suppler
andi tekstaummæli. Umboð frá Vi
vino greina øll ummælini og meta
út frá brúktu lýsingarorðunum,
hvussu tey ymsu vínsløgini
smakka. Men skjótt verður mátin,
mann ummælir uppá, endur
nýggjaður, og mann fer at kunna
meta um vínsløgini við at geva
teimum ymsu smakkunum “stig”.
Hetta verður kollveltandi, væntar
Heini Zachariassen, tí uppá hendan
mátan verður nógv lættari at gera
ein profil av øllum brúkarunum og
síggja, hvussu teimum best dáma
sítt vín.
- Um vit vita, hvussu vín smakk
ar og samstundis vita, hvat tær
dámar, so kunnu vit matcha tað
saman og gera viðmæli, sum eru
heilt unikk, sigur Heini Zacharias
sen og smílist spentur.
- Eg kann samanbera tað við at
fara í Rúsuna, har fleiri hundrað
vínsløg eru at velja ímillum. Vit í
Vivino kenna øll vínsløgini, og fara
útfrá tínum profili at kunna siga:
“hesar báðar fløskurnar eru tær
bestu til tín”.
Hatta er visiónin hjá Heina
beint nú, og so er ætlanin eisini, at
Vivino appin skal kunna seta pro
sent á, hvussu sannlíkt tað er, at tú
fert at dáma tey ymsu vínsløgini.
- Vit eru heimsins størsta
community nú. Vit vilja gjarna
vera heimsins størsti marknaður
fyri vín; tað er tað, alt hetta handlar
um. Vit vilja selja vín fyri fleiri
milliardarar dollarar hvørt ár, slær
Føroya mest ambitiøsi íverksetari
at enda fast.
PATURE@SOSIALURIN.FO
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018