Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-08-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. august 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018 SOSIALURIN 100 7 Tað er sambært honum ein spurn­ingur um raðfesting. Fleiri før­oyskar fyritøkur raðfesta skeivt við at brúka orku og pengar uppá før­oyska marknaðin, tí mann heldur, at tað er eitt natúrligt stig á leiðini til teir stóru keypararnar uttan­lands. - Eg meini so við - skal mann brúka orku uppá at fáa sítt pro­ dukt í FK og Miklagarð, ella skal mann heldur satsa uppá Bilka og Eng­land? Tað er uttanfyri Føroyar, tað sker. Um tú heldur, tað er har marknaðurin skal vera, so skalt tú fara út beinanvegin, sigur Heini Zachariassen og verður stutt av­ brotin, tá ein kemur at takka hon­ um fyri ein áhugaverdan fyrilestur. - Mítt viktigasta poeng er bara… um tú vilt út í heimin, so far beint út í heimin. Prátið fór frá fiski til tøkni Heini Zachariassen hevur altíð verið ein maður við nógv­um hugskotum og stórum ambi­tión­ um, men Føroyar hava ongantíð verið rætta staðið fyri hann sum íverk­setara. - Eg eri uppvaksin í Føroyum, og her tosa vit bara um fisk. Hetta tosið hevur ongantíð sagt nakað sum helst fyri meg, sigur hann. Fyri hann var tað natúrligt at taka fetið og flyta til San Francisco, tá Vivino veruliga byrjaði at vaksa og vinda uppá seg. Amerikanski býurin í California er heimsins nalvi fyri tøknifyritøkur, og San Fran­cisco hevur leingi havt status sum tøkninnar høvuðsstaður. - Tá mann kemur til San Fran­ cisco, har fólk bara tosa um tøkni, so er tað eitt sindur sum at koma heim. Tað er tøknin, sum er mest áhugaverd har, og tað tiltrekkir bara tey allarbestu fólkini innan tøkni, sigur Heini Zachariassen. Serliga er tað í kenda vinnu­øki­ num Silicon Valley, at nógvar av heimsins størstu tøknifyritøkum hava høvuðssæti. Av fyritøkum, sum húsast har, kunnu nevnast Netflix, Tesla, Alphabet Inc og Face­book. - Øll fólk í heiminum hava eitt produkt í gerandisdegnum, sum kemur har frá. Facebook, Apple, Google…. Android, sigur hann og peikar á mína Samsung telefon og held­ur fram: hugsa tær at vera á stað­num, har alt hetta stavar frá? Silicon Valley er tað viktigasta økið í allari verðini, og tað er jú fantast­ iskt at vera so tætt uppá alt. Tá øll tey fremstu fólkini innan tøkni og forritan eru í San Fran­ cisco, segði tað seg sjálvt, at tað var neyðugt hjá Heina og Vivino at flyta til staðið, har alt hendi. - Vit føldu ein tørv fyri at vera har, og tí fóru vit har og brúktu teir pengarnar, sum skuldu til. Mann skal ikki fara tvætlandi har, fyrr enn tað er neyðugt. Tað er ringt at fyristilla sær, hvussu dýrt tað er, sigur hann og vísir á, at tað kann vera ein fyrimunur at vera í Før­ oyum. - Mann hevur nakrar fyrimunir við at vera í Føroyum við tí at kost­ naðar­støðið er væl lægri í Føroyum og í Danmark. - Eg var ein amatørur Vivino er ikki einasta og fyrsta gjøgnum­broti hjá Heina Zacharias­ sen. Áðrenn Vivino hevði hann fyritøkuna BullGuard, sum fevnir um trygdarforrit. Hann segði í 2008 sín stjórasess har frá sær fyri at royna okkurt nýtt. Hann sær sína tíð í BullGuard sum avgerðandi fyri hvørji amboð og royndir, hann hevur tikið við sær til at menna Vivino. Vivino er heimsins mest brúkta app til vín Ivast mann í, hvat tað er fyri ein vínfløska, mann hevur framman fyri sær, tekur mann eina mynd av etikettini, og so kemur Vivino við neyvari frágreiðing og brúkaraummælum av ávísa víninum. Haraftrat ber til at bíleggja vínið á staðnum beinleiðis gjøgnum appina. Vivino hevur í løtuni fleiri enn 31 miliónir brúkarar, og fleiri enn 9 milliónir ymisk vínsløg eru skrásett í teirra dátugrunni. Fyritøkan hevur vunnið og verið í uppskoti til alskyns altjóða virðislønir. Høvuðssætið hjá Vivino er í Keypmannahavn, men fyritøkan hevur eisini skrivstovur í USA, Írlandi, India og Ukraina.