hósdagur 30. august 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. AUGUST 2018
SOSIALURIN 100
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
A
ftaná Bill Justinussen
hevur
undirhildið
og fingið allan salin
at skella í látri eftir
hansara beinrakta og orginala
hermi eftir kendum føroyingum,
setist eg niður við Heina Zacharias
sen til eitt prát. Eg ætli at fáa hann
at gera meg klókari uppá, hvussu
mann sum íverksetari á bestan hátt
kann røkka altjóða marknaðinum.
Vit finna uppá eitt fiktivt
produkt fyri at seta tingini í per
spektiv. Vit lata sum um, at eg
havi framleitt eina sápu, sum
hevur fingið bein at ganga á í Før
oyum. Sápan er á flestu handils
hillunum, og mítt brand er blivið
væl kent millum manna. Eg ætli
mær út á altjóða marknaðin við
sápuni, men tað virkar ræðuliga
fjart fyri meg sum framleiðara
beint nú at skifta frá trygga
føroyska marknaðinum til stóra
ókenda altjóða marknaðin.
Hvat er fyrsta fetið at fáa hesa
sápuna út á altjóða marknaðin?
spyrji eg Heina Zachariassen. Hann
vísir beinanvegin hugmyndini um
at byrja á føroyska marknaðinum
aftur.
- Mann skal vera ótrúliga varin
við yvirhøvur at byggja produktir í
Føroyum. Um tú hevur ambitiónir
um at fara út í heimin, er tað ikki
sikkurt, at tú skalt byrja á føroyska
marknaðinum. Tað er øgiliga ringt
at fáa nakað á føroyska marknaðin
fyri so at flyta tað út á altjóða
marknaðin, sigur Heini Zacharias
sen.
Far út í heimin beinanvegin
Hann heldur, at tað er lætt og
ómakaleyst at koma fram við ein
hvørjum produkti í Føroyum, og
hetta er at skjóta seg sjálvan í fótin
í mun til komandi distributión í út
londunum.
- Tað, sum mann lærir av at koma
fram við einum produkti í Før
oyum, er øðrvísi enn uttanlands.
Fyri at fáa eina sápu út í Føroyum,
ringir mann til seljarar, sum jú eru
fittir og koyra sápuna á hillarnar.
So skrivar mann ein t-post til ymsu
miðlarnar, og so kemur ein grein
út um nýggju sápuna. Nú er mann
longu í gongd uppá ein máta. Men
soleiðis ger mann ikki í Danmark,
Hollandi ella Týsklandi.
- Eg eri uppvaksin í Føroyum, og her tosa vit bara
um fisk. Hetta tosið hevur ongantíð sagt nakað
sum helst fyri meg, sigur Heini Zachariassen,
sum heldur, at føroyski marknaðurin er ov lítil
til at kunna lyfta eina vøru á altjóða støði
- UM TÚ
VILT ÚT Í
HEIMIN, SO
FAR BEINT
ÚT Í HEIMIN
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Í
einasta Skoda bilinum
uppi á Oknarvegi í Havn
parkeri eg millum ný
bonaðar Mercedes, Volvo
og Audi bilar uttan fyri Bank
Nordik høvuðssætið.
Eg skal nú inn at hoyra,
hvussu vínbrandurin, Heini
Zachariassen, fór úr Hoyvík
til heimsins tøkninalva, San
Francisco. Komin inn um glas
dyrnar í bankanum verði eg
boðin vælkomin, og eg royni at
finna meg til rættis millum øll
hesi vinnulívsfólkini, sum eru
savnað saman hetta kvøldið
at hoyra um Føroya fremsta
vinnulívsmann og íverksetara.
Teir bjóðaðu drykkirnir
síggja áhugaverdir út, og eftir
sum eg koyri bil, fái eg mær tann
alkoholfría grønlitta drykk
in, sum er úr lime, súrepli og
ingifer.
Tey flestu uppmøttu standa
við einum glasi í hondini og
skimast runt í stásiliga bygn
inginum, meðan prátið gongur
millum flestu teirra. Orð
sum investera, uttanlands og
spennandi eru buzzwords í
teimum ymsu samrøðunum, eg
klári at yvirhoyra í prátunum
millum gløsini. Eingin ivi er í,
at eg eri millum vinnulívsfólk,
sum hava stórar ætlanir, mál og
dreymar og gleða seg at hoyra,
hvussu dreymurin hjá vín
konginum úr Hoyvík bleiv til
veruleika.
Vit verða bjóðað inn í eitt
høli, har Heini Zachariassen
bíðar eftir at sleppa at gera
okkum klókari uppá íverksetan,
Vivino og altjóða marknaðin.
Tónleikarar eru til staðar
fyri at leggja lag á góða og
hugnaliga stemningin, áðrenn
Heini fer at taka orðið. Longu
frá byrjanini av framløguni er
týðiligt, at hetta er ein maður
við hugskotum, sum stendur
frammanfyri okkum áhugaðu
áskoðarar. Hann fortelur um,
tá hann fyri stuttum var inter
viewaður av eyðkendum verti í
ensku sjónvarpsrásini, BBC. Her
hevði hann mált sín egna puls
við einari app, og vísti í fram
løguni, hvussu pulsurin hjá
honum vaks, meðan hann var
í studio og varð interviewaður.
Heini greiðir frá, hvussu
Vivino hevur vaksið seg til
hesa risastóru fyritøkuna, og
vit sleppa at hoyra um nakrar
framtíðarætlanir. Royndi íverk
setarin veit eftir hondini, hvat
skal til fyri at eitt hugskot kann
blíva til veruleika, og hann legg
ur dent á, at hugskotið sjálvt
hevur lítið at siga í mun til alt
arbeiðið sum er, aftaná mann
hevur fingið góða hugskotið.
Tað er hetta arbeiðið, sum
kann fáa eitt produkt at bera
á mál - og ikki hugskotið. Hann
tosar um altjóða marknaðin, og
hvussu nógvar hurðar opnast,
tá mann fyrst kemur inn um.
Hetta ljóðar alvorliga áhuga
vert, og eg má royna at fáa hann
at fortelja mær eitt sindur
meira um hetta, hugsi eg. Tá
fyrilesturin er liðugur, sleppa
lurtararnir at seta honum
spurningar, men eg bíði heldur
inntil aftaná, tí eg havi fleiri.
Men fyrst verður mikrofonin
latin Bill Justinussen, tí hann
skal hava eitt skemtiligt upplegg
um talgildu Føroyar.
PATURE@SOSIALURIN.FO
SAMRØDA: Heini Zachariassen
Fyrilestur í BankNordik um Vivino
HEINI ZACHARIASSEN:
Úr Hoyvik
til San
Francisco
Áhugavert vinnutiltak
fyri innboðin varð hildið í
BankNordik í farnu viku.
Her helt stovnarin av
Vivino, Heini Zachariassen,
fyrilestur um hansara leið
úr Hoyvík til San Francisco