hósdagur 18. november 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 18. november 2004
19
Trý av feløgunum er
nýggj
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eftir øllum at døma ynskja
8 smærri, meðalstór og stór
oljufeløg at vera við í olju-
leitingini á landgrunninum,
nú umsóknir til 2. útbjóð-
ing skuldu vera inni fyri
middag í gjár. Feløgini eru
Statoil,
ChevronTexaco,
Shell, Dong, OMV, Faroe
Petroleum, Geysir og At-
lants Kolvetni. Tey fýra
stóru oljufeløgini, sum
vórðu við í 1. Útbjóðing
fyri fýra árum síðani, BP,
Amerada Hess, BG og ENI
eru ikki við hesaferð. Men
tey eru tó øll virkin á land-
grunninum við sínum seks
og níggju ára loyvum.
Feløgini komu øll á fund
í Oljufyrisitingini í gjár og
løgdu fram umsóknir sínar,
einar 5-7 í tali. Millum
feløgini eru trý nýggj, Tey
eru ChevronTexaco, OMV
og Geysir. Sigast má alt fyri
eitt, at tað er sera hugaligt
fyri føroyskar oljumyndug-
leikar, at eitt av heimsins
størstu oljufeløgum, Chev-
ronTexaco eisini vil vera
við í leitingini á landgrunn-
inum. Felagið er annars
sera
virkið
hinumegin
markið, og nú tað og onnur
feløg, sum eisini eru virkin
á okkara langrunni, eru
farin at søkja um loyvi
saman allarhelst beint upp
at markinum, so er tað sera
lovandi fyri føroyska olju-
leiting. At upplýsingar frá
stórum fundum beint hinu-
megin markið eisini kunnu
brúkast á okkara land-
grunni av somu feløgum, er
einki minni enn ein fongur
fyri føroyska oljuleiting.
Partur av ChevronTexa-
co, nevniliga fyrrverandi
Texaco søkti eisini um leiti
loyvi í 1. rundu, men teir
vóru ov stuttir tá. Nú
felagið hevur tvífaldað sína
stødd og styrki og er saman
við feløgum sum Statoil og
Dong kann hugsast, at vit í
teimum fáa eitt sera gott og
vælkoyradni lokomotiv á
landgrunninum.
Bíðað
verður so sjálvandi eisini
eftir, at BP lokomotivið
skal fara í gongd aftur.
OMV er eysturríkst felag
og er sera virkið á Atlants-
mótinum. Tað er m.a. við í
fundum sum eru gjørd við
markið og er tað kanska
rættiliga n áttúrligt, at tað
nú eisini vil kanna sær
onkran bita okkara megin
markið.
Geysir er somuleiðis nýtt
á
landgrunninum,
men
fólkini aftanfyri felagið,
hava fyrr arbeitt við før-
oyskum øki, so her fær At-
lants Kolvetni heilt givið
ein góðar samstarvspartn-
ara við góðum innliti í før-
oysku undirgrundina.
Vert er eisini at nevna
Føroya Kolvetni, sum er
tann stóri skorarin í sein-
astu runduni í bretskum
øki. Nú vil felagið so eisini
gera seg meira galdandi á
landgrunninum, hvat eisini
er heilt náttúrligt. At fe-
lagið ikki er ein og hvør
sæst m.a. um vit lesa sein-
astu útgávuna av altjóða
oljublaðnum Upstream, har
blaðið brúkar ikki minni
enn tríggjar síður uppá
føroyska oljufelagið og ser-
stakliga stjóra tess, Graham
Stewart, sum fær nógv rós
og verður vístur stóra virð-
ing í oljuumhvørvi. Ikki
kann sigast annað enn , at
slík skriving vekir stóran
ans fyri Føroyum og leit-
ingini eftir olju her.
2. útbjóðing á landgrunninum:
Átta oljufeløg vilja vera við
OLJULEITING
Jan Müller
– Hetta er positivt og eri eg
eisini væl nøgdur. Feløg,
sum arbeiða miðvíst báðu-
megin markið hava bjóðað í
2. rundu, og tað er sera
lovandi sigur Sigurd í
Jákupsstovu, stjóri á Olju-
fyristingini, nú staðfest er,
at eini 8 oljufeløg hava
bjóðað. Tað hevur ikki
fingið Sigurd í Jákupsstovu
at missa vónina, hóast stór
feløg sum BP, Amerada
Hess, BG og ENI ikki hava
søkt, tí tey eru longu virkin
á landgrunninum. Hann
heldur, at tað er áhugvert at
síggja, at mong av feløgun-
um, sum arbeiða bæði í
bretskum og føroyskum
øki, nú eru við í 2. Útbjóð-
ing eisini, tí jarðfrøðin
kennir sum so ikki mørk.
Herfyri segði Sigurd í
Jákupsstovu, at um bert eitt
felag søkti, so fór hann at
vera vónsvikin. Men søktu
3 feløg, so tók hann tað
sum nakað positivt. Nú er
úrslitið so 8 feløg og Sigurd
og hansara fólk fara nú til
verka at lesa umsóknirnar
og síðani at koma við til-
mælum um loyvi. Hetta
verður fyrst í komandi ári.
Sigurd í Jákupsstovu:
Væl nøgdur við umsóknir
Bæði oljufeløg og oljufyrisiting vóru vælhýrd
Umboð fyri Atlantic Petroleum og Geysir møttu vælhýrd
Niels Sørensen frá Føroya Kolvetni kom við umsókn
Rúni Hansen, stjóri í Statoil, heilsar upp á Sigurð í
Jákupsstovu frá Oljufyrisitingini
19
18
Nr. 221 - 18. november 2004
TINGHELLU-
KLUMMAN
av Niels Una Dam,
cand. comm.
Nógv hevur verið skrivað
og brigslað í Havn síðan
býráðsvalið. Ja, nýggi
borgarstjórin
Heðin
Mortensen
er
enntá
koyrdur úr Sambands-
flokkinum.
Skrivingin
hevur verið dekan ov ein-
síðug.
Tað er ikki í lagi at
bróta skrivligar avtalur,
ella at fara aftur um
ryggin á sínum sam-
gongufeløgum. Øll javn-
aðarumboðini;
Heðin,
Katrin og Elin, hava sýnt
ódámligan atburð, tað er
teirra val. Men at siga at
Heðin hevur arbeitt ímóti
endamálunum hjá Sam-
bandsflokkinum er ikki
rætt.
Hví undirskrivaði Heð-
in avtaluna við Fólka-
flokkin, tað er trupult at
skilja. Men tað er líka
trupult at skilja hví Beate
og Høgni gjørdu tað.
Sambandsflokkurin
hevði eitt vána val.
Flokkurin var 18 atkvøð-
ur frá at missa tvey um-
boð. Ringa valið var ikki
orsakað av Heðini, sum
var næststørsti atkvøðu-
slúkur á býráðsvalinum.
Heðin fekk 100 atkvøður
fleiri enn sitandi borgar-
stjóri. Hann var sostatt
upplagdur
til
sessin.
Sambandsflokkurin sat í
eini lyklastøðu, og hevði
møguleika
at
krevja
borgarstjóran. Tey kundu
sjálvandi ikki góðtaka
status quo eftir ein so-
vorðnan frammaná frá
veljaranum, men hví stóð
sambandsflokkurin ikki
saman um kravið um
borgarstjórasessin?
Endamál flokksins er
altíð at fáa mest møgu-
liga ávirkan, so vóru tað
ikki Høgni og Beate sum
virkaðu ímóti endamáli
flokksins?
Vóru tað ikki tey sum
sviku?
Áttu tey ikki at verið
koyrd
úr
flokkinum,
sambært grein 11 í við-
tøkum valfelagsins?
Men nei, valfelagið
koyrdi Heðin úr flokkin-
um. At sleppa sær av við
borgarstjóran er ikki eiti
á hjá einum flokki, og
serliga ikki hjá einum
flokki sum er í kreppu.
Við Heðini missir flokk-
urin meiri enn ein triðing
av atkvøðunum, so hetta
er eitt stórt stig. Spurn-
ingurin er so, hvussu
vælumhugsað hettta stig
var. Hví kennir flokkurin
seg so snýttan av Heðini?
Tað er væl skilligt, at
fólkaflokksmenn kenna
seg snýttar, men sam-
bandsmenn?
Valfelag
Sambands-
flokksins í Suðurstreym-
oy: Føroya Væl kann ikki
siga, at tey ikki vistu, at
Heðin hevði ein borgar-
stjóra í búkinum. Vit
minnast øll, at fráfarandi
borgarstjóri Jan Christ-
iansen segði seg ikki
kunna fara á vesið, uttan
at Heðin kallaði seg virk-
andi borgarstjóra.
Føroya Væl kann ikki
siga, at tey ikki roknaðu
við at Heðin fór at verða
størsti atkvøðuslúkurin
hjá flokkinum. Heðin
hevur, síðan Lisbeth fór
úr kommunalpolitikki,
verið høvuðsnavnið á
sambandslistanum.
Føroya Væl visti, at
Heðin kendi seg illa við-
farnan eftir løgtings-val-
ið, tá Sambandsflokkurin
gjørdi sær ómak at halda
Heðin úr Løgtinginum.
Tá Føroya Væl valdi at
stilla Heðin upp, bundu
tey seg til at arbeiða fyri
at gera hann til borgar-
stjóra. Hetta skyldaðu tey
einum manni, sum hevur
arbeitt so hart fyri at fáa
flokkinum atkvøður í so
nógv ár.
Føroya Væl kann ikki
siga, at Heðin arbeiddi
ímóti flokkinum; hann
var einasta umboðið sum
arbeiddi fyri flokkinum.
Heðin mundi vera stak
vónbrotin eftir fundin við
Fólkaflokkin hasa náttina
eftir valið. Tað er væl
skilligt, at hann valdi
sjálvur at royna eftir
borgarstjórasessinum, tí í
Sambandsflokkinum
fekk hann ikki hjálp.
Nú kunnu havnafólk
spent seta seg til rættis og
hyggja hvussu leikur fer í
Býráðnum, tí um undir-
haldsvirðið hesa fyrstu
vikuna leggur støðið fyri
valskeiðið, so verður tað
forbiðið stuttligt.
Hvør sveik hvønn
hasa svikaligu
náttina
OLJULEITING
Jan Müller
Bæði tey føroysku oljufe-
løgini eru við, nú kallað
verður út til 2. útbjóðing á
landgrunninum.
Atlants
Kolvetni og Geysir haa
skipað seg í eitt samtak,
sum søkir eftir fleiri teig-
um, serstakliga har norðuri.
Atlants Kolvetni var í 1.
Útbjóðing saman við eitt
nú Amerada Hess og BG.
Hvørki av teimum feløgun-
um eru við nú. Føroya Kol-
vetni, sum í 1. útbjóðing
var saman við ENI, bjóðar
nú saman við øðrum fe-
løgum, eftir øllum at døma
saman við einum ella fleiri
av hesum feløgum, Statoil,
ChevronTexcaco, Dong og
Shell.
Hetta er annars fyrstu
ferð, at ílendsk-norska olju-
felagið Geysir er við í
leiting á landgrunninum.
Stjórin har er ein gamal
kenningur á føroyaøkinum,
Terje Hagevang. Hann var
stjóri í Saga Petroleum,
sum gjørdi stórt kanning-
ararbeiði her í 90-unum,
men sum seinni varð upp-
keypt av Norsk Hydro.
Terji Hagevang sigur við
Sosialin, at hann er sera
fegin um, at teirra felag nú
kann fara inn í eitt samstarv
við føroyska oljufelagið.
Hóast
tað
ikki
hevur
eydnast hvørki Geysir ella
Atlants Kolvetni at sleppa
við í nakrar av teimum
meira tungu samtøkunum
við stórum og peninga-
sterkum oljufeløgunum, so
heldur Terje Hagevang, at
eisini smærri oljufeløg
kunnu geva eitt gott íkast til
leitingina við Føroyar. –Nú
eru ikki so nógv oljufeløg,
sum bjóða, og vit halda
okkum hava nakað at geva.
Tað er týdningarmikið fyri
at varðveita virksemi, at tað
verður tikið væl ímóti
øllum feløgunum, sum vísa
áhuga og fáa møguleika til
at vísa, hvat tey kunnu
gera.
Terje Hagevang leggur
aftrat, at tað er ikki bara
kapitalurin, sum telur, men
tað er eisini kompetanca og
kunnleiki. Hann vísir á, at
Geysir er annars farið at
savna inn kapital til kom-
andi kanningar og møgu-
liga boring. Higartil eru
savnaðar 13 mill.kr. í
Noregi, men ætlanin er at
savna meira kapital í næstu
framtíð, eisini í Íslandi og
Føroyum.
Terje Hagevang sigur, at
brúk er í fyrsta lagi fyri
pengum til at gera seism-
iskar kanningar av basalt-
inum. Teir hava liggjandi
úrslitini av eini Hightech
seismiskari kanning, sum
nú kunnu brúkast. Tey bæði
feløgini hava søkt um fleiri
teigar og liggja teir m.a.
norðaliga og nakað inni á
landgrunninum. Struktur-
urin, sum feløgini síggja
stórar møguleikar í, verður
nevndur Durita. Terji Hage-
vang hevur áður umrøtt
henda í Sosialinum og
hevur mett, at talan kann
vera at finna bæði olju og
gass. Møguleikin fyri stór-
um gassfundi eru rímuliga
stórir segði hann tá og
samanbar hann við stóru
gasstrukturarnar á djúpum
vatni í norskum øki. Nú fer
tíðin so at vísa, hvat er í
hesum.
Hóast Geysir helst hevði
viljað verið saman við
størri oljufeløgum, so held-
ur Terji Hagevang, at At-
lants Kolvetni er eitt gott
felag, sum eisini hevur tætt
innlit í føroysk viðurskifti.
Bæði feløgini líkjast og
hóska tí væl saman.
Geysir og Atlants Kolvetni
bjóða saman
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Vit hava arbeitt saman við
nógvum stórum feløgum.
At vit nú fara at arbeiða
saman við einum minni
felag sum Geysir halda vit
hóskar rímuliga væl til
okkum í løtuni. Vit taka ein
munandi størri prosentpart.
Vit ætla nú at royna henda
nýggja háttin fyri at søkja
um loyvi saman við einum
minni felag og síðani ar-
beiða fram ímóti at fáa
størri feløg uppí, tá vit hava
gjørt tær neyðugu teknisku
kanningarnar. So ein slíkur
samstarvsháttur sum hesin
hóskar væl inn í okkara
strategi í løtuni.
Wilhelm Petersen vísir á,
at teir arbeiða saman við
bæði størri og smærri
feløgum í bæði Føroyum og
Bretlandi, har felagið tó
hevur ein væl minni part.
Geysir og Atlants Kol-
vetni fara, tá og um tey fáa
lisens, at hava ein tættan
dialog við tey størri feløg-
ini, og her kann bæði vera
talan um feløg, sum longu
eru á føroyaøkinum og um
feløg, sum kunnu hugast at
standa á síðulinjuni. Wil-
helm Petersen heldur tað
eisini kann hava stóran
týdning fyri Føroyar, um
eitt nú teir sum lisenshavari
kunnu gera eitt forarbeiði
og rudda slóð fyri at størri
og nýggj oljufeløg kunnu
koma inn á økið (farma inn
seinni).
Neyðugt verður við størri
feløgum, sum hava bori-
kompetancu, at koma inn í
loyvini seinni, tvs. eftir at
Geysir og Atlantskolvetni
hava ment og gjørt økið
meira búgvið.
Wilhelm Petersen sigur
annars, at tað gevur mun-
andi størri dynamikk at
hava tey størri feløgini við í
eini leitirundu. Hetta hevur
man góðar royndir av í
Bretlandi. Tað er alt meira
vanligt, at tað eru tey
smærri feløgini, sum gera
forarbeiðið, tvs. fara undir
at innsavsna data og tulka
hesi, og tá klárt er til at fara
undir at bora og fara undir
tað meira tyngra arbeiðið ,
so koma tey størri feløgini
við. – Hetta er ein leistur,
sum virkar væl í Bretlandi
og tað er okkara vóna, at
føroyskir myndugleikar eis-
ini taka hædd fyri hesum á
landgrunninum.
Umboð fyri Geysir og Atlants Kolvetni leggja seinastu hond á umsóknirnar til 2. útbjóðing
Mynd Jens Kristian Vang
Wilhelm Petersen, Atlantic Petroleum
Væl nøgdir at samstarva við Geysir
C
M
Y
K
18