hósdagur 18. november 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Allan heldur
oddasessinum
Liðið hjá Allani Dal-
Christiansen er
framvegis á odda í
FM-kappingini í
bridge
BRIDGE
Bogi Simonsen
Tvey umfør í liðkapping-
ini í bridge vóru leikt um
vikuskiftið í skúlanum á
Kambsdali. Bæði umfør-
ini vóru leikt leygardagin.
Í 1. deild hevur liðið hjá
Allan Dal- Christiansen
lagt seg klárt á odda,
meðan liðini hjá Boga
Simonsen og Dia Petersen
eru jøvn á øðrum plássið.
Støðan í 1. deild
1 Allan Dal-Christiansen
110
2 Bogi Simonsen
94
2 Dia Jacobsen
94
4 Gunnar Mouritsen
65
5 Jóna Grunnveit
40
6 MBM
35
Í 2. deild hevur liðið hjá
Hallur Ellingsgaard lagt
seg á odda, men av tí at
liðið hjá Óla Holm ikk
hevði møguleika fyri at
spæla sínar dystir hetta
vikuskiftið og mangla so-
statt tveir dystir og liðini
hjá Jórun Johannesen og
Maritu Krosstein mangla
at spæla ein dyst, skal
støðan sum hon er nú
takast við fyrivarni.
Støðan í 2. deild
1 Hallur Ellingsgaard
98
2 Ingolf S. Olsen
84
3 Jórun Johannesen
63
4 Marita Krosstein
50
5 Óli Holm
49
6 Sámal P. Johannesen 5
Í 3. deild er liðið hjá
Marjun Restorff, ið undan
kappingini eisini var mett
sum sterkasta lið í 3.
deild, klárt á odda við
110, meðan liðið hjá
Jákup Egholm er nr. 2 við
88 stigum.
Støðan í 3. deild
1 Marjun Restorff
110
2 Jákup Egholm
88
3 Rógvi Nielsen
49
4 Mortan Thomsen
44
Multihold
Multihold er ein háttur í
áleið sigur hvussu tey
einstøku pørini hava klára
seg.
Multihold í 1. deild
Per Kallsberg - Dánjal
Pauli Mohr
19,57 (7)
Jóannes Mouritsen -
H. Mouritsen
19,20 (7)
Dia Petersen - Marner
Joensen
17,56 (10)
Allan- Dal Christiansen -
Magni Jøkladal 17,30 (6)
Bogi Simonsen - Símin
Lassaberg
16,93 (8)
Multihold í 2. deild verð-
ur ikki gjørt upp, tí fleiri
dystir ikki eru leiktir
Multihold í 3. deild
Petur A. Johannesen -
Eilif Petersen
19,04 (8)
Salamon Johansen -
Zakaris Joensen18,62 (8)
Jákup Egholm - Tummas
Hans
15,30 (10)
Grand Prix
Parakapping
Sunnudagin varð skipað
fyri almennari parakapp-
ing í Lonini í Fuglafirði.
Kappingin var spæld sum
ein barometur kapping,
hetta vil siga, at øll spæla
somu spøl í sama umfari,
soleiðis at hvørt umfar
kann vera uppgjørt bein-
anvegin, og kann tí alla
tíðina fylgjast við í saml-
aðu støðuni.
Vinnari av kappingini
gjørdust enn einaferð
Eyðun Anthoniussen og
Robert Langgaard. Teir
fingu ikki færri enn 71 %,
ið má sigast at vera sera
flott.
Um vikuskiftið varð eisini skipað fyri barometur-
parakapping
Bartal heldur fram í ÍF
Fleiri feløg hava dyrgt
eftir sterka verjuleik-
aranum, men nú er so
staðfest, at hann held-
ur fram í Fuglafirði
ÍF-FYRIREIKINGAR
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, at Bartal
er ein av føroysku verju-
leikarunum, sum stendur
sera høgt í metum hjá fleiri
feløgum.
Sum skilst, so hava eisini
fleiri av størru feløgunum
dyrgt eftir undirskriftini hjá
sterka
verjuleikaranum,
men nú er avgerðin so tikin.
Og hon sigur, at tað eisini
næsta kappingarár verður í
barndómsfelagnum,
at
Bartal fer at spæla fótbólt.
Við hesum verður í
Fuglafirði roknað við, at
tey nú eru um at hava allan
hópin endaliga upp á pláss
til komandi kappingarár.
Tað verður ikki sagt hart,
men sum skilst, so eru bert
tvey ivamál nú eftir. Annað
er, um Høgni Madsen fer at
halda fram í felagnum, og
hitt tykist vera, hvør skal
verja málið hjá besta mans-
liðnum, nú Karstin Joensen
hevur tikið av tilboði frá
barndómsfelagnum, KÍ.
Bartal Eliasen hevur gjørt av,
at hann eisini verður í ÍF
komandi kappingarár
Hóast teir verða mill-
um teir næstbestu, so
fyrireikar B68 seg til
næsta kappingarár,
sum um teir skulu
spæla í bestu deildini
B68 FYRIREIKING
Jóannes Hansen
Hóast vit skulu spæla í
næstbestu
deildini,
so
fyrireika vit okkum sum
um, at vit skuldu havt átt
pláss í bestu deildini. Hetta
var boðskapurin hjá for-
manninum, tá ið B68 fyri
einum mánaði síðani hevði
ársveitslu.
B68 viðhaldsfólkini vóru
spent at frætta, hvussu fel-
agið fer at brynja seg næsta
ár, men tá var einki at
frætta. Einki uttan tað at tað
millum
veitslugestirnar
vóru spælarar, sum áður
hava spælt við B68, og at
tað av fleiri varð mett sum
ábending um, at teir vóru
aftur á veg á Svangaskarð.
Í fyrradagin visti B68
heimasíðan at siga, at ein
av fyrrverandi B68 spælar-
unum nú fer aftur at spæla í
barndómsfelagnum. Talan
er um Arnbjørn Danielsen,
sum fleiri av mongu teim-
um seinastu árunum hevur
verið í B36. Sambært
b68.fo hava B68 og Arn-
bjørn Danielsen skrivað
undir tvey ára samstarvs-
avtalu. Arnbjørn var í B68 í
2002, men síðsta kapping-
arár var hann aftur í B36.
Ofta plagar tað at vera
soleiðis, at talan er um frá-
flyting, tá ið eitt lið flytir
niður. Av teimum, sum
spældu við B68 í fjør, er tað
greitt, at Herbert í Lon Jac-
obsen er fluttur til B36, og
at ein av brasiliumonnun-
um, Morinio, og bulgarski
spælarin, Stanislav Stank-
how, ikki fara at spæla á
Toftum næsta ár. Einki
hevur verið at hoyrt um,
hvussu tað verður við
Mikkjal Thomassen, sum í
fjør spældi á Toftum.
Seinna partin av kappingar-
árinum var Meinhardt Jo-
ensen úr Klaksvík málverji
hjá B68. Nú fer hann at
spæla í Gøtu.
Tveir brasiliumenn, Fa-
bricio og Andersson, fara
næsta ár aftur at spæla við
B68.
Enn hevur einki verið at
frætt um, hvør skal venja
B68 næsta kappingarár.
Seinna partin av síðsta
kappingarári hevði Trygvi
Mortensen ábyrgdina av
B68 liðnum. Tað er greitt,
at hann fer ikki at halda
fram á Toftum, tí hann hev-
ur skrivað undir sáttmála,
sum ber við sær, at hann
verður venjari hjá NSÍ.
Arnbjørn aftur á Toftum
Tjaldur møttu ikki
Ætlaði dysturin mill-
um Stjørnuna og
Tjaldur varð av
ongum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Áskoðararnir, sum ætlaðu
sær at síggja ein stórsigur í
KÍ-høllini í kvøld, máttu
vónsvikin aftur til hús.
Ætlaði dysturin millum
Stjørnuna og Tjaldur varð
nevnliga av ongum, tí
Tjaldur møtti ikki til
dystin.
Í Tjaldri siga tey, at tey
longu mánadagin høvdu
biðið um at fáa dystin
fluttan. Hetta tí felagið
hevur nýggjan venjara, og
tí hesin vildi síggja liðið,
áðrenn hann fór nakran
veg við kvinnunum til
dyst.
Tí ringdi Tjaldur til
Stjørnuna, fyri at vita, um
dysturin kundi flytast,
men hetta vildi Stjørnan
ikki ganga við til. Endin
varð so, at Tjaldur ongan
tíð kom til Klaksvíkar.
Stutt undan dystinum
var tó aftur samband mill-
um Stjørnuna og Tjaldur.
Semja varð tá um, at dyst-
urin í fyrstu atløgu verður
útsettur, og at Stjørnan
skal koma við einum
útspæli um, nær nýggi
dysturin verður.
Nr. 221 • mikudagur • 18. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
20
Nr. 221 - 18. november 2004
21
JÓLASØLA
Verkhúsið Stíggjur
Sosialurin 341800
Við hondgjørdum lutum verður
á verkhúsinum í Saltangará
leygardagin 20. nov kl. 10 - 14.
Eisini verður
málningaframsýning,
vørutombula og kaffisøla.
Fólkaflokkurin hevur
LANDSFUND
27. november 2004 kl. 10.00
á Hotel Hafnia.
Per Stig Møller, uttanríkisráðharri,
verður gestarøðari.
Rúna Sivertsen viðgerð evni
»Felags avgerðir – felags ábyrgd«.
Landsfundurin endar við døgurða.
Øll fólkafloks áhugað eru hjartaliga vælkomin.
Skattalistin fyri
2003
Skattalistin fyri Nes kommunu liggur frammi til
alment eftirlit á kommunuskrivstovuni, frá 23.
november til 9. desember 2004.
Nes kommuna
Handilslærlingur
søkist
Kundi tú hugsa tær eina framtíð innan handils-
verðina?
Vit hava brúk fyri einum handilslærlingi (m/k).
Vit kunnu bjóða tær:
• Eitt avbjóðandi starv í eini spennandi vinnu, har
tú gerst partur av einum góðum toymi, og har
arbeiðsandin er av teim bestu
• Tryggar arbeiðsumstøður
• Góðar møguleikar fyri persónligari menning
Tú mást hava HH ella FHS prógv.
Lærutíðin er ávíkavist 2 ella 3 ár.
Tú mást vera fryntlig/-ur, samstarvsáhugað/-ur,
ágrýtin og til reiðar at taka við nýggjum lærdómi og
ikki vera bangin fyri at taka eina hjálpandi hond í tá
á stendur.Til tíðir kann vera sera nógv at gera.
Vit eru í holt við at umvæla og vaksa um handilin,so
tí hevur tú møguleikan at seta tíni fingramerki á,
hvussu handilin í framtíðini skal síggja út.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til okkara
og tosa við Jan Danielsen, stjóra.
Er hetta nakað fyri teg,so send eina umsókn saman
við prógvum og ummælum í seinasta lagi 23.
november 2004.
Tlf. +298 447560 · Fax +298 448460
e-mail: jandan@klementpetersen.fo
Pf.Klement Petersen er ein fyritøka í støðugari menning,sum í løtuni hevur 10
fólk í starvi.Vit selja í høvuðsheitum tilfar til byggivinnuna og til hús, so sum
køkar,hvítvørur,tak,gólv o.m.a.
Útbjóðing
Við hesum verður arbeiðið í sambandi við gerð av
einum 200 m longum útstykkingarvegi í Norðra-
gøtu boðin út í almennaðari lisitastión.
Lisitatiónin verður á kommunuskrivstovuni við
Gøtugjógv týsdagin 30. november 2004 kl. 14.00.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggast til, í seinasta lagi
týsdagin 16. novembur við at gjalda kr. 5.000,- í
veðhald á konto nr. 6460-165 7404 í Føroya Banka.
Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingar-
tilfarið er aftursent, í seinasta lagi, eina viku eftir
lisitastiónina.
sp/f Teknistovan
v. Jens Kl. Jacobsen og Henning Olsen
ráðg. Byggifrøðingar
FO- 510 Gøta
tel: 44 21 05 · fax: 44 21 07
email: klement@post.olivant.fo
Skattalistin fyri
2003
Skattalistin fyri Sørvágs kommunu liggur frammi til
alment eftirlit á kommunuskrivstovuni hvønn gerand-
isdag frá kl. 8.00 til 17.00, frá 18. november til 2.
desember.
Sørvágs kommuna
Skattalistin
Skattalistin fyri Vágs kommunu fyri árið 2003 liggur
frammi til alment eftirlit á Býráðsskrivstovuni frá 22.
november til 3. desember 2004.
Vágur, tann 16. nov. 2004
Vágs Býráð
Handverksáhugað
í Norðoyggjum
Farið verður nú undir at kanna og skráseta
handverk
í
Føroyum.
Byrjað
verður
í
Norðoyggjum.
Fundur verður í Ósá skúlanum í Klaksvík hós-
kvøldið 18. november kl.19.30.
Skrá: Stutt frágreiðing um kanningina, vegleið-
ing viðvíkjandi spurnarbløðum, drekkamunnur
og prát.
Stuðlið føroyskum handverki og møtið fjølment!
v/ Føroya Heimavirkisfelag
Randi Vang og Jónhild Johannessen
Søkt verður eftir
timburmonnum
SP/f Bygningstænastan
v. Jógvan Joensen
Tlf. 441952 · fartlf. 592771
21