mánadagur 3. september 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
2,8 milljardir krónur verða
eftir ætlan brúktar til íløgur
í 2018.
Tað vísir ein uppgerð,
sums tendur í heystfrá
greiðingini hjá Búskapar
ráðnum. Við í uppgerðini eru
land, kommunur og feløg ella
fyritøkur, sum tað almenna
hevur ræðið á.
Íløgurnar hjá landinum
vóru serliga lágar árini 2009
til 2012, men eru síðani vaks
nar nógv, hetta serliga í 2018.
Rúsdrekkasøla
Landsins,
Apotek og Landsverk eru
tald við undir landskassa
num
Íløgurnar hjá kommunu
num vuksu nógv fram til
2008.
Talan var í ávísan mun
um íløgur, sum høvdu ligið
á láni frá nítiárunum. Betr
ingar í fíggjarstøðunum hjá
kommununum
ávirkaðu
eisini íløguhugin.
Íløgurnarfullu tó nógv
fram til 2010, men eru vaks
nar nógv aftur síðan 2016.
Íløgurnar hjá fyritøkum
undir almennum ræði eru
vaksnar nógv síðani 2015.
Hesin
bólkur
fevnir
um
SEV,
Fjarhitafelagið,
vindfeløgini hjá SEV, IRF,
Atlantsflog,
undirsjóvar
tunnilsfeløgini, Posta, Vága
Floghavn, Føroya Tele við
dóttirfeløgum, Bústaðir og
kommunalar havnir.
Íløgurnar hjá sosialum
grunnum og ríkisstovnum
eru ikki tiknar við, tí talan er
her um so smáa upphæddir.
Fyritøkur
undir
almennum ræði
Hjá fyritøkum undir al
mennum ræði eru íløgurnar
vaksnar
nógv
frá
2003
til 2018. Í uppgerðini hjá
Búskaparráðnum er hetta
gjørt eftir tjóðarroknskapi
num og tí uppgerð, sum
verður brukt har.
Í 2003 vóru íløgurnar hjá
fyritøkum undir almennum
ræði 400 milljónir krónur,
meðan tær í ár eru settar til
1,5 milljard.
Hjá kommunum sjálvum
er vøksturin ikki so stórur,
men um 600 milljónir krónur
í ár.
Búskaparráðið heldur, at
tá ið eldraøkið var lagt út til
kommunurnar, so hevði tað
eisini ein ávísan íløgutørv
við sær.
Uppgerðin vísir eisini, at
almennu íløgútreiðslurnar
hava verið vaksandi áar
um ár. Búskaparráðið vísir
á, at júst hesar íløgurnar
hava
verið
konkunktur
viðgangandi – tað vil siga,
at fleiri alemnnar íløgur
eru gjørdar, so hvørt sum
samlaði búskaapurin í landi
num gerst betri.
Í ár eru tær mettar til
slakar 700 milljónir krónur.
-Tað er umráðandi hjá tí
almenna ikki at endurtaka
gongdina
við
almennum
íløgum frá 2006- 2008, nú bú
skaparliga virksemið aftur er
í stórum vøkstri.
-Skuldarloftið hjá kom
mununum – at skuldin ikki
skal koma upp um eina
álíkning – riggar ikki sum
fíggjarpolitiskt
amboð.
Neyðugt er við miðvísari
fíggjarpolitiskari stýring, ið
fevnir um allar íløgur undir
almennum ræði, sigur Bú
skaparráðið.
Við æðrum orðum, so
ger
Búskaparáðið
enn
einaferð vart við, at tað
almenna ikki eigur at gera
konjunkturviðhgangandi
íløgur. Almennu íløguurnar
eiga hinvegin at gerast, tá
ið konjukturarnir ikki eru
so høgir og minni ferð er á
privata búskapinum.
Ognin
Tá ið talan er um ogn og
skuld, so er føroyska sam
felagið rættuliga væl fyri.
Tað almenna – tað er landið,
kommunurnar og fyritøkur
undir almennum ræði saman
við sosialum grunnum eiga
tilsamans 15 milljardir, sum
altso er nettoogn.
Tað sæst, at bruttoskuldin
er mett til at vera 4,9
milljardir krónur í 2018, ið
svarar til 26 prosent av mett
um BTÚ fyri 2018. Sum áður
nevnt, eru tænastumanna
skyldur og aðrar veðhalds
skyldur landskassans ikki
íroknaðar hetta tal.
2,8 MILLJARDIR
Í ÍLØGUM UNDIR
ALMMENUM RÆÐI
Búskaparráðið vísir á risastórur
íløgurnar, sum eru í gongd og
vøksturin seianstu árini
íløgurnar eru størri enn roknskaparligu løgurnar; m.a. er alt Landsverk og viðlíkahald, herundir keyp av
útbúnaði, sum eru rakstarkostnaðir í landskassaroknskapinum, roknað sum íløgur í tjóðarroknskapinum.
Vit síggja ein týðuligan vøkstur í samlaðu íløgunum undir almennum ræði í 2016 til 2018. Hesin stavar
bæði frá landi, kommunum og fyritøkum, ið tað almenna ræður yvir.
Íløgurnar hjá landinum vóru serliga lágar árini 2009 til 2012, men eru síðani vaksnar nógv, hetta serliga
í 2018. Rúsdrekkasøla Landsins, Apotek og Landsverk eru tald við undir landskassanum.
Íløgur kommunanna vuksu nógv fram til 2008. Talan var í ávísan mun um íløgur, sum høvdu ligið á láni
frá nítiárunum. Betringar í fíggjarstøðu kommunanna ávirkaðu eisini íløguhugin. Íløgur kommunanna fullu
tó nógv fram til 2010, men eru vaksnar nógv aftur síðan 2016.
Íløgurnar hjá fyritøkum undir almennum ræði eru vaksnar nógv síðani 2015. Hesin bólkur fevnir um SEV,
Fjarhitafelagið, vindfeløgini hjá SEV, IRF, Atlantsflog, undirsjóvartunnilsfeløgini, Posta, Vága Floghavn,
Føroya Tele við dóttirfeløgum, Bústaðir og kommunalar havnir.
Íløgurnar hjá sosialum grunnum og ríkisstovnum eru ikki tiknar við, tí talan er her um so smáa upphæddir.
Kommunurnar yvirtóku eldraøkið í 2015. Nógv bendir á, at hendan yvirtøkan eisini fevnir um eina yvirtøku
av einum rímuliga stórum íløgutørvi á eldraøkinum. Íløgurnar á heilsuøkinum hava verið stórar, men
væntandi koma demografisku broytingarnar at krevja enn fleiri almennar íløgur á heilsuøkinum.
Mynd I 21 vísir almennu íløguútreiðslurnar og ár-til-ár vøksturin í hesum. Eins og við almennu nýtsluni
(sí mynd I 19) sæst, at framdu almennu íløgurnar eru konjunkturviðgangandi, bæði tá tað snýr seg um
land, kommunur og fyritøkur undir almennum ræði, sí mynd I 20 og I 21.
Sum nevnt, er tað umráðandi hjá tí almenna ikki at endurtaka gongdina við almennum íløgum frá 2006-
2008, nú búskaparliga virksemið aftur er í stórum vøkstri. Skuldarloftið hjá kommununum – at skuldin
ikki skal koma upp um eina álíkning – riggar ikki sum fíggjarpolitiskt amboð. Neyðugt er við miðvísari
fíggjarpolitiskari stýring, ið fevnir um allar íløgur undir almennum ræði.