mánadagur 3. september 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Tað ber ikki til við tí skipan
vit hava í dag at fáa tamar
hald á kommunalu útreiðslu
num.
Tað sigur Búskaparráðið
í nýggjastu frágreiðingini.
Ráðið vísir á, at kommunu
skipanin
hjá
okkum
er
óheppin og ger tað torført
um yvirhøvur møguligt at
fáa tamarhald á búskapni.
Kommunalu útreiðslur
nar til annað enn eldrarøkt
eru vaksnar við 43% síðan
2011.
Landsins útreiðslur til
annað enn eldrarøkt eru
vaksnar við 21% síðan 2011,
og útreiðslurnar hjá Tórs
havnar kommunu til annað
enn eldrarøkt, eru vaksnar
við 32% síðan 2011.
Sostatt hava kommunur
nar í miðal havt størri
útreiðsluvøkstur
enn
landið, meðan Tórshavnar
kommuna hevur havt eitt
vet lægri útreiðsluvøkstur
enn kommunurnar saman
lagt.
At eldraøkið varð lagt
út til kommunurnar, er
tískil ikki einasta orsøk til
stóra
útreiðsluvøksturin.
Hesin kommunali útreiðslu
vøksturin bendir sostatt á
tvørrandi
fíggjarpolitiska
stýring, serliga í kommunala
geiranum.
Kommunurnar
Eyðsýnt er, at kommunurnar
hava havt trupulleikar við at
gera rættvísandi ætlanir um
løgurnar.
Hinvegin sæst at hvørki
kommunur ella land hava
havt nakrar stórvegis trupul
leikar við at gera rættvísandi
ætlanir um rakstrarútreiðsl
urnar.
Tað sæst eisini í tí einu
talvuni hjá Búskaparráðnum,
at
kommunurnar
hava
undirbudgettera fyri slakar
800 milljónir í íløgum hjesi
seinastu árini.
Fíggjarstøðan hjá teimum
ymisku kommununum er
ymisk.
-Vit hava tó grund til at
koma til ta niðurstøðu, at
nøkur óvanlig viðurskifti
gera seg galdandi í kommu
nala geiranum. Tórshavnar
kommuna sýnist at vera í
eini serstøðu. Inntøkurnar
hjá Tórshavnar kommunu
eru lutfalsliga stórar; so
stórar, at kommunan kann
leggja pening til síðis.
-Hetta
seinasta
gevur
høvi til eitt politiskt trýst
á kommununa til at gera
íløgur - man krevur ikki
pening inn í skatti til at
goyma.
Raðfestingin
av
kommunalum
íløgum
kann í slíkari støðu gerast
tilvildarlig.
-Alternativið til at gera
íløgur er at lata peningin fara
til kommunala útjavning
(at geva peningin til minni
múgvandi kommunur) ella
at lækka skattaprosentið.
Ein kommunal nýskipan er
tí viðkomandi, skrivar Bú
skaparráðið.
Hvørki
kommunurnar
sínámillum, ella land og
kommunur
sínámillum,
ella landið einsæris, hava
gjørt nakað munagott fyri
at sleppa undan hesi um
røddu yvirupphiting í byggi
vinnuni.
Kortini er hetta bert ein
spurningur um raðfesting av
almennum útreiðslum yvir
tíð. Nakrar hálvalmennar
íløgur hava tó verið útsettar
(m.a. hjá SEV), og nakrar
privatar íløgur hava verið
burturtrongdar, tvs. útsettar
til meira av íløgu møguliga
seinni kann fáast fyri sama
pening .
Frásæð skuldarloft, hevur
landið ongan møguleika at
ávirka avgerðir kommunana
í byggimálum, og heldur
ongan
møguleika
at
áseta karmar fyri íløgu-
ella
rakstrarútreiðslur
kommunanna.
Hetta, saman við lítlum
kommunustødddum,
ger
føroysku kommunuskipan
ina óhepna, og til hvøns
fyrimun, kunnu vit spyrja.
Kommunalu útreiðslurnar
vaksnar við 43 prosentum
Vøsturin er galloperandi, og í hesum føri eru eldraútreiðslunar ikki taldar við
Dátu um almenna geiran Tjóðarroknskapurin fyri
almenna geiran byggir á almennar roknskapir, ikki
minst landsroknskapin.
Við virknaði frá 2010 eru kommunuroknskapir
eisini skrásettir í Búskaparskipan landsins (BSL).
Somuleiðis eru roknskapir fyri almennar grunnar og
stovnar, sum ikki eru á fíggjarlógini, tiknir við í BSL
í vaksandi mun.
Við hesum eru dátukeldurnar fyri almenna geiran
vorðnar munandi betri seinnu árini. BSL hevur eitt
stórt tal av bólkingum og útgreiningarmøguleikum
til ymiskan umsitingartørv. Kortini er tað ikki altíð
lætt við BSL at gera tær bólkingar og útgreiningar,
sum verða fyriskrivaðar í tjóðarroknskapinum, sum
jú er hin vanliga nýtti standardurin fyri uppgerð av
búskaparstøddum.
Búskaparmyndilin byggir á tjóðarroknskapar
bólkingar. Tá hesin búskaparmyndil hevur verið
nýttur til framrokningar, hava metingar verið gjørdar
av gongdini við støði í bólkingum í BSL. Hetta eru
bólkingar, sum ikki altíð hava verið samanfallandi við
bólkingar í tjóðarroknskapinum. Eitt ávíst fyrivarni
krevst tí í brúki av tølunum