mánadagur 3. september 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101
6
Sosialurin
SVIAR KOYRT HØGRUMEGIN Í 51 ÁR
3. september í 1967 varð ferðslógin broytt í Svøríki. Fyri hendan dag koyrdu tey í vinstru
síðu á svensku vegunum. Men hendan dagin steðgaði øll ferðsla eina løtu, og so fluttu allir
bilar yvir í høgru síðu at koyra. Vit hugsa ofta um Bretland, tá vit tosa um vinstrakoyring, har
vinstrakoyring hevur veirð galdandi langt áðrenn bilurin varð uppfunnin. Nógv lond, sum hava
hava samband við Bretland so ella so koyra eisin í vinstru síðu. Kortið vinstrumegin vísir við
bláum lond, har tey koyra í vinstru og reyðum har tey koyra í høgru síðu
Hans Mortensen 75 ár
Í gjár, 2. september 2018, fyllir vinnulívsmaðurin, íverksetin og ítróttarmaðurin Hans Mortensen 75 ár.
Hans Mortensen var føddur
í Havn, sonur Ebbu og Niels
Mortensen, sum bæði róku
handilsvirksemi í høvuðs
staðnum.
Tað var longu í 1973, at
Hans Mortensen, saman við
øðrum stovnaði felagið aftan
fyri SMS.
Tórshavnar Býráð hevði
ætlanir um sølumiðstøð á
Trapputrøðni. Hetta skuldi
gerast á tann hátt, at gjørd
varð ein høvuðsgøta, har
handlar so kundu byggja
sær handilshøli framvið. Tá
alt so var liðugt, skuldi tak
leggjast á.
Hetta hugskot helt Hans
Mortensen ikki vera tað
besta, og tí bar hann upp á
mál við býráðið um ta loysn
ina, sum seinni gjørdist SMS.
– Hetta var ein tung pro
sess, og málið var fyri í bý
ráðnum fleiri ferðir, men
tað endaði so við, at Petur
Christiansen,
borgarstjóri,
kundi skjóta fyrista skotið í
1976, greiddi Hans Mortensen
frá í Sosialinum fyri nøkrum
árum síaðini.
Tá ið SMS lat upp tann 2.
november í 1977, var SMS ikki
tað, ið tað er í dag. Tá vóru
bert tvær lonir – og handl
arnar kundu tú telja á fingr
unum.
Men ætlanin var altíð, at
byggjast skuldu fleiri lonir
afturat, og í 1980 var farið
undir at byggja hinar fýra
lonirnar.
Seinni
í
áttatiárunum
vóru aðrar um- og útbygging
ar gjørdar, ein tann størsta,
tá
parkeringskjallarin
og
goymsluhølini
norðanfyri
vórðu gjørd.
Fyri havnarborgarar – og
føroyingar annars – var tað
nakað nýtt at kunna fara til
handils »undir taki«. Nógv
varð tosað um, at hetta fór
at køva miðbýin, og tað
vóru fólk, sum als ikki vildu
seta sín fót í SMS av slíkum
grundum. Men í dag munnu
tey vera fá, ið ikki keypa í
SMS av hugsjónarligum or
søkum.
Tað, sum eisini sermerkti
SMS var matvøruhandilin
Superland, sum skifti navn
til Miklagarð fýra mánaðir
eftir upplatingina, tann 1.
mars 1978.
Umframt at hetta var
ein stórur handilin, so bar
nú eisini til at keypa fekst
neytakjøt, sum var innflutt
úr Danmark í kølibingjum.
Leiðari í slaktarínum í
SMS tá var tann 26 ára gamli
danin, Jørgen Jørgensen – og
har er hann enn.
Hann
hevði
ongantíð
verið í Føroyum fyrr, og
hann hevur mangan greitt
frá, at hann »kjøtmessiga«
fekk eitt sjokk, tá hann sá,
hvussu skilið var við feskum
neytakjøti í Føroyum.
Tey í Miklagarði fóru tí
beinanvegin at leggja til
rættis, hvussu fekst neyt
akjøt kundi innflytast úr
Danmark, og gjørdar vóru
serligar kølibingjur at flyta
kjøtið í.
Hans Mortensen fór eftir
lokna skúlagongd fór Hans í
bankalæru í Føroya Banka,
og í 1965 byrjaði hann á Niels
Brock í Keypmannahavn,
haðani hann tók prógv í 1967.
Hans starvaðist í tvey ár í
Magasin du Nord á Kongens
Nytorv í Keypmannahavn,
áðrenn hann vendi heimaft
ur at stovna egna fyritøku og
at vera við til at skipa hand
ilsliga umhvørvið í Føroyum
av nýggjum.
Hans Mortensen var m.a.
við til at leggja lunnar undir
mongu handilsstevnurnar í
Havn í sjey- og áttatiárunum.
Hann var stjóri í SMS frá
tí, at felagið var stovnað til
2007, eftir at hann longu í
1996 so líðandi hevði latið
soninum, Niels Mortensen,
alsamt fleiri leiðsluuppgávur.
Í 2007 tók Hans seg úr
samtakinum, ið síðani hevur
verið í áhaldandi menning,
og sum í dag í høvuðsheitum
fevnir um Mylnurnar, Bónus-
handlarnar, royndarstovuna
Thetis umframt ognarlutir í
øðrum fyritøkum.
Framskygni, framburður
og
viljastyrki
eyðkenna
Hans Mortensen, sum mið
skeiðis
í
áttati-árunum
eisini hevði ætlan um ein
vitanar- og granskaradepil
á Sundi – sonevndi Sunds
depilin. Endamálið var at
menna føroyskar vørur og
útflutning, men hendan ætl
anin fekk ongantíð neyðugu
undirtøkuna.
Hans Mortensen hevur
í sínum virksemi dugað at
tikið við íblástri uttanlands,
samstundis sum hann hevur
megnað at varðveitt føroysk
eyðkenni og føroyskan upp
runa í øllum, hann hevur
tikist við. Tað ber til at siga,
at langt áðrenn onnur sóu
menningina, sum fór fram
í handilsligum virksemi úti
í heimi, hevði Hans longu
hugsað hesar broytingar sum
samrunnan part av føroysk
um handilslívi.
Hans legði stóran dent
á, at SMS fekk eitt føroyskt
byggisnið, og hann hevur í
handilsbløðum,
lýsingum
og
dagliga
virkseminum
lagt doyðin á føroyska mál
ið, soleiðis at vit í dag hava
eitt væl gróðursett føroyskt
handilsmál. Fyri sítt ótroytt
iliga málsliga ágrýtni fekk
Hans Mortensen í 2015 móð
urmálsvirðislønina. Hans
Mortensen
hevur
eisini
havt eitt virkið ítróttarlív,
har hann íðkaði hondbólt á
høgum stigi og tók lut í fel
agsarbeiðinum. 20 ára gamal
gjørdist hann formaður í
Neistanum í 1963, og í 1964
var hann við á fyrsta før
oyska manslandsliðnum í
hondbólti. Hann var eisini
venjari hjá landsliðnum í
1976, tá manslandsliðið í
hondbólti var við í C-HM í
Portugal, har føroyska lands
liðið stóð seg betur enn bæði
Stórabretland og Belgia.
Tað er sostatt ein sera
virkin maður, sum í dag
kann hátíðarhalda 75 árini
saman við sínum kæru. Hans
Mortensen eigur børnini El
isabeth Christiansen (fødd
Mortensen) og Niels Mort
ensen saman við Birgith
Aslaugh Mortensen (fødd
Sivertsen). Hann gjørdist
einkjumaður í 2001, tá Birgith
andaðist av herviligari sjúku.
Hans Mortensen er eisini
abbi og langabbi, og í 2007
giftist hann uppaftur við
Marjun á Plógv. Hjartaliga
tillukku við 75 ára degnum.
Tá Petur Christiansen, borgarstjóri í Havn skjeyt fysta skotið av til SMS. Saman við Petur C síggjast
Hans Mortensen, stjóri í SMS og 10 ára gamli sonurin, Niels, sum í dag eisini er stjóri í SMS
Á móðurmálsdegnum 25. mars í 2015 fekk Hans Mortensen móðurmálsviðrislønina fyri sítt
málsliga ágrýtni fyri føroyskum lýsingarmáli. Aftanfyri sæst kona Hans, Marjun á Plógv