Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2018síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LITFAGRIR AR Í FUGLAFIRÐI nógv Fugla­fjørður hevur at bjóða. Paraplygøtan – ella regn­ skjóls­gøt­an eftir Kirkjuvegi, sum liggur longu uppi í bygd­ ini, er nakað heilt serligt og hugn­a­ligt, har vaflur og kaffi eis­ini fekst til keyps. Men har vóru eisini mong onnur spenn­andi tiltøk eftir gøtuni. Eisini hevði Petur Martin Pet­er­sen, hvørs heim er átøkt einum savni við allari síni list og bók­um, latið húsið upp. Men hes­a­ferð var tað fyri at sýna fram listaverk, sum Frits Johannesen og Heðin Kambs­dal høvdu gjørt sum prýði á innhurðar í snotiliga húsi­num. Kanska var tað serliga ­á­huga­vert við FM í kassa­ bila­koyring, har bæðir páp­ ar, abbar og ungu førar­nir høvdu verið við til smíða stak flottar ov væl virk­a­ ndi kassabilar, sum skuldu brúkast til FM í Kassa­bila­ koyr­ing – har var hugflogið rætti­liga komið til sín rætt. Saman umtikið ein flott og vælskipað skrá – og tað sum gjørdi hana enn meira spennandi var, at pallarnir vóru so nógvir og ym­isk­ir, at stórur partur av býnum vórðu pallarnir ella leik­tjøld­ ini. Hjaratrúmið var stórt og hesum gjørdu nógvir – eisini fremm­and­ir gestir - brík av. Hetta undirbyggir at skráin var góða. Henda 100 ára tónleika- og lista­ferð hevur eydnast til fuln­ar eftir mínum tykk við Rønn Eliasen og Brynhild Næs Petersená odd. Men tá skulu øll hinu mongu, sum hava rætt eina hond, sanni­ liga eisini hava eina tøkk.