mánadagur 3. september 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eivør Pálsdóttir skal kom
andi vikurnar ferðast víð fyri
at halda konsertir.
Í løtuni standa 29 kon
sertir í 13 londum á skránni
hjá songkvinnuni úr Gøtu,
sum í nógv ár hevur ferðast
á altjóða tónleikapallinum
við sínum tónleiki.
Komandi konsertferðin
hjá Eivør byrjar 14. septem
ber og heldur fram til 9. nov
ember.
Fríggjakvøldið 14. sep
tember spælir Eivør í Los
Angeles í USA. Hetta verður
fyrsta av seks konsertum í
USA í hesum umfari – Eivør
spælir eisini í San Francisco,
Seattle, Portland og Boulder.
Eivør fer eisini norður um
markið og hevur konsert í
Vancouver í Kanada.
Vitjar Russland
Eftir konsertirnar í USA
gongur leiðin eystureftir.
Síðst í september spælir Ei
vør í Kaunas og Vilnius í
Litava, og síðani verða fýra
konsertir í Russlandi fyrst í
oktober mánaði. Eivør skal
vitja býirnar Yekaterinburg,
Moskva, Ufa og Tyumen.
Úr Russlandi gongur leið
in til Póllands, og har hevur
Eivør fýra konsertir, áðrenn
hon vitjar Týskland, Eystur
ríki, Sveis og Frakland.
Eftir tað gongur leiðin um
Ermasund, og seinna partin
av oktober spælir Eivør í
Norwich og Brighton í Ong
landi og í Cardiff í Wales.
Tann 26. oktober spælir
Eivør í Amsterdam í Hol
landi, dagin eftir í Flensburg
í Týsklandi, og síðani verða
tvær framførslur á Iceland
Airwaves í Reykjavík 8. og 9.
november.
EIVØR SPÆLIR Í 13 LONDUM
Eivør Pálsdóttir kann upplivast í býum sum Los Angeles, Mosvka, Amsterdam og Reykjavík komandi vikurnar
Enn einaferð
hevur Uriah
Heep fingið
góða móttøku
í Føroyum
Útselt er til konsertina við
bretska rockbólkinum Uriah
Heep í Føroyum tann 22. sep
tember. Tað er greitt nú slak
ar tríggjar vikur áðrenn kon
sertina.
Uriah Heep kemur fyri
fyrstu ferð síðani 1990 til
Føroya at spæla, og konsert
in verður í Dansifrøi í Havn.
Uriah Heep vann fram í
sjeytiárunum, og bólkurin
hevur verið væl umtóktur í
Føroyum. Tær tríggjar ferð
irnar, Uriah Heep hevði kon
sertir í Føroyum í 1988 og
1990, var nógv fólk á konsert.
Soleiðis verður eisini hes
aferð, tí tey umleið 700 at
gongumerkini til konsertina
í Dansifrøi eru rivin vekk.
– Nú koma vit aftur til
Føroya – og tað er upp á
tíðina. Tað er alt ov langt
síðani, vit vitjaðu tykkum
seinast, sigur Mick Box, sum
er gittarspælari og uppruna
limur í Uriah Heep.
Uriah
Heep
eru
sera
virknir
við
framførslum
kring heimin, og eina góða
viku áðrenn konsertina í
Føroyum gevur bólkurin úr
nýggja plátu, sum kallast
»Living The Dream«.
Útselt til Uriah Heep
Útselt er til konsertina við
Uriah Heep í Føroyum um
slakar tríggjar vikur
Føroyska songkvinnan fer á umfatandi konsertferð og spælir eitt nú í USA, Russlandi, Týsklandi og Onglandi