mánadagur 3. september 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Tríggir føroyskir bogaskjúttar hava seinastu dagarnir luttikið í EM í bogaskjóting, har úrslitini
vóru misjøvn. Í Danmark er hondbóltsárið byrjað, og har skeyt ein føroyingur tvey mál
Pætur Albinus
BOGASKJÓTING
Tríggir føroyskir bogaskjúttar hava
seinastu dagarnar luttikið í EM í
pólska býnum Legnica. Teir vóru
Jóannes Poulsen (Ørvur, Runavík),
Nikkel Petersen (Ørvur, Runavík)
og Jógvan Niclasen (Tambar, Havn).
Allir tríggir luttóku í compound,
har 90 skjúttar úr 33 londum lut
tóku. Jóannes Poulsen bleiv numm
ar 59 við 678 stigum, Jógvan Nicla
sen nummar 72 við 670 stigum og
Nikkel Petersen nummar 84 við
662 stigum. Á næstaftastu síðu í
blaðnum ber til at lesa hvat Nikkel
Petersen heldur um avrikini.
FORMIL 1
Kappkoyring var í gjár á kendu
Monza-breytini í Italia, og har var
tað oddamaðurin í samlaðu kapp
ingini, bretski Lewis Hamilton
(Mercedes), sum setti tingini upp
á pláss og vann frammanfyri
tann,
sum
byrjaði
fremstur,
finski Kimi Raikkonen (Ferrari).
Størsti kappingarneytin hjá Lewis
Hamilton, týski Sebastian Vettel
(Ferrari), bleiv nummar fýra, og
harvið hevur Lewis Hamilton nú
økt um leiðsluna í samlaðu kapp
ingini til 30 stig. Danski Kevin
Magnussen (Haas) var í einum
samanstoyti
við
Sergio
Perez
(Force India) longu í fyrsta um
fari,
og
danski
kappkoyrarin
bleiv av hesi orsøk nummar 17 av
teimum 17 kappkoyrarunum, ið
komu um málstrikuna. Í samlaðu
kappkoyringini er Kevin, ið er
sonur kenda fyrrverandi kappkoyr
aran, Jan Magnussen, nummar átta.
Næsta kappkoyring verður í Singa
pore 16. september.
FLOGBÓLTUR
SÍ hevur gjørt sáttmála við høvuðs
venjarar, ið skulu taka sær av
fremstu liðunum hjá felagnum.
Gullvenjarin, Rajko Petrovic, fer
aftur í vetur at venja øll ung
dómsliðini og meistarardeildina
hjá monnum. Annika á Stongum
verður høvuðsvenjari hjá meistara
deildini hjá kvinnum og hennara
hjálparvenjari
verður
Jacob
Melchior Hansen. Hetta skrivar
Sørvágs Ítróttarfelag í tíðinda
skrivi.
Rajko Petrovic var í fjør við at
mynda besta kappingarárið í søguni
hjá SÍ. Felagið vann níggju av tíggju
steypafinalum í ungdómsdeildini,
í og ár fer hann at taka sær av
øllum ungdómsliðunum í felag
num.Tey eru G12, G14, G16, G19,
kvinnuunglingar D12, D15, D17 og
mansunglingar. Meðan Rakjo er
royndur venjari, so er hetta fyrstu
ferð, at Annika á Stongum fer at
standa á odda fyri fremsta kvinnu
liðnum hjá SÍ. Hon er hinvegin
roynd og kend sum ein av stinnastu
spælarunum í Føroyum og á før
oyska landsliðnum.
HONDBÓLTUR
Nýggja kappingarárið í donskum
hondbólti
fór
av
bakkastokki
fríggjakvøldið, tá ið Bjerringbro-
Silkeborg, sum hevur føroyska
Jóhan á Plógv Hansen á liðnum,
heima í JYSK Arena í Silkeborg
hevði
vitjan
av
Nordsjælland
Håndbold. Bjerringbro-Silkeborg
var mett at vera greiður favorittur,
so tað var eitt stórt vónbrot, at
tað einans bleiv til 25-25-javnleik.
Jóhan á Plógv Hansen skeyt tvey
av málunum.
Bjerringbro-Silkeborg legði fyrr
í síðstu viku roknskapin fyri kapp
ingarárið 2017/2018, og har vóru reyð
tøl á botnstrikuni. Felagið væntar
nevniliga, at undirskotið verður
áleið fimm milliónir krónur. Hetta
er fyrstuferð í 13 ára gomlu søgu
felagsins, at tað er undirskot í rokn
skapinum. Formaðurin í Bjerring
bro-Silkeborg, Jesper Schou, sigur
við heimasíðu felagsins, at málið
framvegis er at vinna DM, men at
teir við broytingum í handilsliga
partinum eisini ætla sær at koma
aftur á rættkjøl fíggjarliga.
RÍÐING
Marknagil var leygardagin karmur
um seinastu FM-kappríðingina í ár.
Tilmeldingin var so sum so, men
hóast tað var fitt av fólki komið
at hyggja at kappríðing. Kappast
var í fýra greinum: skeið, trav, tví
spor ung og tvíspor vaksin. Skeið
kappingina vann Gylling við Regini
Johannesen á baki. Gylling hevur
vunnið allar kappingar í ár og er
tískil greiður FM-vinnari. Í trav
var FM-stríðið púra opið áðrenn
kappingina í gjár. Savoy og Eiler
Joensen vóru eitt stig frammanfyri
Grett og Kristfríð D. Jacobsen. Men
á degnum riggaði einki hjá Savoy
- hann bleiv diskaður í báðum
riðlunum,
og
sostatt
gjørdist
Grettir, sum Sjúrður Holm á Argj
um eigur, FM-vinnari.
Tvíspor ung kappingin var
mestsum avgjørd áðrenn kapp
ingina. Ikki tað, Sílfa hjá Ásu
Bárðadóttir og Spirit hjá Randarsól
Heinesen vóru jøvn í stigum. Men
av tí at Spirit vegna skaða ikki
kundi vera við, skuldi Sílfa bara
koma á mál fyri at vinna FM. Tað
gjørdi hon, og tað við stíli. Tíðin hjá
Sílfu uppá 250 metrar var 17,43, og
tað sigur næstan seg sjálvt at hon
við tí tíðini eisini vann Tvíspor ung
á degnum.
Hjá teimum vaksnu var heldur
ikki tann stóri spenningurin um
FM. Svanna hjá Hans Paula Poul
sen lá greitt á odda og skuldi,
eins og Sílfa, bara koma á mál
fyri at endurvinna sítt FM. Hetta
eydnaðist
eisini,
men
Svan
na fekk ikki heiðurin at vinna
heystkappríðina, tí hon tapti á
degnum ímóti Freyr við Bryn
dis Hjartardóttir á baki. Rossini
fylgdust annars allar 500 metrar
nar, men beint fyri málstrikuna dró
Freyr frá Svannu og vann rímiliga
greitt.
SÚKKLING
Ein av teimum trimum stóru
Grand Tours í súkkling, Vuelta a
España, er nærum komin í helvt,
og á teininum í gjár fekk kappingin
ein nýggjan mann í sokallaðu
føraratroyggjuna. Tað var bretski
Simon Yates (Mitchelton-Scott),
sum rændi troyggjuna frá Rudy
Molard (FDJ), og Simon Yates
er nú eitt sekund frammanfyri
kolumbianska
Nairo
Quintana
(Movistar) og 14 sekund framman
fyri spanska Alejandro Valverde
(Movistar). Teinin í gjár vann
annars amerikanski Benjamin King
(Dimension Data). Hetta var annar
teinurin í ársins Vuelta a España,
sum hann vann. Í dag er hvílidagur
í kappingini, sum er tilsamans 21
teinar long og endar 16. september.
Bogaskjúttar luttikið í EM í Póllandi
F.v.: Jóannes Poulsen, Jógvan Niclasen og Nikkel Petersen