Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sonni Ragnar til Superliguna, Jákup Thomsen skorar í Íslandi, meðan Jóan Símun Edmundsson legðu upp til tvey mál í 2. Bundesliguni FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Sonni Ragnar Nattestad hevur gjørt leigusáttmála við AC Hor­ sens í Danmark. Talan er um leigu­ sát­tmála fram til januar, har AC Horsens síðani kann keypa før­ oyska landsliðsmiðverjan, váttar um­boðs­maðurin hjá honum, Jákup í Stóru­stovu. AC Horsens hevur longu før­ oyska Hall Hansson í hópinum. Høvðus­orsøkin við skiftinum er, at Sonni Ragnar Nattestad væntandi fær spælitíð í AC Horsens, meðan útlitini í norska Molde eru nakað verri. Eitt nú hava skaðar, men eisini útlendingakvotan gjørt møgu­leikarnar hjá miðverjanum verri. Sonni Ragnar Nattestad hevur fyrr verið útleigaður til AC Horsens, so kann kennir til umstøðurnar. Sum skilst, so hava fleiri feløg í norður­londum verið um boðið, men vænt­andi spælitíðin í AC Horsens tiltalar mest. Tað endaði við javnleiki 0-0 í føroyingauppgerðini í donsku super­liguni, tá AC Horsens tók ímóti Vejle á CASA leikvøllinum í Horsens um vikuskiftið. Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens, og Vilj­or­ m­ur Davidsen spældi allan dystin fyri Vejle. Í Horsens fegnast tey um, at liðið hevur hildið málið reint í tríggjar dystir á rað nú. Jóan Símun stóran lut í málríkum sigri Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld eru aftur á sigurs­kós. Teir vunnu leygardagin 5-3 á Jahn Regensburg. Føroyski lands­liðsspælarin legði upp til tvey mál og fekk gul kort í dystinum. Arminia Bielefeld var aftanfyri 1-0, og tríggjar ferðir stóð á jøvnum, áðrenn liðið við toftamanninum skoraði avgerandi málini. Málini komu ikki fyrr enn í evstu løtu. Jóan Sìmun Edmundsson legði upp til avgerandi 4-3 málið, sum kom í 88. minutti. Hartil legði hann eisini upp til 1-1 málið, tá bara átta minutt­ir vóru spælir. Seinast tapti Arminia Bielefeld fyri týska stórafelagnum, Ham­ burg. Við sigrinum á Jahn Regens­ burg hevur Arminia Bielefeld 7 stig fyri fýra dystir. Gilli og Brann vunnu á heimavølli Gilli Rólantsson spældi allan dystin, tá lið hansara, Brann Bergen í heimadysti í bestu norsku fót­ bólts­deildini vann 1-0 á Ranheim á Brann leikvøllinum í Bergen. Gilli Rólantsson var við í uppspælinum til onkrar av teimum stóru málmøguleikunum Brann Ber­gen fekk í dystinum. Peter Orry Lar­sen skoraði sigursmálið fyri Brann Bergen tá ein tími var farin av dystinum. Sigurin var sera týdningarmikil fyri Brann sum eltir Rosenborg í oddastríðnum. Loksins: Føroyskt mál í Íslandi FH vann í gjár 4-0 á KR í bestu deildini í Íslandi. Millum mál­skjútt­ arnar hjá FH var Jákup Thomsen, sum er úttikin til U21-landsliðið, ið skal spæla móti Póllandi fríggja­ dagin. Morgunblaðið skrivar, at talan var um skot úr vinstru síðu og í handara málhorn. “Loks skorar Færeyingurinn fyrir FH” stendur í beinleiðis frásøgnini hjá blað­ num. Eisini stendur at lesa, at ungi áleyparin var raskur teir 68. minuttirnar hann var á vøllinum. Gunnar Nielsen stóð í málinum, meðan Brandur Hendriksson sat yvir við leikbanni. ÍBV og Kaj Leo í Bartalsstovu spældi javnleik 1-1 móti Víkingi úr Reykjavík á heimavølli. Gøtu­ maðurin er noteraður fyri nakrar skot­royndir, men tað bleiv ikki til mál. René Shaki Joensen fekk 69. minutt­ir á vøllinum, tá Grindavík spældi javnleik 1-1 á útivølli móti Breiða­blik. Hesa ferð spældi hann á miðjuni, eftir at hava spælt eitt nú í álopinum onkrar av seinnu dyst­ unum. Stigatalvan í Íslandi NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL STIG 1 Valur 19 11 7 1 40 20 40 2 Stjarnan 19 11 6 2 43 22 39 3 Breiðablik 19 10 5 4 30 17 35 4 KR 19 8 6 5 29 21 30 5 FH 19 8 6 5 32 26 30 6 Grindavík 19 7 4 8 21 27 25 7 KA 19 6 6 7 31 26 24 8 ÍBV 19 6 5 8 21 23 23 9 Fylkir 19 6 4 9 23 33 22 10 Víkingur R. 19 5 6 8 22 34 21 11 Fjölnir 19 3 7 9 21 35 16 12 Keflavík 19 0 4 15 9 38 4 Útisetar: Liðskifti og føroysk mál