Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. september 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tá ið hondbóltskappingin byrjar hin 15. september verður tað eftir einari nýggjari skipan. Hetta kappingarárið verður landskappingin hjá bæði monnum og kvinnum avgjørd við einari sonevndari “final-4”-skipan, ið merkir at fýra tey fremstu liðini í landskappingini skulu spæla hálvfinalur og finalur um Føroyameistaraheitið. Nógvir leistir hava verið royndir fyrr og hesin skal standa sína roynd eins og hinir, heldur ein hin royndasti venjarin í føroyskum hondbólti HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Sum stóð at lesa í Sosialinum fyri góðum mánað síðani, so hevur nýggja kappingarskipanin sum enda­mál, at spælast skulu fleiri av­gerandi dystir enn undir gomlu skipanini, og at hetta skal breiðka um áhugan fyri hond­bólts­kapp­ ingini. Vónin er at fleiri fólk koma í hallarnar til allar dystir, og at økti spenn­ingurin í av­gerandi dyst­un­ um fer at lyfta hond­bólts­góð­s­ku­na upp á eitt hægri støðið Nú stundar til kappingarbyrjan og liðini eru væl á veg í fyri­ reikingunum til nýggju nýskipaðu kapp­ingina. Tilgongdin er hin sama Ein, ið fyrireikar seg til at fara undir nýskipaðu landskappingina er Dia Midjord, venjari hjá mansliðnum hjá StÍF. Dia Midjord er eisini ein hin royndasti venjarin í føroyskum hond­bólti, og hann hevur roynt fleiri ymsar kappingarskipanir í síni tíð. Venjarin er tó púra greiður um, at óansæð hvussu kappingin er skipað, so er hondbóltsliga til­ gongdin hin sama. Tá ið vit práta við roynda venjarin, er hann við mansliðnum hjá StÍF á venjingarlegu, og har fyllur nýggi kappingarleisturin als einki í fyrireikingunum. Hann ger púra greitt at liðið brynjar seg til eina kapping, har teir taka ein dyst í senn, og tað høvdu teir eisini gjørt undir gomlu skipanini. Dia Midjord viðgongur tó, at kappingin um at sleppa í hálv­ finaluna kann gerast ein eyka gula­rót, og tískil kann eggja sínum liði eitt sindur longur, um støðan gerst hin sama sum seinasta kapp­ingarár, tá ið StÍF fekk fimta plássið í kappingini. Málið í ár er eisini fyrst og fremst at røkka hálv­ finalunum. - Samstundis er hugsanin at tey ovastu liðini í kappingini kanska kunnu missa eldhugin eitt sindur, tá ið hálvfinalan er tryggjað, sigur Dia Midjord. Hetta hevur verið roynt fyrr Undir øllum umstøðum verður spennandi at fylgja við um – og hvussu nógv – nýggja kapp­ingar­ skipanin fer at seta dám á kapp­ ing­ina, men hetta verður ikki fyrstu ferð at liðini skulu spæla hálv­ finalur í landskappingini. Í 1994 var Dia Midjord nevniliga venjari hjá Kyndli, ið gjørdist Føroya­meistari. Sum so ofta hesi árini, so vóru fremstu liðini í kapp­ ingini VÍF og Kyndil. Men hetta árið var roynt at spæla hálvfinalur millum fýra tey fremstu liðini, og flest øll væntaðu at finalan skuldi standa millum VÍF og Kyndil. Men KÍF skakaði vestmenningar í hálvfinalunum og kom eftir tveir dystir víðari í finaluna. Onkurs­vegna vóru kollfirðingar betri fyri enn vestmenningar í júst hesum báðum hálvfinalum, hóast VÍF hevði verið besta liðið alt grundspælið. Hetta hóvaði Kyndli væl, minnist Dia Midjord, ið eisini endaði við at vinna Føroya­ meistaraheitið hetta árið. Farið var síðani frá hesum kapp­ ingarleisti og nýggj skipan var roynd, har liðini spældu tvey umfør áðrenn stigini vóru skorðin í helvt, og síðani tvey umfør afturat móti hvørjum øðrum. Hendan skipanin helt við til 2006, tá ið skipanin við at tvey tey fremstu liðini hittust í finalum var byrjað. Rætti hátturin er trupul at finna - Tað at tað eru so fá lið í føroyskum hondbólti ger, at tað er sera trupult at finna besta háttin at skipað kappingina. Tað er nógv at taka atlit til, tá ið avgerast skal hvussu kapp­ ingin fer fram, sigur Dia Mid­jord. Rættvísast hondbóltsliga hevði iva­leyst verið at bert spælt eina kapp­ing uttan nakað endaspæl, so­leiðis sum vit kenna tað frá fót­bóltinum, men hetta hevði aloftast minkað um spenningin og áhugan í kappingini – serliga tá einki niðurflytingarspæl tykist møguligt. Persónliga sigur royndi venjarin, at um kappingin endiliga skal enda við finalum, so var leisturin við at tvey tey fremstu liðini spæla final­urnar møguliga hin besti og rættvísasti, men venjarin er sam­ stundis spentur at síggja nýggja leistin í verki. Har eru nógvir spurningar, ið skulu svarast hetta fyrsta árið undir nýggja leistinum. Størsti spurn­ing­urin er hvussu føroyingar fara at taka ímóti honum. Hugsjónin við nýggja kapping­ ar­leistinum er, at landskappingin skal hava fleiri avgerandi dystir. Men eru føroysku áskoðararnir sinn­aðir at fara í hallarnar til allar hesar dystir? Verða eitt nú fimm finalur leiktar innan tvær vikur, er grundarlagið fyri fyltum hallum til allar fimm dystirnar til staðar? Harafturat skulu steypadystirnir skulu eisini fyllast. Dia Midjord afturvísir ikki at før­oy­ingar eru sinnaðar at fylla hallir­nar, men gleðir seg at síggja hetta í verki. “Kappingin má standa sína roynd”, staðfestir venjarin at enda. NÝGGJA HONDBÓLTS­ KAPP­INGIN MÁ STANDA SÍNA ROYND Soleiðis verður landskappingin leikt undir nýggju skipanini: Liðini spæla tríggjar dystir móti hvørjum øðrum. Tvey umfør áðrenn steypakappingina og eitt eftir. Fýra tey ovastu liðini koma í hálvfinalur. Fremsta liðið velur mótstøðuliðið í hálvfinalunum. Spælt verður best av trimum dystum í hálvfinalunum og best av fimm dystum í finaluni. Tey liðini, ið ikki spæla seg í hálvfinalurnar spæla eina B-kapping, har tey hitta hvørt annað tvær ferðir. Eina ferð heima og eina ferð úti. Fyrsti landskappingardystur verður leiktur 15. september