mánadagur 3. september 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Seinnapartin leygardagin vann ÍF
5-0 á heimavølli ímóti B68. Sigurin
var óvæntað stórur, tí úrslitini
hava ikki bent á, at tað fór at enda
soleiðis. Sætta mai vann B68 6-1
á Svangaskarði ímóti ÍF, og 2.
juni vann ÍF 1-0 á heimavølli
ímóti B68.
ÍF hevur ikki tapt tíggju tær
seinastu ferðirnar. Talan er um
níggju sigrar og ein javnleik – 2-2
í Klaksvík ímóti KÍ.
Klaksvíkingar
hava
higartil
verið topplið, og næstbesta liðið
hjá KÍ er framvegis ovast, men nú
er av álvara farið at styttast millum
KÍ og ÍF.
Eftir tólvta umfar vóru tað
ellivu stig frá ÍF og fram til KÍ. Alt
meðan ÍF hevur verið sannførandi
og vunnið sigur oman á sigur, so
hevur KÍ onkra ferðina snávað, og
nú er munurin bara eitt stig.
KÍ hevur tapt tvær ferðir og fýra
ferðir spælt javnt. Víkingur hevur
vunnið einaferð og tapt einaferð
ímóti KÍ, og leygardagin endaði tað
1-1 uppi á Brekku í Leirvík, tá ið KÍ
var gestur hjá Víkingi.
Bæði málini vórðu skorað í sein
na hálvleiki. Víkingur hevði tíggju
minuttir undan steðginum gyltan
møguleika at leggja seg framum,
men Fríði Sigurðsson í KÍ málinum
bjargaði, tá ið Hans Jákup Lervig
royndi seg við brotssparki.
Stórsigurin í Fuglafirði
Einki bendi í fyrra hálvleiki á, at
B68 í Fuglafirði fór at leggja rygg
til stórtap.
B68 var tvær ferðir í heilt góðum
støðum at seta hol á, áðrenn ÍF
skoraði einasta málið í fyrra hálv
leiki.
Tá ið fuglfirðingar løgdu seg
framum, var tað við framúr máli.
Fínt álop í vinstru og innlegg frá
Andy Ó. Olsen, Jan Ó. Ellingsgaard
stýrdi við høvdinum bóltin fyri
føturnar á miðvallaranum Frank
Poulsen, sum heilfluktaði bóltin
upp í síðunetið.
Seks minuttir eftir steðgin økti
Andy Ó. Olsen, tá ið verjan varð
heilt útspæld, og eftir at Ari Ó.
Ellingsgaard úr
høgru
sendi
bólt
in framvið uttarlaga stadda mál
verjanum og í málið til 3-0, var
spurningurin bara, hvussu stórur
heimasigurin fór at verða.
B68 gav skarvin yvir, og heima
liðið vísti bæði nærlagni og hug
flog. Frank Poulsen økti til 4-0, og
innskifti Dánjal á Lakjuni varð
spældur púra blankur fyri opnum
máli, tá ið hann staðfesti rimmar
ÍF sigurin.
Fuglfirðingar eru nú tætt við at
taka oddasessin í deildini, og tað
skal ganga heilt illa í seks teimum
síðstu dystunum, um ÍF ikki skal
vinna sær pláss í bestu deildini. Tað
plagdi at vera fótbóltur í Fløtugerði
seinnapart sunnudag, og soleiðis
verður tað eftir øllum at døma
aftur næsta summar.
Í seks teimum síðstu umfør
unum skal ÍF spæla ímóti Suðring
um (ú), Víkingi (h), KÍ (h), NSÍ (ú),
Giza Hoyvík (h) og B71 (ú).
Skráin hjá B68, sum er á fjórða
plássi og einasta liðið, ið kann
spæla ÍF eitt puss, er henda: HB (ú),
Suðringar (ú), Skála (h), KÍ (ú), B71
(h) og Víkingur (ú).
NSÍ kann arga B68
Avbjóðingin hjá B68 í royndini at
vinna uppflyting er at vinna seg
framum næstbesta liðið hjá NSÍ,
sum er á triðja plássi.
Um B68 ikki vinnur seg av
fjórða og fram
á
triðja
pláss,
so verður talan ikki
um uppflyting. So verður tað
bara ÍF, sum fer at flyta upp, og so
verður tað bara eitt lið í bestu deild
ini, sum fer at flyta niður.
NSÍ avrikaði væl og virðiliga
tað, sum tað varð roknað við, tá
ið NSÍ longu fríggjakvøldið vann
5-1 á Vágseiði. Stóri NSÍ spælarin
var Jann Benjaminsen, sum hevði
skorað hattrikk longu tá ið ein
hálvur tími var farin.
Í seks teimum síðstu umfør
unum er skráin hjá NSÍ: Skála (h),
KÍ (ú), B71 (ú), ÍF (h), HB (ú) og Giza
Hoyvík (ú).
NSÍ er bara eitt stig frammanfyri
B68. Tí er tað púra opið, um tað fer
at eydnast B68 at vinna seg fram
um NSÍ og harvið tryggja sær
bronsukrónurnar og uppflyting.
Giza Hoyvík í klønum tráði
Alt bendir á, at steðgurin hjá Suðr
ingum í næstbestu deildini bara
verður eitt ár.
Giza Hoyvík hevur síðani 2016
verið partur av næstbestu deildini.
Í 2016 endaði Giza Hoyvík á fjórða
plássi við 48 stigum, og síðani hev
ur tað gingið skeiva vegin. Í 2017
endaði Giza Hoyvík á sjeynda
plássi við 36 stigum, og nú stendur
verri til enn so.
Leygardagin var møguleiki hjá
Giza Hoyvík at fáa fatur í rætta
endanum, tá ið HB vitjaði á vølli
num
við
Løgmannabreyt.
HB
skoraði 1-0 sigursmálið bara tveir
minuttir undan leikloki. Nú eru tað
átta stig frá Giza Hoyvík og fram
til HB og Skála, sum vann eitt stig í
málleysum javnleiki á Sandi.
Tað er alt, sum bendir á, at Giza
Hoyvík fer at missa plássið í næst
bestu deildini.
Í seks teimum síðstu umførun
um er skráin hjá Giza Hoyvík: KÍ
(h), B71 (ú), Suðringar (h), Skála (ú),
ÍF (ú) og NSÍ (h).
ÍF – B68 5-0 (1-0)
1-0: Frank Poulsen 41.
2-0: Andy Ó. Olsen 51.
3-0: Ari Ó. Ellingsgaard 73.
4-0: Frank Poulsen 81.
5-0: Dánjal á Lakjuni 94.
Víkingur – KÍ 1-1 (0-0)
0-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen 55.
1-1: Finnbjørn Hansen 88.
Giza Hoyvík – HB
0-1 (0-0)
0-1: Jógvan Skeel Nolsøe 89.
B71 – Skála 0-0
Suðringar – NSÍ 1-5 (1-3)
0-1: Jann Benjaminsen br 12.
0-2: Jann Benjaminsen 17.
1-2: Jón Krosslá Poulsen 19.
1-3: Jann Benjaminsen 30.
1-4: Andri Benjaminsen 92.
1-5: Jákup Højgaard 94.
22. umfar
Leygardagin 15. september
Víkingur – B71
NSÍ – Skála
Giza Hoyvík – KÍ
HB – B68
Suðringar – ÍF
Máltindurin
Jan Ó. Ellingsgaard ÍF
15
Steffan Løkin
14
Tijani Mohammed B71
12
FÓTBÓLTUR
Fuglfirðingar eru væl nærri
uppflytingini, og óvissan um talan
fer at verða um tveir uppflytarar er
størri, eftir at B68 tapti í Fuglafirði
1. DEILD:
SUNNUDAGURIN FER AT
LÍKJAST SÆR SJÁLVUM
1. deild støðan
NR. LIÐ
D V J
T
MÁL
S
1
KÍ II
21
15
4
2
57
20
+37
49
2
ÍF
21
15
3
3
73
34
+39
48
3
NSÍ II
21
12
4
5
64
29
+35
40
4
B68
21
12
3
6
43
30
+13
39
5
Víkingur II
21
9
2
10
30
40
-10
29
6
B71
21
8
1
12
36
51
-15
25
7
HB II
20
6
4
10
32
32
0
22
8
Skála II
21
6
4
11
33
41
-8
22
9
Giza Hoyvík
21
3
5
13
22
41
-19
14
10 TB/FCS/Royn II
20
1
4
15
16
88
-72
7