mánadagur 3. september 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Einasti heilt stóri spenningurin, ið
ikki er svaraður í ársins kapping,
er, hvørji tvey ella hvat tað liðið
verður, sum fer at flyta niður.
FM spurningurin og Europa
spurningurin eru ikki svaraðir,
men tað er bara formelli parturin,
sum er eftir at avgreiða. Seks umfør
undan kappingarloki er HB tíggju
stig undan næsta avbjóðaranum.
Tað eru seks umfør og harvið
átjan stig eftir at spæla um. HB
hevur reist seg eftir vónbrotið í
steypafinaluni, og tað er heilt stór
ur møguleiki fyri, at FM favorittar
nir fara at staðfesta meistaraheitið
23. september, tá ið HB í 23. umfari
fer til Klaksvíkar.
Kiksarin
í
steypakappingini
svíður, men gongdin í landskapp
ingini er glæsilig. Fríggjakvøldið 10.
august – á Summarfestivalinum –
hevði KÍ við heimasigri ímóti HB í
átjanda umfari møguleika at leggja
seg eitt stig framum HB. Nú eru 21
umfør avgreidd, og nú er KÍ tíggju
stig aftanfyri FM favorittarnar.
Eftir at hava verið á aldukambi
num síðani ólavsøkuaftan hevði
NSÍ leygardagin møguleika at lyfta
eg uppum KÍ, men NSÍ tók ikki av.
B36 liðið megnaði at vinna fulla
úrtøku í Runavík, hóast fleiri av
stuðulsspælarunum síðstu ferðir
nar ikki vóru við. Benjamin Heine
sen, Robert Heðin Brockie, Meinhar
E. Olsen og Lukasz Cieslewicz vóru
ikki á listanum, men so vóru tað
eitt nú Ragnar Samuelsen, Hugin
Samuelsen og Gilli Samuelsen, sum
tóku sítt tørn.
20 ára gamli Bjarni Petersen er
vorðin stuðulsspælari, og Andrias
H. Eriksen, sum plagar at vera
vongverji og miðverji, var hesa
ferð á verjukendum miðvallarplássi
undir liðini á Eli Falkvard Nielsen.
FM og Europa eru
um at hvørva
KÍ – Víkingur 1-1
Tá ið Dagfinn Forná fríggja
kvøldið bríkslaði fyri fyrstu ferð,
brast lágættarillveðrið á sum úr
byrsumúla. Tað var ikki óvæntað,
tí forsøgnirnar høvdu boðað frá
tí. Vánaligu líkindini skuggaðu
yvir grannauppgerðini. Tá ið havt
verður í huga, hvussu veðrið lagaði
seg leygardagin, og at tað bara er
fjørður og tunnil millum partarnar,
so átti dysturin at verið spældur
kanska leygarkvøldið.
Hvussu tað hevði ávirkað avrik
og úrslit ber ikki til at siga.
Eftir horna og aftur og fram
legði altíð vandamikli veteranurin á
vinstra vongverja, Hanus Jacobsen,
Víking framum. Víkingur gjørdi
sjálvmál løtu seinni, og so var liðugt
við at skjóta mál.
Tá umstøðurnar vera havdar
í huga, var fótbóltsspælið hjá
heimaliðnum í løtum gott. Gestirnir
kendu sín leiklut í verjustøðu, og
teir dugdu væl í skjótum mótálop
um at spæla seg til málmøguleikar,
og í síðstu løtu høvdu teir risa
møguleika at skora sigursmálið.
-FM heitið er burtur. Vit arbeiða
framvegis við at menna liðið. Úr
tøkan hevði fleiri onnur ár borið
við sær, at vit vóru í FM stríðnum,
men HB er í ár farið um øll mørk,
og tað mugu vit virða HB fyri, sigur
KÍ venjarin.
Víkinga
venjarin
Sigfríður
Clementsen heldur, at hansara
menn høvdu fleiri møguleikar enn
heimaliðið:
-Vit høvdu fleiri møguleikar enn
KÍ, bæði í fyrra og seinna hálvleiki,
og fram ímóti dystarenda høvdu
vit risa møguleika at avgera, men
tað eydnaðist ikki. Tá ið eg fekk
ábyrgdina av Víkingi, vóru klaks
víkingar betri enn vit á egnum
økjum. Nú var tað púra javnt, og
tað eiga vit at vera nøgdir við, sigur
Sigfríður Clementsen.
Hann ásannar, at Europa møgu
leikin er langt burtur:
-Vit taka ein dyst í senn, so telja
vit saman í oktober, og tá fáa vit
at síggja, hvussu langt tað røkkur,
sigur Víkinga venjarin.
Steypavinnararnir dusa sær
NSÍ – B36 1-2
Tølini siga, at ofta gongur tað
ikki so væl í fyrstu royndini eftir
finalusigur í steypakappingini, og
tølini siga, at NSÍ síðani á ólavsøku
hevur verið øgiliga sannførandi.
Men við Løkin leygardagin gekk
tað ikki soleiðis, sum tølini kundu
bent á, at tað fór at gera.
Tað var tætt og spennandi, og
marginalirnir vóru ikki við heima
liðnum, tá ið Árni Frederiksberg úr
góðari støðu sendi bóltin í stólpan.
Dygst undan steðginum legði
Odmar Færø B36 framum eftir
innlegg úr vinstru frá Alex Mellem
gaard í hugflogsríkum álopi, sum
Odmar sjálvur var upprunin til. Tað
bar við sær, at B36 fyritreytirnar í
seinna hálvleiki vóru góðar, og
NSÍ mótbrekkan varð brattari,
tá ið Hannes Agnarsson økti um
munin tveir minuttir eftir at hann
varð skiftur inn, og eftir at Tórður
Thomsen í NSÍ málinum hevði
hálvbjargað.
Innskifti Øssur Dalbúð minkaði
um munin við stútara eftir horna
frá Peturi Knudsen úr vinstru, men
tað eydnaðist ikki heimaliðnum at
hótta B36.
-Vit fegnast um
sigurin, og vit fegnast um,
at ungu menninir eru ágrýtnir
og djarvir. Tað kostar onkuntíð,
so sigrar ikki verða til javnleikir,
men eg eri stoltur av óføru ungu
monnunum. Nú hava vit vunnið
atgongumerki at spæla í Europa, og
nú spæla vit uttan press og stress.
Spæligleðin er í topp, og tað haldi
eg, at hon eisini var hjá NSÍ, sigur
B36 liðformaðurin Odmar Færø.
Øssur Dalbúð hjá NSÍ ásannar,
at avrikið hjá heimaliðnum var ikki
nóg gott:
-Vit taptu so at siga allar tví
dystirnar – bæði í brotsteiginum
og úti á vøllinum, og tað ber ikki
til, um tú ætlar tær at vinna. At teir
skoraðu dygst undan steðginum
kom illa við. Vit høvdu lotið undan
í
seinna
hálvleiki,
og
ivaleyst hevði tað
verið lættari at lagt
meiri fyri í álopsspælinum,
um teir ikki høvdu skorað í fyrra
hálvleiki. Tá ið vit høvdu minkað
um munin, roknaðu vit av álvara
við møguleikanum at vinna í
hvussu so er eitt stig, og tað vóru
vandamiklar støður, men tað var
tíverri ikki nóg mikið, sigur Øssur
Dalbúð.
Glenn var í sjeynda himli
Suðringar – EB/Streymur 2-1
Fyri aðru ferð í ár eydnaðist tað
Suðringum at vinna fulla úrtøku á
heimavølli. Úrslitið ber við sær, at
tað nú eru ellivu stig frá níggjunda
plássi og fram til Suðringar, sum
harvið so at siga hava tryggjað sær
rættin at halda fram í fremstu røð.
Stefan
Radosavljevic
setti
beinanvegin hol á, eftir at hann í
FRÓÐI ÓLASON OLSEN AB:
Eingin FM fóbóltur í Gundadali. Munurin á
toppi og botni var, at hepni gav toppliðnum
trý mál. Okkara menn raka barasta ikki
kúnna(málið).
Ps. Tað einu løtuna vóru fimm leikarar á HB
liðnum sum leiktu við AB fyri tveimum árum
síðani.
Hvat sigur hetta ikki nógv um lívið.
RÓGVI DAM EB/STREYMUR:
Eg var ikki til dystin. Tí vit
spældu ein lykla dyst í 2
Deild sum vit vunnu 8-1
á Undrið
Tillukku við uppflyting í
1 Deild
Saman standa vit sterk.
KRISTIAN JOENSEN KÍ:
Tað mest spennandi í
dag, var hvør átti innkast.
Dagfinn skuldi ongantíð
fløyta dystin í gongd, tað
var alt ov keðiligt veður
JAN BOLSTAD ANTONIUSSEN NSÍ:
Vit eru so von við at hølva B36 av uttanfyri
vøllin, at mann gongur bara út frá at teir
gera tað sama inni á vøllinum. Tað var so
ikki tilfeldið í dag. Nú man tað vera uppá
sítt pláss at ynskja HB Tillukku við FM.
Vit koma sterkt aftur!
Góðir!
BJØRG OLSEN SKÁLA:
5-0 og tað var ikki
eitt mál ov nógv.
Klassamunur á liðunum.
Okkara vóru flúgvandi,
og hinir fingu ikki eitt
bein til jørðina í dag. Go
Skála
Steypavinnararnir í B36 sektaðu NSÍ, sum ikki tók av
møguleikanum at vinna seg á silvurplássið, og HB er
nú tíggju stig frammanfyri KÍ, sum fyri stívliga trimum
vikum síðani hevði møguleika at taka oddasessin
Betri-deildin:
HB VINNUR FM UNDAN
MIKKJALSMESSU