mánadagur 3. september 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Lars Olsen tekur
landsliðið út til dystir
í Nations League ímóti
Malta og Kosovo.
Spildurnýggjur á
landsliðnum er Magnus
Egilsson úr HB.
UEFA velur bestu
spælarar í Evropa.
Keylor Navas verður
besti málverji,
Sergio Ramos besti
verjuleikari, Luka
Modric besti miðvallari
og Cristiano Ronaldo
besti áleypari.
B36 og HB fáa 15.000
krónur í bót og leikbann
til hjálparvenjara
og liðleiðara fyri
klandurstøðurnar í
rokaligu finaluni um
Løgmanssteypið.
Sonni Ragnar Nattestad
verður leigaður úr
Molde til AC Horsens í
donsku Superliguni, har
felagið eisini fær rættin
at keypa hann.
Rannvá B. Andreasen
fær KÍ-kvinnur við aftur
í FM-stríðið, tá hon við
tveimum málum syrgir
fyri 2-0-sigri á HB.
HB dregur frá í
Betrideildini hjá
monnum. Leiðslan er
10 stig, nú teir vinna á
AB samstundis sum KÍ
og NSÍ ávikavist spæla
javnt og tapa.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Nikkel Petersen
Aldur: 27
Yrki: Bogaskjútti (Ørvur, Runavík)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Aalesund
2. SÍ og Dráttur
3. FC Fredericia
4. Viking Stavanger
5. Tambar
6. Margunn Lindholm
7. 1989
8. Birgir Hansen
1. Hvussu eitur felagið í næstbestu norsku deildini, sum
Sonni Ragnar Nattestad fyrr í ár var útleigaður til?
2. Í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti eru tvey
feløg úr Vágum við. Hvussu eita tey?
3. Jóan Símun Edmundsson hevur umboðað trý donsk
feløg. OB, Vejle og hvat er tað triðja?
4. Hvussu eitur norska hondbóltsfelagið, sum Helgi H.
Hoydal júst er farin at spæla við?
5. Hvussu eitur bogaskjótifelagið í Havn?
6. Hvussu eitur hon, sum avgjørdi steypafinaluna í
kvinnufótbólti í ár við einum perlufrísparki?
7. Hvat ár vóru oyggjaleikir í Føroyum?
8. Hvussu eitur hondbóltsvenjarin á myndini?
Hvussu gekst í EM
í bogaskjóting?
- Tað gekk heilt okey í mínari fyrstu
hálvu, men í seinnu gekk ikki so
væl, tí eftir at eg skeyt ein missara
gekk alt niður av bakka, og eg
fekk ikki bjargað støðuni fyrr enn
teir síðstu pílarnir vóru skotnir.
So í síðsta enda lá eg nummar 84
við 662 stigum, Jógvan Niclasen
nummar 72 við 670 stigum og
Jóannes Poulsen nummar 59 við
678 stigum.
Eru tit nøgd við úrslitini?
- Sjálvur eri eg ikki nøgdur við úrs
litið, tí eg haldi at eg kundi gjørt
tað munandi betri. Jógvan: Av tí at
eg havi skotið so illa teir seinastu
mánaðirnar, so var eg sera væl
nøgdur. Jóannes: Eg fann ikki heilt
rútmuna fyrr enn í endanum á
kappingini, men tá komu nervar
eisini uppá spæl, so alt í alt eri eg
ikki so nøgdur við mína skjóting.
Hvussu vóru umstøðurnar
í Póllandi?
- Umstøðunar vóru heilt eina
standandi. Ein sera góður vøllur til
kappingina, og eisini var ein góður
vøllur bara til venjing framanund
an kappingina.
Hvussu eru umstøðurnar til
bogaskjóting í Føroyum?
- Í Føroyum eru trý feløg (Ørvur,
Tambar og Vágaskot). Ørvur hevur
eitt høli í verandi løtu til innan
duraskjóting, men hetta kann
einans brúkast til venjingar - og
ikki kappingar. Tá vit eru úti, eru
vit í einum grótbroti á Lambareiði,
sum vit einans kunnu brúka venj
ing. Tambar er í Havn og hevur
einans ein innandurabana at skjóta
á, sum eisini bara kann brúkast til
venjing. Vágaskot er í Miðvági og
hevur ein fínan innandurabana,
men heldur ongan bana uttandura.
So fyri at taka samanum, so eru
umstøðunar ikki nøktandi, og tað
krevjast álvarsligar ábøtur til øll
trý feløgini.
Hvat verður næsta
útlendska kapping hjá
føroysku skjúttunum?
- Í verandi løtu eru tað tvær stórar
kappingar, sum vit miða fram í
móti í 2019. Tær eru EM innan
dura, sum verður í Bulgaria í tíðar
skeiðnum 26. februar til 2. mars.
So er tað VM uttandura, sum
verður í Hollandi í juni - juli, og so
er ein kapping, sum eitur NUM,
ið er til ungdómsskjúttar. Eisini
eru nakrar smærri kappingar,
sum eru í tonkunum. Allar hesar
kappingarnar kunnu blíva veru
leiki, um fíggjarlig orka er til tað.
”Eg havi havt hugin og viljan at stríðast fyri
plássinum, og tað sær út til at hava givið úrslit. Tað
er stórt at spæla fyri síni tjóð.”
- Margunn Lindholm um at vera komin innaftur í
landsliðshitan
”Var av álvara frálíkur í dag. Skoraði eitt mál, legði
upp til eitt annað og fór illa við verjuni hjá KR.”
- fotbolti.net um avrikið hjá Jákupi Thomsen ímóti KR
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Myndin hesa vikuna
Við 2-1-finalusigri á Japan vann Suðurkorea leygardagin Asian Games. Fyri Tottenham-leikaran á myndini, Heung-Min Son, hevði
sigurin serliga nógv at siga. Gullið merkir nevniliga, at hann sleppur undan 21 mánaðar hertænastu í heimlandinum