mánadagur 3. september 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 3. september 2018 · Nr. 101
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
t
Nations
League
– okkara
møguleiki
Aldrin hevur føroyskur fótbóltur havt ein størri
møguleika, at koma til eitt EM-endspæl, ella
endaspæl sum heild. Vit eru nú partur av Nations
League kappingini, har vit skulu spæla móti Malta,
Kosovo og Aserbadjan – heima og úti.
Eg haldi onkursvega, at hendan kappingin er
dottin eitt sindur niður í millum, tá vit hugsa um
hvussu stórur vinningurin er. Gamaní kemur ongin
Cristiano Ronaldo á vitjan, men talan er um seks
dystir upp á tríggjar mánaðir, har vit kunnu verða
við í øllum dystunum. Tað vil siga, at vit hava ein
møguleika at vinna allar sum ein.
Eg haldi eisini, at hetta er onkursvega okkara
roynd. Vit hava verið í altjóða fótbólti síðani 12.
septembur 1990, og framstigini eru til at fáa eyga á.
Nú skulu vit veruliga royna okkum aftur, men vit
kunnu ikki fjala okkum aftanfyri eitt “heiðurligt
tap”.
Vit síggja eisini, at vit hava eina stóra framgongd
við spælarum, sum eru farnir uttanlands. Vit hava
okkara fyrsta spælara í týskum fótbólti, sum nú
eisini er kosin til besta spælaran hendan mánaðin
í Arminia Bielefeld í 2. Bundesliguni, og eri á
vikuliðnum hjá Kicker.
Vónandi er hetta við til, at lyfta yvirleggjaran hjá
føroyskum spælarum, sum ætla sær uttanlands.
Vit síggja eisini, at Jákup Thomsen, sum byrjar inni
hjá FH, ikki er úttikin til landsliðið. Fyri nøkrum
árum síðani, var tað at tryggja landsliðsplássi, sum
tú spældi uttanfyri Føroyar. Nú er tað ikki nokk til
eitt pláss í hópinum.
Hendan vikan kemur at snúgva seg um landsdystin
móti Malta og Kosovo, sum verða komandi
fríggjadag, og týsdagin 10. septembur. Fylg við her
í Sosialinum, á In.fo og lurta á FM1.
Tróndur Arge
Tað gongur strúkandi hjá
Jóan Símuni Edmundsson í
Arminia Bielefeld. Hann er í
dag kosin sum besti spælarin
hjá
Arminia
Bielefeld
í
august, meðan kenda týska
blaðið “Kicker” hevur hann
á vikuliðnum fyri 2. Bundes
liguna.
Jóan Símun Edmundsson
hevur skorað tvey mál, og
lagt upp til trý onnur í 2.
Bundesliguni higartil. Tað
hevur gjørt, at týska felagið
hevur valt hann sum besta
spælaran hendan mánaðin.
Tað er av sonnum talan um
ein góðan byrjan hjá tofta
manninum í Bielefeld.
Á vikuliðnum
hjá Kicker
Avrikið hjá honum í 5-3 sigri
num á Jahn Regensburg hev
ur gjørt, at hann er valdur
liðið hesa vikuna hjá Kicker.
Jóan Símun Edmundsson
legði upp til tvey mál í dysti
num.
Arminia
Bielefeld
var
aftanfyri 1-0, og tríggjar ferð
ir stóð á jøvnum, áðrenn liðið
við toftamanninum skor
aði avgerandi málini. Málini
komu ikki fyrr enn í evstu
løtu. Jóan Sìmun Edmunds
son legði upp til avgerandi
4-3 málið, sum kom í 88.
minutti. Hartil legði hann
eisini upp til 1-1 málið, tá bara
átta minuttir vóru spælir.
Seinast
tapti
Arminia
Bielefeld fyri týska stóra
felagnum,
Hamburg.
Við
sigrinum á Jahn Regensburg
hevur Arminia Bielefeld 7
stig fyri fýra dystir á sætta
plássi.
trondur@sosialurin.fo
Jóan Símun Edmundsson er eisini á vikuliðnum hjá Kicker, eftir at
hann legði upp til tvey mál í 5-3 sigrinum á Jahn Regensburg
Jóan Símun
besti spælari hjá
Bielefeld í august